Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 24. februar 2004 23 Meðan Luksemborg ikki enn hevur vunnið, síðani Allan Simonsen gjørdist venjari, so var sigurin á Føroyum tann sjeyndi á rað hjá pólverska liðnum MÓTSTØÐULIÐINI Jóannes Hansen joannes@sosialurin Allan Simonsen hevur síð- ani leygardagin verið sam- an við gomlum kenningum í Cadiz í Spania. Leygar- dagin kom hann saman við landsliðnum hjá Luksem- borg til Spania. Hann sá Føroyar tapa 6–0 ímóti Pól- landi, og tað eru nógvir møguleikar hjá honum at heilsa upp á gamlar kenn- ingar. Luksemborgska liðið býr á gistingarhúsi dygst við síðuna av, har føroyska liðið heldur til í Cadiz. Allan Simonsen hevur framt ættarliðsskifti í Luk- semborg, og hann bíðar framvegis eftir fyrsta sigr- inum. Ivaleyst metir hann ikki møguleikarnar vera minni at vinna á Føroyum nú, enn frammanundan at hann var eygnavitni til eymýkingina ímóti Pól- landi. Føroyar og Luksemborg skulu spæla í dag. Tríggjar ferðir hevur sig- urin ikki verið so langt burtur hjá Allani Simonsen. Teir hava rokkið javnleiki ímóti trimum tjóðum, sum á FIFA styrkislistanum eru væl lægri enn Føroyar. Tal- an er um Kap Verde (0–0), Malta (1–1) og Liktinstein (3–3). Ímóti Liktinstein var Luksemborg aftanfyri 3–0, áðrenn teir tóku seg saman og skoraðu trý mál. Tað gjørdu teir, eftir at tveir spælarar hjá Liktinstein vóru riknir av vøllinum. Áhugavert er annars at leggja til merkis, at Luk- semborg hevur fingið nýggjan fótbóltsformann. Tá ið Føroyar í 2001 vunnu tvær ferðir ímóti Luksem- borg, var Paul Philipp venj- ari hjá Luksemborg. Tey, sum vóru á tíðindafundin- um eftir dystin á Svanga- skarði, munnu minnast til, hvussu upproyttur hann var um, at dysturin var spældur undir sovornum umstøðum. Nú er hesin Paul Philipp nývaldur formaður í fót- bóltssambandinum hjá Luksemborg. Pólland vinnur nógv Pólland megnaði ikki at spæla seg í EM endaspælið í Portugal í summar. Teir endaðu aftanfyri Svøríki og Letland. Pólland luttók í HM endaspælinum í 2002, men annars hava teir ikki verið í endaspølum síðani 1986. Nú hava teir vunnið sjey landsdystir á rað. Umframt ímóti Føroyum vunnu teir í síðstu viku 2–0 ímóti Slo- venia. Tað var mikukvøld- ið. Ta ferðina vóru fleiri av spælarunum, sum eru í útl- endskum feløgum á liðn- um. Pólland er í HM undan- kappingarbólki saman við Onglandi, Wales, Norður- írlandi, Eysturríki og Aser- badjan. Allan bíðar framvegis Oddabrakið í Klaks- vík gjørdist ein marathon-dystur, har liðini stríddust í tveir tímar, og har tað at enda bert vóru tveir bóltar á muni FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Alt bendir nú á, at flog- bóltskvinnurnar í Klaksvík skjótt aftur kunnu rópa seg føroyameistarar. Tað hava tær annars ikki kunna gjørt síðani 2000, tá tær vunnu fyri trijðu ferð í slag, og tó at tær síðani hava verið sera nær við ávíkavist Dráttur, TB og ÍF, so telir tað líka- sum ikki ordiliga í hagtøl- unum. Har stendur bara, hvør gjørdist meistari, og eitt glopp upp á fýra ár er sera long tíð hjá einum sig- ursvandum liði. Sum til steypafinalu