Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Sambært yvirliti yvir inn­ tøkuviðurskifti fiskimanna, sum Føroya Fiskimannafelag legði fram á landsfundi í desember, sæst, at daginn­ tøk­an hjá teimum, sum sigla við nótaskipum, var heilar 9.092 krónur í miðal fyri hvønn fiskidag í 2011. Samanborið við árið fyri 2010, var miðalinntøkan fyri hvønn veiðidag 2.613 krónur hægri í 2011. Hyggja vit so, hvussu árið 2009 vignaðist, var inntøkan fyri hvønn veiðidag hetta árið 4.663 krónur, sum er heil­ar 4.429 krónur minni enn í 2011. Færri veiðidagar Yvirlitið vísir eisini, at miðal­ veiðidagatalið í 2011 var 167, sum er 71 færri enn í 2010 – og 10 færri enn í 2009. Tað merkir, at nótaflotin hevði nógv færri veiðidagar í 2011 enn í 2010, men umleið sama veiðidagatal í 2011 sum í 2009. Falda vit inntøkuna fyri hvønn veiðidag (167 dagar) í 2011 við daginntøkuni (9.092 krónur) sama ár, fáa vit ein dekkarapart, sum í 2011 svarar til 1,518 miljónir krón­ur. Seta vit sama rokni­ stykkið upp fyri árið 2010, tá veiðidagatalið var 238, og inntøkan fyri hvønn dag var 6.479 krónur, fáa vit ein dekkara­part á 1,542 miljónir krónur. Hetta merkir, at árs­inn­ tøkan í 2010 og 2011 hjá dekk­ arum við nótaskipum hevur verið umleið hin sama, men hvør veiðidagur í 2011 gav nógv meiri enn í 2010. Rætta myndin Tað er so skjótt, at misskilj­ ingar kunnu koma í, tá ræður um inntøkutøl fiskimanna, um borðreitt verður við hes­um tølum uttan aðrar frá­greið­ingar. Daginntøkan hjá dekk­arum, sum sigla við nóta­bátum og øðrum fiski­ førum lýgur ikki, men við flestu skipabólkum er eingin maður umborð hvønn túr. Taka vit partrolararnar, er van­ligt, at tveir partrolarar hava tríggjar manningar, og so­leiðis skal daginntøkan být­ast millum fleiri dekkarar enn teir, sum svara til tvær mann­ingar. Í tølunum yvir inn­tøku­ viðurkskiftini hjá teimum, sum sigla við nótaflotanum, eiga eisini fleiri dekkarar lut enn teir, sum eru umborð hvønn túrin sær. Flestu nótaskip fram­ leiða ikki umborð, og tí er mann­ingartalið á hesum skipum nógv minni enn mann­ingartalið við eitt nú Norðborg, ið er fram­leiðslu­ skip við umleið 40 monnum umborð. Í samrøðu við Sosialin hava teir, sum standa aftan­ fyri Norðborg, sagt, at tá árið er úti, hava umleið 70 mans verið við skipinum, men tá hava teir seinastu bert verið einstakar túrar við. Rætta myndin Tað stutta av tí langa er, at tað gevur eina skeiva mynd at halda, at dekkarar við nóta­skipunum í 2011 hava tjent meiri enn hálva aðru miljón krónur í part. Soleiðis hongur tað ikki saman. Hinvegin skerst ikki burtur, at daginntøkan hjá teimum, sum vóru við nóta­ skipum í 2011, var meiri enn 9.000 krónur. vilmund@sosialurin.fo Dekkarar við nóta- skipum tjentu yvir 9000 kr. um dagin Bæði í 2010 og í 2011 høvdu dekkarar, um teir vóru við nótaskipunum hvønn túr hesi bæði árini, tjent meiri enn hálva aðru miljón krónur í part. Í 2011 høvdu skipini í hesum bólki bert 167 fiskidagar í miðal, men inntøkan hjá dekkarum fyri hvønn veiðidag meiri enn 9.000 krónur í miðal Tað gevur eina skeiva mynd at halda, at dekkarar við nótaskipunum í 2011 hava tjent meiri enn hálva aðru miljón krónur í part. Soleiðis hongur tað ikki saman. Hinvegin skerst ikki burtur, at daginntøkan í 2011 var meiri enn 9.000 krónur... Miðalinntøkan hjá dekkarum við línuskipum var 1.186 krónur í 2011. Frægasta árið hjá línumonnum – um vit fara nøkur ár aftur í tíðina – var 2007, tá miðaldaginntøkan var 1.803 krónur Mynd: Vilmund Jacobsen