Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 24. februar 2004 19 Har var einki at gera hjá hoyvík- ingunum leygardagin. Strandingar vóru so dyggiliga omaná, tá liðini hittust leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen Í einari endur- tøku av steypa- finaluni vann StÍF stórt á H71, tá liðini bæði hittust í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið. Heili trettan mál vóru á muni, tá ið dysturin var lokin HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hjá hoyvíkingum er ikki so nógv eftir at spæla fyri í ár, burtursæð frá æruni sjálv- andi. H71 liggur aftast, men einki lið í 1. deild flyt- ur niður, so tað noyðast teir ikki at hugsa um. Heiðurs- merkini verða óivað býtt millum trý av teimum fýra liðunum, Kyndil, Neistin, StÍF og VÍF, og tí er lætt at ímynda sær, at tá ið steypa- finalan fór aftur um bak, var motivatiónin hjá H71 fyri kappingarárið farin. Hinvegin hava strandingar enn alt at spæla fyri, og hóast teir hava fýra stig upp til oddaliðið Kyndil, er alt enn møguligt. Millum ann- að er ein dystur eftir inni á Skála, har júst Kyndil kemur á vitjan. Hoyvíkingar fylgdu við eina løtu Dystirnir mill- um hesi bæði liðini plaga annars ikki at verða av teimum mál- ríkastu, tí í grundspælinum vann StÍF 23-21 í Hoyvíki, meðan dysturin á Skála endaði við einum sann- førandi 23-13 sigri til StÍF. Í dystinum í Hoyvíks- høllini leygardagin megn- aði H71 bert at fylgja við eina løtu. Longu tá ið eitt korter var leikt, høvdu strandingar lagt seg á odda við á leið fimm málum, og teir fáu áskoðararnir høvdu ilt við at síggja hoyvíkingar koma inn aftur í dystin. Strandingar høvdu alt ov lætt við at fáa mál, men hinvegin so var verjan strandingum eisini í gávu- hýri í fyrra hálvleiki. StÍF megnaði tó at tetta lekan í verjuni eftir steðgin, og so øktist munurin bara millum liðini. Her í blaðnum hava vit ofta nevnt, hvussu stóran týdning liðskiparin hjá hoyvíkingum, Halgir Dahl- Olesen, hevur fyri liðið hjá H71. Hevur hann ein góðan dag, er einki ómøguligt hjá hoyvíkingum, men hevur Halgir ein ringan dag, er lítið veiggj í H71. Dysturin leygardagin var ein av teimum dystunum, har lítið var um Halgir. Kanska var hann darv- aður av sjúku ella skaða, tí hann var langt frá sínum vanliga støði. Halgir er annars ein av teimum spælarum, ið hevur eitt rættuliga høgt botn- støði. Tað vil siga, at tað er ógvuliga sjáldan, at han spælir illa. Heldur spælir hann væl ella sera væl. Eftir at strandingar høvdu lagt seg á odda 15-9 um miðjan fyrra hálvleik, gekk tað rímuliga javnt á, og hóast hoyvíkingar við- hvørt komu nakað nærri, so svaraðu strandingar aftur beinan vegin. Tá ið farið var til hálvleiks, høvdu gestirnir innan av Skála- fjørðinum eina trygga leiðslu upp á fimm mál, 21- 16. Hoyvíkingar høvdu møguleikan at verið eitt sindur nærri strandingum, men tá krevur tað at man skorar upp á síni brotskøst. Av teimum seks brotskøst- unum, sum H71 fekk fyri hálvleik, fingu teir bert mál upp á tey trý. Munurin bara vaks Hóast hoyvíkingar gjørdu eitt lítið sprell í byrjanuni av seinna hálvleiki og vóru eina løtu bert trý mál aftan fyri StÍF, so var tó ongantíð nak- ar vandi á ferð hjá strandingum. Teir vóru skjótir at svara aftur, og tá ið komið var til miðjan seinna hálvleik, høvdu