Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 24. februar 2004 15 UTTAN ÚR HEIMI Taka metstórt vinningsbýti Norsku partafeløgini fara ætlandi at rinda sínum parta- eigarum einar 25 milliardir krónur í vinningsbýti í ár, og tað er met. Tað sæst í einari útrokning, sum blaðið Aftenposten hevur gjørt eftir tilmælunum frá nevndunum í teimum einstøku partafeløgunum. Sambært blaðnum rindaðu norsku partafeløgini sínum eigarum einar 11 milliardir krónur í vinningsbýti í 2000 og í 2001, meðan talið lá um 17 milliardir krónur í 2002 og í fjør. Búskaparfrøðingar, sum blaðið hevur tosað við, siga, at tað metstóra vinningsbýtið fer væntandi at gera, at partabrævavirðið fer at hækka út ímóti sumri, tí nógvir partaeigarar velja at nýta pengarnar til at keypa sær partabrøv í sínum egnu feløgum. Stórátak ímóti al-Qaeda Myndugleikarnir í Pakistan fyrireika eitt stórátak ímóti vápnaðum limum í yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda og stuðlum hjá gamla Taliban-stýrinum í Aghanistan. Pakistansku myndugleikarnir og amerikanararnir vilja vera við, at nógvir viðhaldsmenn hjá al-Qaeda og Taliban fjala seg í tí illgongda fjallalendinum á mark- inum ímillum Pakistan og Afghanistan. Pakistan hevur í løtuni 4.000 hermenn í hesum økinum, men stjórnin hevur nú skotið upp at senda 8.000 hermenn afturat hagar. Ovastin í økinum, Muhammed Azam Khan, sig- ur, at ætlanin er at gera av við alla mótstøðu. USA hevur eisini hermenn í fjøllunum á markinum ímillum Pakistan og Afghanistan. Teir leita millum annað eftir Osama bin Laden, tí hildið verður fyri vist, at hann fjalir seg har. Rok um rækjur Svenskir fiskimenn, sum fiska rækjur, eru í øðini, tí norðmenn senda nógvar rækjur á svenska marknaðin við tí úrsliti, at prísurin er fallin nógv. Ein av teimum svensku fiskimonnunum sigur við norska blaðið VG, at norðmenn hava so mikið av rækj- um eftir á egnum marknaði, at teir kunnu halda prísin- um har uppi. Avlopið verður sent á svenska marknaðin fyri dumpingprís, sigur hann. Sambært blaðnum hevur tað havt við sær, at tær báðar fyrstu vikurnar í ár máttu svenskir fiskimenn blaka 13 tons av rækjum burtur, tí eingin vildi hava tær. Úrslitið er, at fleiri svenskir rækjubátar eru farnir á húsagang. Men norðmenn halda ikki, at teir gera nakað skeivt. Ein talsmaður hjá einum útgerðarfelagi í Egersund sig- ur við VG, at sviar vilja fegnir hava norsku rækjurnar, sum tær eru betur enn tær svensku. Hann ásannar, at gongdin sjálvandi er óheppin fyri teir svensku rækju- menninar. Royna alduorku í Skotlandi Norska felagið Hydro er við stuðuli frá ES farið undir eina stóra verkætlan við alduorku í Skotlandi. Í gjár varð ein royndarstøð løgd á sjógv við Orkney- oyggjarnar. Hon er 130 metrar long og vigar 700 tons, og higartil hevur verkætlanin kostað 80 milliónir norskar krónur. Sambært útrokningum kann ein tílík støð útvega nóg mikið av elorku til 130 húsarhald, men Hydro hevur ætlanir um at gera størri støðir, sum skulu gera orku til 4.000 húsarhald, skrivar Aftenposten. Tað kostar umleið 60 oyru at framleiða ein kilowatt- tíma við hesum alduorkuverkunum, og tað er umleið tríggjar ferðir meiri, enn tað kostar at framleiða elorku við