týsdagur 24. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 37 - 24. februar 2004
17
Toftamenn hava mist
nógv fólk í mun til
farna kappingarár.
Nú hevur B68 tó
styrkt seg við fyrr-
verandi B36-verju-
leikaranum, Herbert í
Lon Jacobsen, ið kem-
ur heim av flatlond-
um
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hevur ikki sæð nakað
serligt út við hópinum hjá
toftamonnum til komandi
kappingarár.
Serliga
í
verjupartin hevur tað sæð
svart út, við tað at so sterkir
leikarar sum Hans Fróði
Hansen, Arnbjørn Daniel-
sen og Dánial Hansen eru
farnir í onnur feløg her
heima
ella
uttanlanda.
Harafturtat hevur felagið
mist helst besta miðvall-
aran í Føroyum seinasta
kappingarár, Fróða Benja-
minsen, umframt Jann Inga
Petersen og John Hera
Dam. Tilgongd ið felagið
hevur havt undan komandi
kappingarári er bert Brynj-
álvur Nielsen úr NSÍ, og so
teir báðir Przybylski brøð-
urnar úr ávíkavist GÍ og
LÍF.
Nú er tað tó greitt, at
verjupartin fær ein kær-
komnan styrk. Sterki verju-
leikarin, Herbert í Lon
Jacobsen, sum áður hevur
leikt í B36, fer at spæla við
B68, nú hann kemur aftur
úr Danmark. Tað er heima-
síðan
hjá
B68,
www.b68.fo, ið skrivar hesi
tíðindi. Herbert hevur verið
niðri á løgregluskúla, og nú
manglar honum bert tað
seinastu praktiktíðina, og
hana tekur hann her heima.
Barnaárinin vóru í
B36 og víðari menn-
ingin í Danmark, men
ættarbondini eru úr
Gøtu, og tað verður
har, at Atli Gregersen
nú skal royna seg í
fremstu føroysku
fótbóltsrøðini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eisini í Gøtu hava tey í
longri tíð roynt at fyrireik-
að seg til nýggja kappingar-
árið í fótbólti.
Í mun til so nógv onnur
feløg, so hevur tað kanska
verið nakað friðarligt í
Gøtu í so máta, men nú eru
so onkur tekin um, at liðið
aftur í ár ætlar sær at leita
móti oddinum.
Og í royndunum í hesum
hevur felagið gjørt avtalu
við Atla Gregersen, um at
hann skal spæla í Gøtu
komandi kappingarárið.
Jógvan Gregersen, sum
vanliga hevur við leikara-
hópin í GÍ at gera – og sum
eisini er pápabeiggi Atla –
váttar fyri Sosialinum, at
nakað er um tosið.
- Tað er so planurin, at
hann skal spæla fyri okkum
í summar. Atli hevur búð
niðri í nøkur ár, men nú
ætlar so fyribils at flyta
heimaftur, og so hevur tað
eydnast okkum at fingið
fatur á honum, sigur Jógv-
an.
Spennandi fongur
Og fyri tey við kunnleika til
føroyskan fótbólt tykist
hetta vera ein sera spenn-
andi fongur, sum GÍ við
hesum hevur fingið.
Atli Gregersen leikti í
ungdómsárunum við B36,
og longu tá varð hann
mettur millum bestu leikar-
arnar í sínum árgangi. Pláss
á føroyskum ungdóms-
landsliðum lótu heldur ikki
bíða eftir sær, og tá hann
seinni flutti niður, helt hann
eisini fast um hesi pláss.
Í Danmark hevur hann
verið knýttur at fótbólts-
skúlanum í Hesselgods,
umframt at hann í nøkur ár
var við í hópinum hjá
Randers Freja í næstbestu
donsku deildini.
Hetta seinasta árið hevur
hann búleikast í danska
høvuðsstaðnum, og her
hevur hann leikt við Lyng-
by, har hann millum annað
hevur verið liðfelagið við
feskasta landsliðsáleypar-
an, Christian Holst Lam-
hauge.
Hann
verður
vanliga
roknaður at hoyra heima á
miðvøllinum og í verjuni,
men akkurát, hvar GÍ fer at
brúka hann, er tó ikki gjørt
av enn.
- Tað verður so nakað,
sum Krzystof fer at gera av,
sigur Jógvan Gregersen um
hetta seinasta.