Sunnudagurin var so dagur- in, tá Mjølnir skuldi taka avgerandi fetið móti gullin- um. TB kom á vitjan, og einki er at siga til, at áhugin fyri dystinum var stórur. Hópur av tvørafólki var komið norður at heppa, og klaksvíkingar sýndu eisini dystinum stóran áhuga, so karmarnir kring tað heila mundu vera mest sum átøk- ir einari steypafinalu. Kanska uttan tera-flex gólv og útlendskan dómara, men stemningurin var ikki at fara skeivur av. Ein av leikarunum hjá Mjølni, sum hevur verið við til tað mesta, er Marjun Kalsø, og hóast hon hevur upplivað fleiri stórar dystir, so helt eisini hon, at stemn- ingurin í høllini var heilt serligur. – Eg skal ikki siga, at tað ongan tíð hava verið so nógv fólk til flógbólt í Klaksvík, men hetta var ein stuttligur dystur. Har var ein øgiligur gangur allan dystin á tamb, og at enda var einki at siga til, at spæl- ararnir vóru móðar, helt hon fyri. Dramatikkur til tað seinasta Og talan var um ein harðan dyst. Serliga tey trý fyrstu settini vóru væl spæld, og liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna upp gjøgn- um settini. Nógv varð lagt fyri í bæði servum og mót- tøkum, og góð álop bylgj- aðu aftur og fram eftir vøll- inum. Liðini bæði tóku hvør sítt av teimum báðum fyrstu settunum, og tá Mjølnir so tók triðja settið, tóktust tær vera ávegis sigrinum. Kanska var tað eisini júst hetta, sum klaksvíkskvinn- urnar sjálvar hildu, og í øll- um førum mistu tær full- komuliga konsentratiónina í fjórða settinum. Hóast álopsspælið til tíðir gekk hampuliga væl, so megn- aðu tær ikki at sláa avger- andi bóltarnar í gólvið, og tá Gudrid Nolsøe so servaði út í eitt frá 12 og upp til 23, so var ikki stórvegis hjá Mjølni at gera, og so kundu áskoðararnir gleða seg til eitt dramatiskt seinasta sett. Hetta gjørdist á ongan hátt eins væl leikt, sum stórur partur av dystinum annars hevði verið. Til tess vóru nervarnir helst ov nógvir og møðin helst ov stór, men dramatikkurin var tó í hásætinum. TB var uppi á 7-4, og tó at Mjølnir fekk minkað 8-7 áðrenn liðini skiftu síðu, so tóktist av- gerðin vera follin, tá TB so vann seg upp á 12-9. Mjølnir vann seg tó aftur. Ikki bara upp á javnt, men heilt upp á 14-12, men seinasti og avgerandi bólt- urin mátti tó bíða. Fýra ferðir átti heimaliðið dyst- arbólt, men tær tríggjar fyrstu ferðirnar megnaði TB at svara aftur, men tá so Mjølnir slapp upp á 18-16 var liðugt. Mjølnir tók oddasessin, og eru nú á meistarakós. Ikki liðugt Men hóast støðan nú sær ikki sørt hugalig út hjá Mjølnir, so vil royndasti leikarin á liðnum als ikki tosa hart um nakað meist- araheiti enn. – Vit skulu í øllum førum framvegis vinna allar okk- ara dystir, sigur Marjun Kalsø. – Ikki minst hava vit ein sera truplan dyst á Gilja- nesi, og ÍF hevur eisini víst, at tær kunnu bíta frá sær, so vit taka so einki fyri givið. Men hóast ávarandi orð- ini, so er eitt stórt smíl at hoyra, tá spurt verður, um tað ikki sær rættiliga gott út. – Jú, tað ger tað nokk, men arbeiðið skal gerast liðugt. Vit skulu hugsa um ein dyst í senn og syrgja fyri at vinna. Í