vindmegi í Noregi. Í Hydro vænta tey kortini, at tað fer at bera til at framleiða ein kilowatt-tíma fyri 30 - 40 oyru við alduorku seinni. Talsmaðurin hjá Hydro sigur við Aftenposten, at ætlanin er at gera royndir við alduorku í Noregi seinni. Altjóða semingsmenn eru farnir til Haiti fyri at fáa tann um- strídda forsetan at leggja frá sær HAITI Árni Joensen fartekst@mail.dk Uppreistrarmenninir á Haiti hava gjørt greitt, at teir fara ikki at leggja vápn- ini, fyrr enn tann umstríddi forsetin, Jran Bertrand Aristide, hevur lagt frá sær ella er farin av landinum. Nú royna altjóða sem- ingsmenn at at finna eina semju. Eftir henni skal for- setin leggja frá sær ella lata ein part av valdinum frá sær. Tað ljóðar, at forsetin hevur góðkent ta seinnu loysnina, men at uppreistr- armenninir hava vrakað hana. USA, ES og fleiri onnur lond eru við í sem- ingsroyndini. Gjáranáttina tóku upp- reistrarmenninir seg inn í næststørsta býin í landin- um, Cap Haitien, men nakrar tímar seinni máttu teir taka seg aftur. Teir høvdu kortini tikið flog- havnina uttan fyri býin. Royna at fáa forsetan frá við góðum Barnadrápsmaður fyri rættin Fyri áttað árum síð- ani varð Belgia skak- að, tá løgreglan av- dúkaði, at Marc Dutroux hevði myrt fleiri børn. Nú kemur hann fyri rættin BARNAMORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Marc Dutroux hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani 1996, og nú skal hann í rættin ákærdur fyri at hava myrt, neyðtikið og burtur- flutt minst seks gentur, sum vóru ímillum átta og tólv ára gamlar. Meiri enn 450 vitni skulu avhoyrast, og roknað verður við, at rættarmálið fer at taka minst tveir mánaðir. Nógvir belgiumenn kenna seg sannførdar um, at Marc Dutroux var ikki einsamallur um illgerðir- nar, men at hann var í ein- um felagsskapi, har bæði politikarar, dómarar og løgreglufólk vóru limir. At málið ímóti honum ikki kemur fyri rættin fyrr enn nú skal hava samband við, at myndugleikarnir fyrst máttu tryggja sær, at felag- ar hansara ikki verða drignir upp í rættarmálið. Marc Dutroux varð longu í 1989 dømdur 13 ára fongsul fyri at hava burtur- flutt og neyðtikið fimm gentur, men longu trý ár seinni varð hann latin leys- ur. Í 1996 varð hann aftur tikin. Tað eydnaðist honum at flýggja í 1998, men hann varð kortini tikin stutt eftir. Nú hann kemur fyri rættin, skulu 300 løgreglu- fólk standa á varðhaldi við dómhúsið, og sjálvur skal tann ákærdi sita í einum skottryggum búri inni í rættarhølinum. Málið vakti stóran ans fyri átta árum síðani, og áhugin er ikki minni nú. Ikki færri enn 1300 fjølmiðlar kring allan heimin hava biðið um at fáa eitt umboð inn í rættar- hølið. Í Belgia bíða fólk spent eftir, um rættarmálið fer at avdúka, hvørt Marc Dutroux var einsamallur um illgerðirnar, ella um hann var limur í einum fel- agsskapi, sum misnýtti børn og skipaði fyri mannahandli. Harðir bardagar vóru gjáramorgunin í býnum Cap Haitien, haðani hendan myndin er 15 14 Nr. 37 - 24. februar 2004 Herálvur Joensen, aðalstjóri í Oljumálaráðnum um boring við markið: Ómetaliga positivt fyri okkum – Tað er ómetaliga postivt fyri okkum, at tveir brunnar verða boraðir hinumegin markið í summar, nú tað