teir lagt seg á odda við okkurt um tíggju mál- um, og so var næstan bara at bíða eftir klokkuni. Leikararnir hjá báðum liðum tóktust hava sligið seg til tols við støðuna, sum hon var, og tí hendi ikki so nógv afturat í dystinum. Strandingar vóru tó stinnari til at fáa bóltin í málið, og tá ið teir 60 minuttirnir vóru leiktir, høvdu teir sent bóltin í H71-málið ikki færri enn 40 ferðir, meðan hoyvíkingar 27 ferðir høvdu sent bóltin í málið hjá strandingum! Altso ein trivaligur sigur til StÍF upp á 13 mál. Stóri spælarin hjá føroya- meistarunum av Strondum leygardagin, var ungi Leiv- ur Justinussen, ið skeyt ikki færri enn 11 mál í dyst- inum, harav tey trý við brotskasti. Men eisini málverjin Rasmus Magn- usson hevði ein góðan dag, tí hann tók fýra av átta brotskøstum, ið H71 fekk tillutað. Somuleiðis er vert at nevna landsliðsleikaran Bent Djurhuus, ið skoraði átta ferðir leygardagin. Hjá hoyvíkingum sást, sum áðurnevnt, ikki so nógv til Halgir Dahl-Ole- sen, og heldur ikki var venjarin Henrik Gerster serliga sjónligur. Størsti málslúkarin hjá H71 leyg- ardagin var vongurin Heini Bentsen, ið skeyt átta mál, meðan veteranurin Olaf Vestergaard, ið vanliga ikki er tann stori málskjúttin, skeyt heili seks mál. Dysturin í tølum H71-StÍF 27-40 (16-21) H71: Heini Bentsen 8(1), Olaf Vestergaard 6(2), Halgir Dahl-Olesen 4, Niels V. Niclasen 4, Henrik Gerster 3(1), Eyðun Jensen 1, Johnny Durhuus 1 StÍF: Leivur Justinussen 11(3), Bent Djurhuus 8, Borgar Danielsen 5, Sverri Justinussen 5, Jón Rasmus- sen 3, Alexandur Johansen 2, Mihai Marinescu 2, Pauli Hansen 2, Andre F. Daniel- sen 2 Brotskøst: H71 8(4), StÍF 3(3) Útvísingar: H71 1, StÍF 2 Dómarar: Geir Wardum og Gunnar Gregoriussen H71-StÍF 27-40 (16-21): Stórsigur til strandingar 19 18 Nr. 37 - 24. februar 2004 Talvið hesa vikuna Anttila,P (1982) — Olaf Berg (2168) NM 2004, Grp A (5. umfar) 21.02.2004 1.Rif3 Rif6 2.g3 c5 3.Bg2 Ric6 4.0—0 d5 5.d3 Bf5 6.Ribd2 Fd7 7.Re1 0—0—0 (Tað eru nógvir hættir at telva ímóti hvíta byrjanarspælinum. Olaf velur tað djarva og kompromileysa, hann fer eftir hvita kong- inum beinanvegin!) 8.c4 d4 9.a3 e5 10.Rih4 Bh3 11.Bh1 g6 12.Rie4? (Heldur meiningsleyst. Olaf fær nú m.a. møguleikan fyri nøkrum góðum álops- sinnaðum finnuleikum) 12...Rixe4 13.Bxe4 Be7 14.Rif3 f5 15.Bd5 Bf6 16.Rig5 Bxg5 17.Bxg5 Rde8 (Hvítur hevur bispaparið, meðan Olaf stendur nakað fríari. Enn er einki avgjørt) 18.Fd2 h6! (idé´in við leikinum kemur um nakrar fáar leikir) 19.Bxh6 f4! (Kvettir sambandið millum bisp og frúgv) 20.Bg5 Ff5 21.gxf4 Støðumynd eftir 21.gxf4 21...e4! og hvítur missur materiali ella verður mátaður á g2. T.d. 22.f3 e3 23.Fd1 24.Rh5! 0—1 Olaf Berg var um reppið at gerast norð- urlandameistari fyri unglingar føddir 1984-86, men eftir tap í seinasta umfarinum fekk hann tó eitt flott triðja pláss. NM fyri unglingar varð telvað í Karlstad í Svøriki í døgunum 19-22. februar TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Ungi havnarmaðurin hevði vinnandi støðu í seinasta talvinum, men lat tíverri íslendingin sleppa við skrekkinum. Skjótt kann tað venda í talvi. Tapið viðførdi eitt kortini flott triðja pláss. Olaf Berg fekk eins nógv stig sum nr. 2, men hevði verri mótstøðustig. Vinnari í elsta bólkinum varð danin Kristian