Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. februar 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 37 - 24. februar 2004 25 Bæði ÍF og SÍ vunnu væntaðu sigrarnar um vikuskiftið, men Fram megnaði tó at taka sett ímóti tap- andi steypafinalist- unum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ikki stórvegis av spenningi undan teimum báðum mansdystunum um vikuskiftið. Kappingin er langt síðani blivin til eina kapprenning millum Mjølnir og ÍF, og fyrst og fremst eru tað dyst- irnir millum hesi bæði lið- ini, sum spenningurin hev- ur verið um. Tó kann eisini roknast við, at sørvingar fara at royna at pilka við hetta, og møguliga verður tað so, at tað verða teir, sum gera av, hvar meistaraheitið fer. Hesaferð var tó eingin innanhýsis uppgerð millum hesi lið á skránni. Mjølnir hevði frí, meðan ÍF og SÍ dystaðust móti illa sperdu havnarliðunum, og her gjørdust úrslitini ikki óvæntað, at stigini fóru úr høvuðsstaðnum. Leygardagin megnaði Fram tó eina lítla løtu at loypa hvøkk á sørvingar, tá teir fóru avstað við triðja settinum í einum dysti, sum SÍ fram til tá hevði fult tamarhald á. Tað var nokk eisini bara so, at gestirnir tóku tað dekan ov róligt hesa løtuna, og tá teir so aftur settu ferð á í fjórða settinum, var einki roks. Tað var tað heldur ikki, tá ÍF vitjaði Fleyr. Her gjørd- ist úrslitið ein tryggur 3-0 sigur til ÍF, sum sostatt togaði seg upp á oddasessin í deildini. Her eru teir í løtuni eitt sett betri enn Mjølnir, men hinvegin eiga klaksvíkingarnir ein dyst til góðar, so enn eru tað teir, sum hava fyrimunin. Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 6 5 - 0 - 1 481 364 117 21 2 VB 6 6 - 0 - 0 499 376 123 20 3 VÍF 6 4 - 0 - 2 465 377 88 17 4 Neistin 6 3 - 0 - 3 452 416 36 14 5 StÍF 6 1 - 0 - 5 412 486 -74 7 6 Søljan 6 1 - 0 - 5 342 453 -111 4 7 Kyndil 6 1 - 0 - 5 302 481 -179 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 4 3 - 0 - 1 423 388 35 15 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 400 367 33 12 3 StÍF 4 2 - 0 - 2 356 334 22 11 4 VÍF 4 2 - 0 - 2 369 348 21 10 5 KÍF 4 1 - 0 - 3 364 417 -53 5 6 H71 4 1 - 0 - 3 341 399 -58 4 Máltindarnir Kvinnur Simona Dziugyte Neistin 153 (25) Aukse Vysniaskaite VB 135 (37) Nicoleta Radu Søljan 121 (23) Ioana Rápa VÍF 113 (26) Daiva Tuomaite VB 112 (16) Katarina Stepanov Stjørnan 100 (20) Sóley Mikkelsen VÍF 98 (20) Gurið Mortensen VB 93 (6) Milica Ergic StÍF 92 (10) Irina Rodevici VÍF 85 Nikolina Eyðbjørnsdóttir VÍF 82 Joan M. Djordjevic Stjørnan 80 (28) Annika Ljósstein Stjørnan 79 (19) Heidi Maria Akselsen Søljan 75 (5) Lina Andriulyte Neistin 73 Menn Halgir D. Olesen H71 97 (9) Blagoje Buha Neistin 93 (22) Dragisa Stojovic Neistin 92 (3) Hans Áki Dal-Christiansen Kyndil 87 (33) Damir Oros KÍF 76 (24) Áki Mørk Neistin 74 (15) Petur Martin Poulsen KÍF 73 Ingi Olsen VÍF 69 (23) Agnar Joensen VÍF 67 (8) Jacob Jónsson Kyndil 63 Høgni Klein Kyndil 63 (2) Gert Hansen KÍF 62 (2) Sámal Joensen VÍF 57 (8) Artur Johansen StÍF 57 (11) Alexandur Johansen StÍF 56 (21) Tað er ikki bara hjá monn- unum, at flogbólturin í høvuðsstaðarøkinum ikki hevur tað nakað serligt. Tað fyrr so einaráðandi kvinnuliðið hjá Fleyr hevur seinnu árini havt tað sera tungt, og heldur ikki um vikuskiftið bragdaði hjá teimum. Hesaferð var ÍF á vitjan, og tær fóru heim aftur við einum 3-0 sigri í viðførin- um. Sigurin var tó ikki altíð líka vísur, og tey bæði fyrstu settini stríddust tær á heimaliðnum sera væl. Báðu ferðirnar endaði alt tó við sigri til verandi meist- ararnar, og so fall alt saman hjá Fleyr, sum enn er einsa- malt í botninum av talvuni. Kollafjørður er eisini partur av høvuðsstaðar- økinum, og í flogbóltshøpi merkir tað, at eisini tær eru partur av botnstríðnum. Her er tað tó helst ikki sama kenslan, sum ger seg galdandi, tí sum nýggjasta liðið í deildini ræður fyrst og fremst um at staðfesta sína støðu í deildini hjá teimum. Tað gjørdu teir eisini so dyggiliga tey fyrstu umførini, men eftir at kanadiski stórspælarin óvæntað varð noydd at fara heim aftur, hevur mest sum staðið í stað hjá teimum. Hesa ferð tók KÍF ímóti Drátti, sum helst er einasta liðið, sum kann órógva gullveitsluna hjá Mjølni, og tað var eisini sjónligur munur á liðunum. Dráttur tók sær ein tryggan 3-0 sigur, har KÍF ongan tíð var í nær námind nøkrum setti, og við hesum tykist Dráttur halda lyftið, sum tær góvu eftir taptu steypafinaluna. Tá søgdu tær seg fram- haldandi vilja stríðast í hvørjum einasta dysti, og so er spurningurin, um tað er nóg mikið til at hjálpa tvørakvinnunum. Flogbóltsúrslit Meistaradeild kvinnur KÍF-Dráttur 0-3 (11-25, 16-25, 16-25) Fleyr-ÍF 0-3 (25-27, 21-25, 16-25) Mjølnir-TB 3-2 (25-23, 25-27, 25-20, 13,25, 18-16) Meistaradeild menn Fram-SÍ 1-3 (12-25, 17-25, 25-15, 15-25) Fleyr-ÍF 0-3 (15-25, 17-25, 15-25) Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 16 13 - 3 42 16 26 18 2 TB 16 12 - 4 41 15 26 16 3 Dráttur 16 9 - 7 34 26 8 14 4 ÍF 16 7 - 9 25 30 -5 10 5 KÍF 16 6 - 10 22 39 -17 7 6 Fleyr 16 1 - 15 9 47 -38 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 13 11 - 2 35 9 26 15 2 Mjølnir 12 11 - 1 33 8 25 15 3 SÍ 13 7 - 6 26 21 5 10 4 Fram 13 2 - 11 10 34 -24 2 5 Fleyr 13 1 - 12 5 37 -32 2 Havnin fær einki gjørt Fram tók eitt sett Dráttur sýndi leygardagin, at skal nakar nerta nakað av oddaliðunum, so mugu tað helst verða tær Mynd: Álvur Haraldsen Eina lítla løtu megnaði Fram at kløkka SÍ, men nóg mikið til stig var tað á ongan hátt Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 37 - 24. februar 2004 HB málverjin, Bárður Johannesen, fer í dag fyri fyrstu ferð at verja føroyska landsliðsmálið MÁLVERJIN Jóannes Hansen joannes@sosialurin Av persónligum ávum fór Jens Martin Knudsen sunnudagin úr føroysku landsliðsleguni í Spania. Harvið er greitt, at Føroyar ímóti Luksemborg í dag fer at hava nýggjan mann ímillum stólparnar. HB málverjin Bárður Johanne- sen sat á beinkinum leygar- kvøldið, og í dag verður hann í málinum. Á beinkin- um fer Gunnar