hava verið útlit til, at als eingin boring fór at vera á øllum At- lantsmótinum í 2004 sigur Herálvur Joen- sen, aðalstjóri í Olju- málaráðnum, nú tíð- indini herfyri bórust um, at ChevronTexaco og Amerada Hess fara at bora tveir brunnar í summar beint hinu- megin markið OLJULEITING Jan Müller – Tvær boringar aftrat er so tekin um, at tað er lív í, og uttan mun til úrslitið, so fer tað at geva eina ella aðra vitan, sum kann brúkast í víðari tilrættaleggingini. Og skuldi tað góða hent, at tað spurdist nakað veruligt positivt burtur úr, so hevur tað sjálvandi týdning fyri føroyska økið, bæði fyri almenna áhugan, fyri loyv- ini, sum eru nú, men ikki minst fyri eitt komandi út- bjóðingarumfar, sum er í gongd, tá brunnarnir verða boraðir sigur Herálvur Joensen við Sosialin. 2. útbjóðing Sosialurin skilur, at fólkini í Oljumálaráðnum av álvara eru farin í gongd við at fyrireika 2. útbjóðing á landgrunninum. Bjarni Djurholm, landsstýrismað- ur í Vinnumálum hevur vitjað í Oljumálaráðnum og har mælt starvsfólkunum til at halda fram við fyrireik- ingunum av nýggjari út- bjóðing. Sum skilst er ætl- anin at fáa eitt uppskot lið- ugt umleið hálvan mars. Jarðfrøðissavnið er við at leggja sína seinastu hond á nominatiónina tvs. hvørji øki skulu vera við í eini nýggjari útbjóðing. Hetta fer so alt í tingið í vár. Tá tað so verður samtykt koyr- ir málið av sær sjálvum tvs. at útbjóðing fer fram og loyvi verða latin síðst í hes- um árinum ella fyrst í kom- andi ári. Tað veldst so um, hvussu stór undirtøkan verður. Bretar linari treytir Nú 2. útbjóðing verður á skránni verður uttan iva eisini neyðugt at endur- skoða reglarnar, sum vórðu samtyktar við 1. útbjóðing. Sambart altjóða oljublaðn- um "Uppstream" eru bretar við at leggja síðstu hond á 22. útbjóðing í teirra øki, ein útbjóðing, sum fer at fevna um øki nær við før- oyska markinum eisini. Sambart blaðnum verða krøvini linari enn fyrr, hetta fyri at fáa fleiri feløg at vísa áhuga. Herálvur Joensen vil ikki gera viðmerkingar til hetta málið í løtuni men staðfestir, at neyðugt verð- ur at hyggja at reglunum eisini við kappingini við onnur øki fyri eygað. Órímulig skatting Eitt mál, sum roknast kann við fer at verða lagt fyri nýggja landsstýrið, er spurningurin, sum felagið hjá oljufeløgunum, FOÍB, reisti á oljuráðstevnuni í desember mánað. Har varð tað víst á tað óhepna í, at út- lendsk oljufólk, sum koma til Føroya í ørindum, skulu gjalda skatt her frá fyrsta degi. Táverandi lands- stýrismaður, Karsten Han- sen svaraði tá oljufeløg- unum, at eingin broyting fór at verða gjørd, soleingi tað ikki finst ein dupult skatta- avtala millum Føroyar og Bretland. Tað skilst, at FOÍB longu hevur sett seg í samband við myndugleik- arnar við sama málinum. Lagna óviss Nýggja samgongan, sum setti sær fyri at minka um talið á aðalráðum, arbeiðir í løtuni við at finna eina loysn, nú fleiri aðalstjórar eru til avlops. Tað hevur ljóðað, at Løgmansskriv- stovan tekur sær av málin- um og fer at taka eina av- gerð ein av fyrstu døgun- um. Enn er ógreitt, hvussu verður við aðalstjóranum í Oljumálaráðnum. Í dag eru 15 fólk í Oljumálaráðnum. Trý ella fýra av teimum flyta til Innlendismálaráð- ið, har