Atli Gregersen til GÍ
B68 styrkir um
verjupartin
17
Uttan vanligu stór-
skjúttarnar megnaði
Neistin ikki at basa
VÍF, sum tó als ikki
tykist vera vaknað úr
kreppuni, sum liðið
hevur verið í í ár
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Uttan Heina Hanusarson og
Dragisa
Stojovic
líkist
Neistin á ongan hátt nøkr-
um liði, sum skal gera sær
vónir um gullmerkini í før-
oyskum manshondbólti.
Og tó at VÍF við sigrin-
um bara er tvey stig frá
silvurplássinum, so tykist
tað á ongan hátt vera so, at
liðið er komið úr aldu-
dalinum, sum teir hava ver-
ið í stóran part av kapping-
arárinum.
Hesar báðar niðurstøð-
urnar mundu vera tær, sum
lógu fremstar í huganum hjá
teimum áskoðarum, sum
sunnudagin høvdu leitað sær
í Høllina á Hálsi til dystin
millum bæði liðini.
Umframt teir báðar áður-
nevndu, so hevði Neistin
eisini tann trupulleika, at
Karl Oddmar Rasmussen –
sum hevur verið ein hollur
stuðul í verjuspælinum –
var burturstaddur, og tí var
talan um eitt munandi skert
lið, sum skuldi upp til
nakað, ið líktist eini próv-
tøku. Eini próvtøku, har
liðið skuldi prógvað, at tað
ikki bara vóru ein ella tveir
leikarar, sum gjørdu av,
hvussu endastøðan skuldi
verða.
Neistin haltaði
Men tað stóð tíðliga greitt,
at tað skuldi gerast ógvu-
liga tungt hjá Neistanum at
fáa nakað sum helst burtur
úr dystinum.
VÍF legði seg mest sum
alt fyri eitt nøkur fá mál
framum, og tó at munurin
ikki var tann heilt stóri – 9-
5 tá hann var størstur – so
sótu áskoðaranrir fyri tað
mesta við varhuganum av,
at Neistin mátti stríðast
nógv meira fyri sínum
málum.
Álopsspælið var mun-
andi broytt, nú Áki Mørk
og Dann Thorleifsson røktu
bakkarnar, meðan mið-
plássið, sum Áki vanliga
tekur sær av, gekk upp á
skift millum serliga Helga
Justinussen og Ára Rouch.
At Birgir Kass so eisini
hevði onkran smávegis
skaða at dragast við, og tí
ikki fekk stuðlað nóg væl á
Vøllinum,
gjørdi
ikki
støðuna hjá liðnum betri.
VÍF
hinvegin
tóktist
heldur ikki at hava nakað
flótandi spæl. Hinvegin
varð uppgávan ikki so øgi-
liga torfør í verjupartinum,
har Neistin kanska hevði
ferðina – alt ov nógva til
tíðir – men sjáldan sam-
skipan ella hugflog til veru-
liga at gera um seg. Og í
álopssparinum hevur VÍF-
liðið hóast alt somikið at
gjøgnumbrotsstyrki,
at
talan altíð gerst um nøkur
mál.
Einastu leikararnir, sum
veruliga skaraðu framúr,
mundu vera teir báðir
málverjarnir, Jota og Eli,
sum báðir høvdu fleiri
góðar bjargingar, tá mistøk
í álopspartinum kostaðu
kontra-møguleikar til mót-
støðuna.
Soleiðis gekk dysturin
sína linligu gongd, men í
seinna
hálvleiki
gjørdi
Neistin brádliga ein vørr.
Teir vunnu seg skjótt upp á
javnleikin, og eina lítla løtu
vóru teir eisini á odda, men
so kom VÍF aftur. Fyrst og
fremst tí Sámal kom aftur í
verjuna, eftir at hann hevði
hvílt seg á beinkinum eina
løtu, og tá Dejan Lacok so
eisini kom inn og stóð sera
væl, fánaði Neistin aftur.
Teir megnaðu framvegis
so dánt at hanga í, men
meira enn tað sama gjørdist
tað ikki. VÍF hevði alla
tíðina munin við einum og
tveimum málum, og tá
Harald Bjørgvin í seinasta
minuttinum skoraði til 23-
21, stóð avgerðin greið.
VÍF hevði ognað sær tvey
stig, sum aftur førka liðið
móti
oddinum,
meðan
Neistin hinvegin hevði mist
tvey sera týdningarmikil
stig. Um teir mistu meist-
aramøguleikan, ber illa til
at siga enn, men í øllum
førum skulu teir nú hava
hjálp frá øðrum liðum, um
tað skal eydnast at taka
Kyndil aftur.
Kreppan ikki liðug
Hóast sigurin, so er tað ein
staðfesting, at hjá VÍF er
kreppan á ongan hátt liðug
enn.