Nielsen, sum eisini er HBari, at sita. Gunnar, sum umboðar Frem í Keypmannahavn, kom sunnudagin til Cadiz í Spania. Bárður Johannesen er ikki nakar ársungi í fót- bólti. Hann er 30 ára gam- alur, og hann hevur verið fastur maður í HB málinum seinastu fimm árini. Bárður er annar HB málverjin á landsliðnum, síðani Føroy- ar í 1988 fingu altjóða limaskap. Tann fyrsti var Kaj Leo Johannesen, sum vardi føroyska málið fýra ferðir og ofta var eykamað- ur hjá Jens Martini Knud- sen. Frammanundan altjóða limaskapinum átti HB fleiri landsliðsmálverjar: Marius Mikkelsen, Petur Sigurð Rasmussen, Regin Árting, Petur Petersen, Kári Thors- teinsson og Mikkjal Mikkelsen. Bárður verður sætti mál- verjin á landsliðnum síðani 1988. Umframt Kaj Leo Johannesen, Jens Martin Knudsen og so Jákup Mik- kelsen, sum orsaka av skaða gav avboð til venj- ingarleguna í Spania, hava hinir verið Bjarni Johansen og Sunvard Joensen. Pól neyvan tøkur Pól Thorsteinsson hevur ikki verið serliga heppin á landsliðnum. Leikbann kostaði honum alt 1999 og eisini dystir í 2000. Hann er við á ferðini í Spania, men tá ið venjingarlegan var tríggjar dagar gomul, legð- ist hann við influensu. Tá ið vit frættu í gjár, var hann framvegis sjúkur, og tað var rættuliga ivasamt, um hann fór at verða førur fyri at spæla í dag. Atli Danielsen hevur havt smávegis trupulleikar við lærkrikanum. Tað varð mett í gjár, at hann og Jóhannis Joensen og Símun Samuel- sen, sum tykist vera væl fyri, fara at fáa spælitíð í dag. Hóast Pól ikki var tøk- ur, so var Hans Fróði Han- sen leygarkvøldið heilt utt- anfyri liðið. Hann verður ivaleyst í dag ímillum teir, sum fara at fáa møguleikan. Jens Martin er farin til hús Póland skoraði trý mál í tveir minuttir, og so avhølvaðu teir føroyska liðið, sum tóktist vera verri fyri, enn tað áður hevur verið hesa tíðina, og sum leið vanlukkuliga nógv undir, at tveir lyklaspælarar í verjuni ikki vóru tøkir PÓLAND–FØROYAR Jóannes Hansen joannes@sosialurin Leygarkvøldið løgdu før- oysku landsliðsspælararnir rygg til eyðmýkjandi tap. Talan var um størsta lands- liðstapið, síðani Jugoslavia 6. juni í 2001 vann 6–0 í Føroyum. Póland, sum fyri tveimum árum síðani akku- rát kneykaðu 2–1 sigur ímóti Føroyum, skoraði seks mál, og føroyingarnir vóru sørir. – Vit mugu bara stað- festa, at hetta á ongan hátt gekk, sum vit høvdu vónað, og vit høvdu heldur ikki roknað við, at tað skuldi vera so stórur munur. Spæl- býtið kundi bent á polskan trý ella fýra mála sigur. Men teir høvdu stóra úr- tøku, og dugdu væl at fáa nyttu burturúr mistøkum, og tá ið teir í tveir minuttir stutt fyri hálvleik skoraðu trý mál, var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin skuldi gerast. Tað er Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjarin hjá Henrik Larsen, sum vit hava í telefonini. Hann staðfestir, at fyrstu fjøruti minuttirnar var munurin ikki so ógvuliga stórur. – Vit vóru hampuliga væl við, hóast teir høvdu yvir- vág. Okkara høvdu royndir ímóti málinum hjá