Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 24. februar 2004 21 20 Nr. 37 - 24. februar 2004 stóran fyrimun í mun til kollfirðingar. Sunnudagin høvdu kollfirðingar eina hálvleiksleiðslu upp á eitt mál, 17-16, og hann hildu teir eisini nakað væl inn í seinna hálvleik. So fór orkan at ganga undan, tí at tað vóru teir somu sjey, ið leiktu at kalla allan dystin. Tó fekk Regin Petersen luft í verjuni, tá ið Finn Heri Jo- hannesen fór inn í hansara stað. Hendan sama trupuleika hevur Kyndil sum sagt ikki, og tá ið teir gjørdu nakrar útskiftingar um miðjan seinna hálvleik, megnaðu teir í havnarfelagnum at gera tað avgerandi hál upp á javnt, og síðani at fara fram um KÍF. Ken Zacha- riassen, sum hevði spælt fyrstu løtuna í dystinum, kom inn aftur á høgra bakk, og tann ungi Sigtór Andrea- sen kom inn á høgra vong fyri Josef Abrahamsen. Sigtór fekk nøkur góð og týðandi mál á vonginum, meðan Ken av álvara styrkti um verjuna hjá Kyndli. Ken kom inn í verjuna at taka sær av Damir hjá KÍF, og hann fór eisini í nærdystirnar, sum stórur saknur hevði verið í frammanundan. Somuleiðis gjørdist Kyndil sterkari av, at Høgni Klein, sum í fyrra hálvleiki hevði spælt langt undir sítt vanliga støði, kom sterkt aftur, og hann gjørdi ikki mætari enn at skjóta tíggju mál eftir steðgin. Eitt av teimum mest týðandi mál- unum í dystinum stóð Høgni eisini fyri. Støðan var 30-29 til KÍF og kollfirðingar vóru í álopi, tá ið Høgni kemur ímillum ein avlevering og fer sjálv- ur allan vegin og fær Kyndil upp á javnt aftur. Orkan var farin at ganga undan hjá KÍF, og so skjótt Jónleif Sólsker hevði lagt Kyndil á odda 33-32, hevði tú varhugan av, at nú fingu kollfirðingar ikki fatur aft- ur á havnarmonnunum, og so var. Kyndil hevði leiðsl- una, tað ið eftir var av dyst- inum, og sum oftast var hon upp á tvey mál. Rættuliga sigandi fyri støðuna hjá KÍF var tað eisini, at einasti leikarin hjá teimum, ið fekk pausur í dystinum, nevnliga Regin Petersen, stóð fyri fýra av teimum fimm mál- unum, ið KÍF fekk seinastu fimm minuttirnar. Men líka lítið hjálpti tað, tí Kyndil vann dystin við tveimum málum, 42-40, og tryggjaði sær harvið tvey týðandi stig í kappingini um føroya- meistaraheitið, har teir nú eru á trý stig framman fyri Neistan, ið er nummar tvey. Dysturin sunnudagin hevur tó uttan iva givið kyndla- venjaranum, Jan Djurhuus, nógv at hugsa um, tí tað er ógvuliga sjáldsamt, at eitt lið vinnur ein dyst, hóast tað letur 40 mál fara inn hjá sær. Tískil er neyðugt hjá honum at fáa skil upp á verjuna undan teimum næstu dystunum. Dysturin í tølum KÍF-Kyndil 40-42 (17-16) KÍF: Damir Oros 13(3), Gert Hansen 11, Petur Martin Poulsen 7, Regin Petersen 7, Teitur Joensen 2 Kyndil: Høgni Klein 12, Jacob Jónsson 11, Jónleif Sólsker 5(1), Hans Áki Dal-Christiansen 5(4), Sigtór Andreasen 4, Finnur Hansson 3, Ken Zacharia- sen 1, Josef Abrahamsen 1 Brotskøst: KÍF 3(3), Kyndil 5(5) Útvísingar: KÍF 1, Kyndil 2 Dómarar: Kristian Johan- sen og Sámal Hansen - høvdu fult tamarhald á dystinum frá fyrsta bríksli, og tað var einki at siga til, at fyrsta útvísingin ikki kom fyrr enn góðar seks minuttir fyri leiklok Tað gjørdist eitt satt málgildi, tá ið KÍF og Kyndil hittust í Hoy- víkshøllini sunnu- dagin. Hóast talan var um ein dyst millum topp og botn, so var ikki nakar sjónligur munur á liðunum báðum. HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Teir okkurt um tveyhundr- að áskoðararnir, ið høvdu leitað sær niðan í Hoyvíks- høllini sunnudagin, sóu ein óvanliga málrikan, men ikki serliga undirhaldandi dyst. Báðar verjurnar vóru víðopnar, og tølini á mál- talvuni vuksu við rúkandi ferð. Tað poleraða hond- bóltsspælið sást ikki nógv til, men tó glógvaði tað til tíðir hjá báðum pørtum. Ógvuliga tamur dystur Talan var um ein ógvuliga taman dyst millum KÍF og Kyndil. Menn fingu frið at spæla bóltin runt, og tá ið onkur royndi seg við einum skoti ella einum gjøgnum- broti, so fekk viðkomandi leikari so at siga altíð frið til at gera tað. Teir kontantu nærdystirnir, sum annars mangan eru í hondbólti, vóru ógvuliga fáir í tali, og tað sigur ikki so lítið, at vit skuldu heilt fram til seks minuttir fyri leiklok, áðr- enn tann fyrsta útvísingin kom. Tað vóru annar kollfirð- ingar, sum vóru omaná meginpartin av dystinum. Í fyrra hálvleiki stóð eina løtu á jøvnum 4-4, men eftir hetta var KÍF á odda at kalla