Onkur hevur tosað um, at
leikararnir nú eru ov gamlir
og útbrendir, men føðibrøv-
ini á liðnum samsvara tó
ikki heilt við hesa útsøgn.
Heldur man talan vera um
eina mettu, sum hevur rakt
hópin, eftir at liðið fleiri ár
á rað hevur hoyrt heima í
avgjørda oddinum. Ein
metta, sum ráðini ikki eru
til, tá hini liðini samstundis
leggja nógv fyri í royndun-
um at vinna seg upp á
oddin.
Enn eru tað tó bert Ingi
og Harald, sum fara at
nærkast spjaldrinum við
seinasta søludegi, men í
aðrar mátar tykist VÍF
framvegis at vera eitt lið,
sum kann gera nógv um
seg. Tað krevur tó fyrst og
fremst av leikarunum, at
teir taka í egnan barm og
vísa nakað av tí spælinum,
sum hevur ført liðið til tvey
gullmerki seinastu fýra
árini. Tað hava teir bara víst
eina ferð hetta kappingar-
árið, og tað er langt ífrá nóg
mikið til nakað meistara-
heitið - og kanska heldur
ikki til heiðursmerki.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 22-24 (11-13)
Málskjúttar
Neistin: Áki Mørk 9(5),
Dann
Thorleifsson
4,
Finnur H. Petersen 3, Ári
Roucj 3, Ragnar Stakksund
1, Blagoje Buha 1, Helgi
Justinussen 1
VÍF: Johnny Joensen 5,
Ingi Olsen 4(1), Sámal
Joensen
3(1),
John
Zachariassen
3,
Agnar
Joensen 2(1), Daniel Rápa
2, Áki G. Olsen 2, Harald
Bjørgvin 2, Petur Frank
Joensen 1
Brotskøst: Neistin 5, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 2, VÍF
8
Diskvalifikatión: VÍF 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Uni Wardum.
Høvdu eina sera trupla
uppgávu, har rótuta spælið
gjørdi sítt. Megnaðu tó
hampuliga væl at halda skil
á óruddinum og royndu at
halda eina greiða linju, har
leikararnir vistu, hvat varð
loyvt og ikki.
Nr. 37 • týsdagur • 24. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Neistin-VÍF 22-24 (11-13):
Skerdir neistamenn dragnaðu
Talan var fyri tað nógvu um eina rótuta uppgerð, tá Neistin misti takið á oddasessinum, har teir nú skulu hava
hjálp frá øðrum liðum, um tað skal eydnast at taka Kyndil aftur
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16
Samskip er ein skjótt vaksandi altjóða flutningsfyritøka, sum bjóðar viðskiftafólkum sínum ymiskar flutningsmøguleikar og tilhoyrandi
tænastu, runt allan knøttin. Samskip hevur skrivstovur báðu megin Atlanshavið. Í fyritøkuni starvast 850 fólk á 31 skrivstovum í 14
londum. Endamálið hjá Samskip er at vera á odda í uppbyggjan og víðkan av flutningsmøguleikum og at veita viðskiftafólkum sínum
sera góða tænastu.
Søluumboð
í Føroyum
Vegna øktan eftirspurning, og tað at skipið Skaftafellið umskipar í Klaksvík, verður søkt
eftir einum fólki at røkja virksemið hjá felagnum í Føroyum. Starvsmaður verður starvandi
í Føroyum. Starvið hoyrir undir útflutningsdeildini sum er í Reykjavík.
Starvið:
• Tænasta og viðskiftafólk
• Søla og kunnan av tænastum felagsins
• Tilboðs- og sáttmálaavgerðir
• Sølustevnir og átøk í marknaðar og søluætlanum
• Arbeiða við ymiskum uppgávum samstundis
Førleikakrøv:
• Royndir innan søluarbeiði
• Kunning innan sjóvinnu
• Kunna arbeiða skipað og sjálvstøðugt
• Kunna vísa áræði viðvíkjandi fyritøkuni
• Hava HH-, studentsprógv ella líknandi
• Duga at samskifta bæði í skrift og talu
• Góðan teldukunnleika
• Hava rímuligan førleika í enskum í skrift og talu
Skrivlig umsókn við avrit av prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Samskip
Holtabakka, við Holtaveg, 104 Reykjavík, Ísland, í hendi innan 5.mars 2004. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Hinrik Bjarnason
deildarleiðara, á tel. +354 569 8386.
Holtabakki at Holtavegur 104 Reykjavík Iceland Tel. +354 569 8300 Fax +354 569 8327 samskip.is
argus – 04-0078