tey skulu arbeiða við økismenning, umhvørvis- málum og náttúrumálum. Hesi flyta helst út í Tinga- nes. Hini 11 fólkini koma so at arbeiða undir Vinnu- málaráðnum, sum skal um- sita oljuna, Jarðfrøðissavn- ið og orkumál. Helst verða tey verandi í bygninginum, har Oljumálaráðið og Jarð- frøðissavnið í dag húsast. Bjarni Djurholm, nýggjur landsstýrismaður í olju- málum vitjar í Oljumála- ráðnum. Herálvur Joensen tók ímóti Mynd Jens K. Vang NÝGGJ ÚTBJÓÐING Jan Müller Nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djur- holm, vitjaði í farnu viku í Oljumáráðnum, har hann prátaði við starvsfólkini. – Fyri meg er tað mest um- ráðandi, at arbeiðið uppá at fyrireika 2. útbjóðing held- ur fram, og at øll orka verð- ur løgd í at fáa eitt uppskot, sum eg kann leggja fyri tingið sum skjótast sigur Bjarni Djurholm. Hann vís- ir á, at fer tað út um tíðar- freistina fyri at leggja upp- skot fyri tingið, so fer hann at fáa neyðuga stuðulin til at víkja frá freistini. Landsstýrismaðurin heldur tað annars vera sera avgerandi hjá føroyskum myndugleikum at fáa olju- feløgini at varðveita áhug- an fyri økinum, og sær hann eisini tíðindini um, at tveir brunnar verða boraðir hinumegin markið í summ- ar sum eina greiða ábend- ing um, at altjóða oljuvinn- an hevur ikki slept Atlants- mótinum, tó at úrslitini hava verið í lækara lagi í eina tíð. Bjarni Djurholm, sum roynir at seta seg væl og virðiliga inn í sítt nýggja málsøki, oljuleiting við Føroyar, sigur seg hava vónir um, at kolvetni verða funnin á landgrunninum innan fyri tvey ár, og at hetta fer at gera, at áhugin fer at vaksa fyri økinum sum heild og soleiðis, at vit kunnu fáa eina framleiðslu um ikki so mong ár. Uppá fyrispurning hvat hann heldur um reglurnar, sum skulu galda fyri 2. út- bjóðingarumfar sigur landsstýrismaðurin, at vit eiga at skipa reglurnar so- leiðis, at vit halda fast um tann áhugan, sum var. –Er tað so, at viðurskifti tala fyri, at man skal gera regl- urnar meira smidligar, so vil eg taka undir við tí. Men hetta er nakað, sum umsit- ingin má ráðgeva mær í. Bjarni Djurholm hevur eisini kunnað seg um aktu- ella skattamálið, sum FOÍB, felagið hjá oljufel- øgum, hevur reist. Hann ætlar sær ein av døgunum at taka ein fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum. –Tað ræður um at skipa viðurskiftini soleiðis, at fólk og feløg síggja okkum sum ein møguleika heldur enn ein trupulleika. Tað vil so altíð vera ein spurningur um at finna eina javnvág, har tað verður tikin hædd fyri okkara egnu ynskjum sam- tíðis, sum hugt verður at ynskjunum hjá oljufeløg- unum. Man skal heldur ikki vera so restriktivur, at tað skapar minni møguleikar hjá øðrum at etablera seg her. Um oljufeløgini halda tað vera gott at gera íløgur her, so fer tað vónandi eis- ini at vera gott fyri okkum og øvugt. Nýggi landsstýrismaðurin í oljumálum er longu farin at fyrireika seg til spennandi avbjóðingarmar, sum liggja í at umsita hetta hansara nýggja málsøki. Føroyakortið er vorðið ov lítil, so nú hevur hann eisini allan landgrunnin og alt Atlantsmótið á vegginum í skrivstovuni í Tinganesi Bjarni Djurholm, oljumálaráðharri góðar vónir: Finna olju innan tvey ár C M Y K 14