mikudagur 4. januar 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 2011 høvdu nótaskip í miðal 167 veiðidagar
– og í 2010 var miðalveiðidagatalið 238.
Dekkarapartur fyri hvønn veiðidag í 2011 var
9.092 krónur móti 6.479 krónum í 2010
Mynd: Vilmund Jacobsen
Vilmund Jacobsen
Tað
gongur
væl
hjá
summum veiðibólkum og
verri hjá øðrum. Soleiðis
hevur tað altíð verið, og
soleiðis fer tað ivaleyst altíð
at vera.
Í greinini á hesi opnu um
inntøkurnar hjá dekkarum
við nótaskipum sæst, at dag
inntøkan hjá hesum monn
um ongantíð áður hevur
verið so stór sum í 2011. Tann
veiðibólkur, sum hevur mill
um lægst løntu dekkarar,
eru línuskipini. Men eisini
millum línuskip er rættiliga
ymiskt, hvussu árini roynast,
og soleiðis er eisini ymiskt,
hvussu inntøkan hjá mann
ingini vignast.
Lágar inntøkur
Taka vit línuskipini undir
einum í 2011, var miðal dag
inntøkan hjá dekkara 1.186
krónur. Miðalveiðidagatalið
hetta árið var 215, sum so
leiðis svarar til, at dekkarar,
sum vóru við línuskipum
hvønn túr í 2011, høvdu eina
ársinntøku, sum lá nakað
oman fyri 250.000 krónur.
Meðan fleiri veiðibólkar
gjarna hava meiri enn eina
manning, er vanligt, at línu
skipini sigla við somu mann
ing tað mest av árinum. Línu
skip liggja, tá streymurin er
harður, og tað gevur monn
um nakrar frídagar. Tí hava
teir kanska ikki sama tørv á
skifti við aðrar menn, sum
teir, ið eitt nú sigla við ís
fiskatrolarum.
Ísfiskatrolarar
koma
gjarna inn til landing tíðliga
á morgni og loysa vanliga aft
ur sama dag.
Frægasta árið hjá línu
monnum – um vit fara nøkur
ár aftur í tíðina – var árið
2007, tá miðaldaginntøkan
hjá
dekkarum
var
1.803
krónur.
vilmund@sosialurin.fo
Tjentu 255.000 krónur við línuskipum
Tað eru serliga línuskipini, sum hava havt tungan rakstur seinnu árini,
men árið í fjør eydnaðist heldur frægari enn árið fyri