øllum førum er tað nú upp til okkum, sigur Marjun. Við 14 meistaraheitum í bestu føroysku kvinnu- deildini og fýra gullmerkj- um í OL-høpi er hon í ser- flokki mest vinnandi før- oyski flogbóltsleikarin og tá vit at enda spyrja, hvørt 15 ikki er eitt pent tal, tyk- ist tað ikki ósannlíkt, at hon sjálv miðjar ímóti hesum talinum, áðrenn hon endar sína gongd í bestu deildini. – Nú skal man ongantíð siga ongatíð. Men tað er kanska upp á tíðina, at onkrar av teimum yngru eisini sleppa framat. Eg havi so væl og virðiliga nátt tey mál, sum eg havi seg mær, so hvør veit? Kanska verður hetta seinasta árið, sigur altso Marjun Kalsø at enda. Pólland–Føroyar 6–0 (4–0) Vinardystur Leygardagin 21. februar 2004 kl. 17.15 í San Fernando í Spania Dómari: Dominguez Cascales úr Spania 100 áskoðarar 1–0: Pawe Kryszaowicz 9. 2–0: Pawe Kryszaowicz 39. 3–0: Pawe Kryszaowicz 41. 4–0: Pawe Kryszaowicz 42. 5–0: Tomasz Kos 61. 6–0: Mariusz Kukieka 87. Pólland: 1. Maciej Nalepa, Karpaty Lwow Ukreina (12. Wojciech Kowalew- ski, Spartak Moskva Russland, 46.) – 4. Marcin Baszczyn'ski, Wisla Krakow, 6. Jarosaw Bieniuk, Amica Wronki (14. Jacek Kowalczyk, Wisla Krakow, 46.), 2. Tomasz Kos, Wisla Krakow, liðformaður, 3. Marcin WasilewskiWisla Plock – 9. Marek Zien'czuk, Amica Wronki, 10. Marcin Burkhardt, Amica Wronki, 5. Mariusz Kukieka, Wisla Krakow, 7. Damian Gorawski, Wisla Krakow (15. Marcin Nowacki, Groclin Grodzisk Wielkopolski, 46.) – 8. Pawe Kryszao- wicz, Amica Wronki (16. Ireneusz Jelen', Wisla Plock, 46.), 11. Maciej Zurawski, Wisla Krakow Gult kort: Burkhardt 66. Venjari: Pawel Janes Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, 60/- 155, NSÍ – 5. Johan B. Hansen, 9/0, Horsens FC Danmark, 4. Óli Hansen, 1/0, NSÍ, 13. Óli Johannesen, 64/1, liðformað- ur, TB, 2. Súni Olsen, 12/1, GÍ – 9. Jákup á Borg, 31/1, HB (14. Hjalgrím Elttør, 10/0, Fremad Amager Danmark, 60.), 6. Jann Ingi Petersen, 8/0, Fremad Amager Danmark (12. Andrew Fløtum, 11/1, Fremad Amager Danmark, 46.), 7. Fróði Benjaminsen, 25/1, Fram Reykjavík Ísland, 8. Julian Johnsson, 55/4, ÍA Akranes Ísland – 10. John Petersen, 51/6, B36 (17. Christian Lamhauge Holst, 2/0, Lyngby BK Danmark, 60.), 11. Christian Høgni Jacobsen, 20/2, Vejle BK Danmark Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 16. Bárður Johannesen, 0/0, HB, 3. Jóhannis Joensen, 17/0, B36, Hans Fróði Hansen, 26/1, B68, 15. Atli Danielsen, 3/0, KÍ, 18. Símun Samuelsen, 1/0, VB Ikki á listanum: Pól Thorsteinsson, B36, Hans Fróði Hansen, B68 Venjari: Henrik Larsen Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen Liðleiðari: Heðin Askham og Birgir Hansen Lækni: Jens Pauli Marstein Fysioterapeutar: Álvur Hansen og Øssur Steinholm Ferðaleiðari: Dánjal Andeasen Mjølnir á meistarakós Sigurin er heima. Mjølnir vann oddabrakið og stevna nú við fullari ferð móti 15. meistaraheitin- um í kvinnudeildini mynd: SáH Dysturin í tølum 23 22 Nr. 37 - 24. februar 2004 Tvær løtur á fimm minuttir hvør kost- aðu dýrt hjá neista- kvinnunum, sum helst mistu seinasta heiðursmerkjamøgul eikan