alla tíðina heilt fram til miðjan seinna hálvleik. Oddaliðið Kyndil hevði stórar trupulleikar av at fáa glið á spælið hjá sær í fyrra hálvleiki, og í verjuni hekk einki saman hjá teimum grønu. Serliga var tað stór- skjúttin hjá kollfirðingum, Damir Oros, ið gav teimum grønklæddu høvuðbrýggj. Hann langaði næstan eftir vild bóltarnar í kassan, og tað var ógvuliga undrunar- vert, at hann skuldi fáa so gott pláss og tíð til at fara upp at skjóta. Kanska var tað tí, at kyndlaleikararnir vóru bangnir um at missa strikuna, um teir fóru ov langt út. Strikan hjá KÍF, Gert Hansen, vísti aftur sunnudagin, at hann er ein av okkara bestu á júst hes- um plássi, tí hann dugir ómetaliga væl at gera seg leysan av verjuni. At hann harafturat er sera dugnalig- ur til at fáa fatur á bóltun- um, ger hann bert enn vandamiklari fyri mót- støðuliðini. Tann kanska allarbesti strikuspælarin, ið vit eiga her á landi, er vanligi strikuspælarin hjá Kyndli, Janus Einar Sørensen, men hann var ikki við í dystin- um sunnudagin. Undan dystinum sást Janus Einar ganga runt í høllini við einari høkju, men tíverri hevur tað ikki eydnast okk- um at finna út av, hvussu umfatandi skaðin er hjá honum. Í hansara stað á strikuni hjá Kyndli, leikti veteranurin Jónleif Sólsker, og hann er ein góður maður at hava í slíkum støðum. Hóast Jónleif ikki vanligani verður roknaður sum strikuspælari, so er hann ein so mikið royndur og dugnaligur leikari, at hann kann brúkast á øllum pláss, ja allarhelst hevði hann eisini verið ein fínur mál- maður, um tørvur var á tí. Kollfirðingar hava í mál- manninum, Óla Kristian Djurhuus, ein av landsins besta málverjum. Í dystin- um sunnudagin prógvaði hann enn einaferð sínar dygdir, tá hann ferð aftaná ferð, serliga í fyrra hálv- leiki, bjargaði frá púra fríum kyndlaleikarum. Alt ov ofta royndu teir grønu seg við tekniskum snildum, tá teir skuldu senda bóltin í netið, men Óla Kristian er nógv for garvaður til at lata seg lumpa av slíkum, og tí miseydnaðust teknisku snildurnar hjá kyndla- monnunum at kalla hvørja ferð. Tann einasti leikarin hjá Kyndli, ið hvørja ferð megnaði at snýta málverjan hjá kollfirðingum, var Jacob Jónsson. Eins og Óla Kristian er Jacob ein garv- aður leikari, og hann dugir ómetaliga væl at plasera síni skot, samstundis sum hann fintar málverjan. Mann kann næstan freistast at siga, at Jacob helt Kyndli inni í dystinum sunnudag- in, tí allir hansara viðleik- arar høvdu stórar trupul- leikar við at fáa bóltin í mál fyri steðgin. Útskiftingar hjálptu Ein av stóru trupulleikun- um hjá KÍF, er tann lítli hópurin. Breiddin er ikki serliga stór, og har hevur eitt lið sum Kyndil ein Málríkastu dystirnir í ár: Dystur Deild Úrslit Mál KÍF-Kyndil, menn 40-42 82 VB-StÍF, kvinnur 46-31 77 H71-StÍF, menn 27-40 67 KÍF-Neistin, menn 32-33 65 Neistin-Kyndil, menn 32-32 64 Kyndil-KÍF, menn 40-24 64 Neistin-KÍF, menn 38-25 63 H71-Kyndil, menn 29-33 62 Neistin-Stjørnan, kvinnur 27-34 61 KÍF-Neistin, menn 31-30 61 Neistin-H71 33-28 61 Nýtt met á 3.000 metrum Leygardagin tók Bogi Lenvid lut í innandura kapping í frælsum ítrótti. Kappingin var í Svøríki, og sjálvur tók Bogi lut í kappingini á 3.000 metrum. Føroyski rennarin kom her í B-finaluna, og í hesari skar hann eitt risa-stórt petti av gamla metinum á tein- inum. Hetta átti Hallur Holm, tá hann í Malm- ø fyri trimum árum síðani rann teinin í 9.23,97. Tíðin hjá Boga hesa ferð var 8.43,17, so talan var um eina betran upp á góðan hálvan minutt! Bæði hjá kvinnum og monnum gjørd- ist talan um mest málríku dystirnir á kappingarárinum, tá úrslitini fyri vikuskiftið vóru greið 40-42 dysturin í Hoy- víkarhøllini millum KÍF og Kyndil er so nógv tann málríkasti dysturin, sum hevur verið leiktur í ár.Hartil varð dysturin við næst flestu málunum í ár eisini leiktur um vikuskiftið, og eisini hann var í Hoyvíkarhøll- ini, tá StÍF vitjaði H71 leygardagin. Hjá kvinnunum eru tey 77 málini í Vági leygardagin eisini nógv tað mesta, sum er skotið í ár. -jm Málveitslur Bogi Lenvig skar leygar- dagin nærum hálvan minutt av føroyska metinum í 3.000 metra renning KÍF-Kyndil 40-42 (17-16): 82 mál í 60 minuttir Jacob Jónson var allan dystin ein støðug hóttan fyri KÍF verjuna, og einamest var tað kanska honum fyri at takka, at Kyndil endaði omaná í málríku uppgerðini sunnudagin Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 20