teimum, og einki bendi á, at talan skuldi verða um stórt tap. Men so var heilt galið: – Eg haldi, at í ov nógv- um førum vóru okkara spælarar ikki so væl fyri, sum teir hava verið aðrar ferðir, tá ið vit hava verið á venjingarlegum hesa ársins tíðina. Tá ið konditiónin ikki er nóg góð, sást tað aftur í ferðini, bóltførleik- anum, yvirblikkinum og fatanini av spælinum, og tað hevur alt við sær, at mistøkini vera nógv og at tey raka meint. Um støðan framvegis fer at vera so- leiðis, so er tað ein spurn- ingur, um vit kunnu spæla landsdystir ímóti Pólandi og øðrum tjóðum, sum eru á teirra støði, staðfestir Jógvan Martin Olsen, sum veit, hvat hann tosar um. Hann hevur verið hjálpar- venjari hjá landsliðnum síðani í 1996. Pól og Jón Rói dyggiliga saknaðir Føroyar hava síðstu árini havt væl skipaðan verju- part, sum hevur verið tryggi botnurin í liðnum. Hesa ferð var neyðugt at umskipa verjuna. Jón Rói Jacobsen, sum hevur verið álit, venur í Danmark fyri at koma fyri seg eftir at hava slitið krossbandið, og Pól Thorsteinsson hevur ligið við influensu mesta partin av tíðini, síðani føroyska ferðalagið kom niður á iberisku hálvoynna. – Jón Rói og Pól eru bólt- tryggir og skjótir, samstun- dis sum teir duga væl at lesa spælið. Leygardagurin vísti, at vit eru meint raktir, tá ið teir ikki eru við. Men so skal eg leggja afturat, at Johan B. Hansen, sum fekk møguleikan á høgra vong- verja, vísti seg at vera tann av okkara, sum var best fyri, og Óli Johannesen spældi sum um hann ikki ætlar sær at spæla av við landsliðssessin. Men tað ber trupulleikar við sær, tá ið fleiri útskiftingar verða gjørdar í verjuni, sigur Jógvan Martin Olsen. Kiksarar Tá ið pólverjar settu hol á í 9. minutti, var tað eftir før- oysk kiks. Jens Martin Knudsen skuldi skjóta burt- ur eftir afturlegging, men bólturin fór eftir jørðini út til Pawe Kryszaowicz úr Amica Wronki. Hann sendi bóltin í tóma málið, og har- við hevði hann lagt grund- arlagið undir størsta avrik- ið, sum hann nakrantíð hev- ur staðið fyri á pólverska landsliðnum. 29 ára gamli álopsspælarin skoraði tey trý korterini, sum hann var á vøllinum, fýra mál. Eftir evarska lítlari løtu undan steðginum skoraði hann trý mál. Tað fyrsta fekk hann, eftir at føroyska liðið hevði mist á veg í álop, og verjan varð spæld heilt tunn. Í næsta førinum trillaði hann bóltin í tóma málið, eftir at ein av før- oysku spælarunum hevði prikað bóltin framvið Jens Martini, og tað triðja stút- aði hann mitt fyri málinum eftir hornasparksinnlegg. Í 2. hálvleiki skiftu báðir partar nógv út, og spurn- ingurin var bara, hvussu stórur pólverski sigurin skuldi gerast. Tveir av verjukendu spælarunum komu á málskjúttaralistan. Tá ið teir skoraði til 5–0, tóktist tað sum um, at teir gjørdu fríspark ímóti før- oysku verjuni, men tað helt spanski dómarin ikki. Tríggjar minuttir undan leikloki staðfestu teir tenn- issigurin eftir sera hug- flogsríkt uppspæl, har teir eftir tríggjar ferðir at spæla eitt tvey gjørdust púra blankir. Í