við tapinum fyri VÍF HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verða Stjørnan, VB og VÍF, sum fara við heiðurs- merkjunum. Tað tykist í øllum førum at standa sól- arklárt, eftir at VÍF sunnu- dagin vann á Neistanum, sum er á fjórða plássinum á stigatalvuni. Høvdu takið Verður hugt eftir, hvussu úrslitini hava verið í ár, so var kanska ikki annað væntandi, enn at VÍF skuldi fara avstað við sigrinum. Neistin hevur nevnliga havt sínar trupulleikar av ovastu trimum liuðunum, soleiðis at tað fyri tað nógva hevur tókst, at Neistin skuldi enda árið í onkrum slag av onga- mannalandi, har talan hvørki bleiv um odda- ella botnstríð. Onkra tíð hevur tó bragd- að, og sunnudagin bendi nógv á, at Neistin hóast alt skuldi megna at halda fast í heiðursmerkjavónini. Allan fyrra hálvleik á tamb vóru tað tær, sum høvdu størsta orðið at siga í einum dysti, tær fyrst og fremst løgdu dentin á, at spælið hjá VÍF ikki skuldi fáa loyvi at koyra. Í verjupartinum ans- aðu tær væl eftir, at serliga Sóley og Ioana ikki sluppu framat, og í álopspartinum varð ansað eftir, at bóltar ikki vórðu tveittir óneyðugt burtur, soleiðis at eyðkenda kontra-spælið hjá VÍF kundi fáast at koyra. At VÍF so eisini tíðliga í dystinum misti Nikolinu Eyðbjørns- dóttir bøtti heldur ikki um fortreytirnar fyri teirra viðkomandi, og var tað ikki fyri Tommu Petersen í málinum, so kundi støðan verið munandi verri hjá VÍF enn tað eina málið, sum var á muni. Dýrir minuttir Var tað nakað í dystinum, sum tær í Neistanum mundu iðra seg um, so vóru tað tvær løtur í seinna hálvleiki, har dysturin varð fullkomuliga mistur á gólvið. Fyrra av hesum løtunum vóru fyrstu góðu fimm minuttirnir av seinna hálv- leiki, har at kalla einki hekk saman hjá Neistanum. Uppleggið, sum varð fylgt so væl fyri steðgin, tóktist nú als ikki at vera til í høvdunum á leikarunum, ið mest sum kappaðust um at gera mistøk. Dýr mistøk, sum fleiri ferðir góvu VÍF møguleika at kontra. At høgra verjuborð hjá Neist- anum heldur ikki var nakað serligt hesa løtuna nýtti Jacklin Durhuus til at bróta nakrar ferðir ígjøgnum, og so var tað brádliga VÍF, sum hevði fingið sær eina góða leiðslu. Tað líktist í nógvum mátum eini avgerandi løtu, men spakuliga fekk Neistin tó strítt seg aftur í dystin. Við Ásu á Neystabø sum avgjørdum skipara í verju- spælinum eydnaðist nú aftur at taka broddin av VÍF. Spakuliga – men trygt – minkaði leiðslan hjá VÍF burtur, og góðar fimm minuttir fyri leiklok stóð aftur á jøvnum. Men aftur sveik konsen- tratiónin á neistaliðnum. Tær megnaðu ikki longur at halda høvdið kalt, og tá VÍF so samstundis megnaði at sláa kalt vatn í blóðið, heldur enn at gerast panikk- slignar, fann dysturin sína avgerð. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at Neistin ikki kundi koma nær námind sigrinum aftur, og at VÍF samanlagt vann 7-1 hesar fimm minuttirnar sigur helst tað mesta í so máta. VÍF sýndi nevnliga kanska týdningarmesta eginleikan hjá einum liði, sum vil gera seg galdandi í oddinum. Nevnliga at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum, heldur enn at lata sinnalagið koyra alt spælið upp í røkur. Megnar eitt lið tað, so vísir tað seg ofta, at teir fyrstu 50 minuttirnir hava minni at siga í so máta. Tann eginleikan tyk- ist liðið hjá Neistanum ikki at hava í løtuni, og fremsta avleiðingin av hesum tykist vera, at liðið kann leggja allar dreymir um heiðurs- merki á hillina fyri hetta kappingarárið. Dysturin í tølum Neistin-VÍF 20-26 (11-10) Málskjúttar Neistin: Simona Dziugyte 8(1), Lina Andrijulyte 5, Marjun Tróndarson 2, Ása Dam á Neystabø 2, Lív Sørensen 1, Vivian Una- dóttir 1, Unn Kragesteen 1 VÍF: Ioana Rápa 9(1), Sóley Mikkelsen 7, Irina Radivici 4, Fríða Marjunar- dóttir 3(1), Jacklin Durhuus 3 Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3 Útvísingar: VÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Tóktust ikki hava teir stóru trupulleikarnar Við einum sannfør- andi seinna hálv- leiki fekk VB ein trivaligan sigur, tá StÍF vitjaði leygar- dagin HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Heimaáskoðararnir í Vági mundu ivaleyst tevja ein stórsigur, tá StÍF kom á vitjan leyg- ardagin. Hóast tapið í steypafinaluni, so hevur seinna kappingarhálva í nógvar mátar bent tann vegin, at VB væl kann endurvinna meistara- heitið í kvinnuhond- bólti, og fáur mundi rokna við, at StÍF skuldi gera stórvegis við hesa gongdina. Tað megnaði StÍF so heldur ikki, men í góðan hálvan tíma fingu tær tó loyvi til at vera partur av dystinum í Vági. Tær á heimaliðnum tóktust einamest hugsa um, hvussu nógv mál tað skuldi bera til at fáa burtur úr dystinum, og tí var verjan nakað væl meira opin, enn hon plagar at vera, tá VB spælir. Í steðginum varð hetta tó fingið upp á pláss. Samstundis royndi VB at halda trýstið í álops- partinum, og ikki ó- væntað gav hetta útslag í, at munurin nú av álvara fór at veksa. VB fekk við hesum ogna sær enn tvey stig í royndunum at taka Stjørnuna aftur, og ikki minst, so tykjast tær eisini vera væl ávegis at syrgja fyri, at um so er, at talan verður um mál- mun, sum er avgerandi, so eru tær betri fyri. Tað kann vísa seg at gerast nógv vert, men fyrst og fremst, so eru tað stigini, sum telja, og eisini í hesum kann VB sjálvt gera av, hvørt tað verða tær, sum aftur í ár skulu hava gullið um hálsin, ella um hesin lutur í ár fellur til Stjørnuna. Dysturin í tølum VB-StÍF 46-31 (21-18) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 14, Aukse Vysniaskaite 11(4), Gurið Mortensen 9, Rannvá Augustinus- sen 7, Eydis Kjærbo 3, Laila Jespersen 2 StÍF: Sunfríð B. Jacob- sen 9(4), Melica Ergic 7, Ninna K. Jacobsen 5, Paula B. Høgnesen 4, Poula D. Olsen 3, Anna B. Danielsen 3 Brotskøst: VB 5, StÍF 5 Útvísingar: VB 2, StÍF 4 Dómarar úr H71: Høgni M. Joensen & Brandur E. Johannesen VB-StÍ 46-31 (21-18): Málveitsla í Vági Neistin-VÍF 20-26 (11-10): Neistin misti takið Sóley Mikkelsen og VÍF megnaðu tað, sum Neistin ikki megnaði. Nevnliga at halda høvdinum kalt í avgerandi løtunum, og so gjørdist talan um ein – í tølum – tryggan sigur til VÍF Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22