K. Petersen við 4,5 stigum av 6 møguligum. Olaf fekk 4 stig meðan Martin Poulsen fekk 2,5 stig, sum gav honum 9. pláss. Olaf og Martin, sum um- boðaðu Føroyar í elsta bólkinum, fingu báðir eina góða byrjan við 1,5 stigum eftir fyrstu tvey umførini. Síðani steðgaði Martin upp, meðan Olaf streyk víðari móti toppinum. Olaf telvaði væl. Tað sæst týðiliga í talvum hansara, at sjálvsálitið er í topp. Olaf var styrkismettur sum nummar átta av tólv, og triðja plássið prógvar øgiligu framgongdina hann hevur havt í seinastuni. Ongantíð fyrr hava før- oyingar vunnu heiðurs- merki í elsta bólkinum, og Olaf hevur enntá tvey ár eftir í elsta bólkinum. Hin- vegin varð hetta seinastu ferð Martin hevði aldur at luttaka í NM fyri unglingar. Martin hevur, eins og Olaf, umboðað Føroyar í NM síðani 1997, og sum oftast við frálíkum úrslitum. Sum heild góð úrslit Føroyar høvdu á fyrsta sinni tveir luttakarar í øll- um fimm bólkunum, eins og hini norðurlondini. Í B- bólkinum (føddir 1987-88) fekk Rógvi Mortensen hálvtannað stig, meðan Jón Gregersen fekk hálvt stig. Føroyingarnir tóku javnt í seinasta umfarinum. Eitt hampiligt úrslit hjá Rógva, sum gevur honum nøkur ratingstig. Tað er altíð tor- ført at debutera í slíkari sterkari kapping, og tað má Jón ásanna. Helgi Ziska og Rógvi Dragaberg fingu báðir 3 stig í bólki C (føddir 1989- 1990). Tvey góð úrslit sum góvu teimum eitt deilt fimta pláss. Teir vóru tætt við topp trý, men báðir taptu tíverri í sætta og sein- asta umfari. Rógvi E. Nielsen úr Sandavági hevði eina góða kapping í bólki D (føddir 1991-92). 3,5 stig bleiv úr- tøka hansara og rakk tað til eitt deilt triðja pláss. Men verri mótstøðustig viðførdi, at hann offisielt bleiv nr. 5. Hjalti T. Jógvansson fekk í seinasta umfari bjargað sær ein javnleik. Hjalti hevði undan umfarinum einki stig, men fall kortini ikki í fátt! Í yngsta bólkinum (fødd- ir 1993 og seinni) stríddust Rúni Vørmadal og Olaf R. Samuelsen manniliga. Teir høvdu lægstu ratingtølini, og fingu báðir eitt stig. Teir fara helst at verða drúgvir í NM-høpi. Samanumtikið gekk tað væl hjá føroyingum. Eitt stórð herðaklapp til Talv- sambandið, fyrireikarnir, venjararnir, foreldur og hjálparfólk. NM 2005 verð- ur í Norra. Javnt í Linares Sterkasta kapping í ár verður í hesum døgum leikt í spanska býnum Linares. Sjey telvarar taka lut, og telvað verður dupultumfar, tvs. 12 umfør. Hesir eru: Kasparov (2831), Kramnik (2777), Shirov (2736), Topalov (2735), Leko (2722), Vallejo (2663) og 16 ára gamli Radjabov (2656). Fýra umfør eru leikt, og einasti telvari við meir enn 50% skoru er Leko, meðan einasti telvari undir 50% skoru er evnaríki Radjabov. Kappingin er ung enn, og nógv henda. Kasparov hevði eftir evstamark mánadagin hvíta fólkið móti Kramnik. Aftast frá vinstru: Lisa Helmsdal, Annika Wanddal, Guðrun í Jákupsstovu og Vígdis Joensen. Fremst frá vinstru: Stina Kollsker, Jenný Jónsdóttir Kragesteen, Jóna Baldvinsdóttir, Nanna í Stórustovu. Framman fyri teimum situr Silja í Liða Triðbestur í norður- londum Steypakappingarnar í ymsu deildunum eru nú um at verða lidnar. 7. februar eydnaðist tað hjá Neist- anum at vinna kappingina fyri gentur 10, og hava vit fingið niðanfyrstanandi liðmynd av teimum send- andi. - jm 10 ára gamlar steypa- vinnarar C M Y K 18