Spania hevur Óli Johannesen rudduliga staðfest, at hann framvegis ætlar sær at vera millum teir sjálv- skrivaðu SPÆLARAHAGTØL Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Ofta hevur á hesum síðum verið tikið til felagið, ið bara teir eru limir í, sum hava rokkið 50 landsdyst- um. Felagið er framvegis eksklusivt, tí tað telur ikki fleiri enn seks limir. Tað er heldur eingin møguleiki fyri, at fleiri fara at gerast limir í hesum felagnum í ár. Næstu møguleikarnir eru Jákup Mikkelsen, sum hev- ur spælt 32 landsdystir, og Jákup á Borg og Pól Thor- steinsson, sum 31 ferðir hava verið á landsliðnum. Nú er nýtt felag við at gerast veruleiki. Leygar- kvøldið vardi Jens Martin Knudsen, sum verður 37 11. juni, føroyska málið fyri 60. ferð. Bara ein annar føroyskur spælari hevur verið so ofta á landsliðnum. Tað er liðformaðurin, Óli Johannesen, sum ímóti Póllandi spældi landsdyst nummar 64. Óli verður 32 6. mai. Hesir báðir eru úrmæl- ingar. Leygarkvøldið fór Jens Martin undir sítt seytj- anda ár á landsliðnum. Hann var við í fyrsta FIFA landsdystum í 1988, og tað er einki, sum bendir á, at hann ætlar at leggja kongin. Óli Johannesen, sum fyrstu ferð var á landsliðn- um ímóti Ísrael á Svanga- skarði í august í 1992, hev- ur boðað frá, at hann fer at spæla við TB í 2. deild, og at einki fer at broyta hans- ara trúfesti ímóti barn- dómsfelagnum. Í fjør fekk Óli at vita frá venjarunum, at hetta fór ikki at økja han- sara møguleikar at halda tørn um landsliðssessin. Í Spania hevur Óli víst, at venjararnir kunnu rokna við honum: – Óli spældi væl leygar- kvøldið, og í venjingunum hevur tað verið hugaligt at síggja, at Óli er væl fyri, og at hann er alla tíðina er millum teir fremstu og tek- ur uppgávuna sum liðfor- maður í stórum álvara, sig- ur Jógvan Martin Olsen. Leygarkvøldið var Óli Hansen úr NSÍ fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hann er 87. spælarin, sum hevur umboðað Føroyar, í teim- um 92 altjóða skrásettu landsdystunum síðani al- tjóða limaskapin í 1988. Fróði upp á 25 Leygarkvøldið var Fróði Benjaminsen fyri 25. ferð á landsliðnum. Hetta var samstundis fyrsta ferðin, at hann umboðaði annað felag enn barndómsfelagið á Toftum. Spæliloyvið hjá Fróða er nú hjá Fram í Reykjavík. Fróði er 23. før- oyski spælarin, sum hevur spælt 25 landsdystir. Næst- ur at røkka hesum talinum verður ivaleyst Rógvi Jacobsen. Hann er skrásett- ur fyri 24 landsdystir. Hann var úttikin til Spaniu ferð- ina, men hann gav avboð. Aðrir spælarar høvdu eis- ini smærri rundar dagar á landsliðnum leygarkvøldið. Christian Høgni Jacobsen spældi landsdyst nummar 20, og Hjalgrím Elttør var fyri tíggjund ferðina á landsliðnum. Julian Johnsson spældi landsdyst nummar 55. Har- við legði hann Allan Mørk- øre afturum seg. Allan var tann fyrri teirra, sum rakk 54 landsdystum. Saknurin av lyklaspælarum var katastrofalur Jens Martin í 60ara felagnum Jens Martin er bara næsti føroyski leikarin, sum hevur rokkið teimum 60 landsdystunum C M Y K 24