mikudagur 4. januar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú siti eg her nýggjársaftan,
í stovuni hjá mammu míni.
Og hon situr har so fitt og
hyggur eftur Manchester
United í stólinum hjá beiggja
mínum. Hettar fekk meg til
at vekja nógv góð minnir um
mín elskaða beiggja. Eg helt
ikki, at hettar árið skuldi
renna út, uttan at eg fekk
skrivað nakrar reglur um
hann.
Ikki varðnaðist tað meg,
tá eg fór niður við honum á
sjúkralegu um hálvan mai, at
alt skuldi ganga so skjótt sum
tað gjørdi. Tað vóru nógvar
góðar løtur, og góðir túrar vit
høvdu saman, í góðveðrinum
í Keypmannahavn, sjálvt um
hann hevði eina álvarsama
sjúku at dragast við.
Eg
fari
ongantíð
at
gloyma hvussu tolin og posi
tivur hann var allan vegin
ígjøgnum, og hvussu róligur
hann var. Líkamikið hvørji
boð vit fingu, so kundi hann
siga við meg: ”Rúna, vit taka
ein dag á gangin”. Og tá kem
ur mær í huga, reglurnar í
sanginum hjá Hallur Joen
sen: ”Njót hesa stund, tí tú
sanna mást tað, at vit eiga
bert dagin í dag”.
Hann var eisini altíð so
glaður og takksamur fyri vitj
aninar hann fekk, av tykkum
øllum, sum vóru so hjartagóð
og komu forbí at heilsa uppá,
bæði á Ríkissjúkrahúsinum,
og á Hotel Tórshavn.
Men góða mamma, eitt
skalt tú vita. At teg, hugsaði
hann nógv um, og ikki minst
síni kæru børn. Tað var ongin
dagur ið fór forbí, har hann
ikki spurdi um eg hevði ringt
heim til tín, og hevði eg ikki
gjørt tað, so bað hann meg
gera tað.
So nærkaðist tíðin har
vit sluppu heim til Føroyar
aftur, og hann gleddi seg so
nógv til at koma heim til øll
síni kæru. Hann sá út sum
ein lítil smádrongur tá ið vit
byrjaðu at pakka niður. Og
eg skrivaði í gestabókina, á
Hotel Tórshavn frá okkum
trimum
syskinum:
”Takk
fyri hesa góðu tíð, tit hava øll
verið so sera blíð. Nú fara vit
heim, við gleði og gleim”.
Eftur at hann var heim
komin, gjørdist hansara tíð,
saman við sínum kæru, alt
ov stutt. Tí Harrin vildi taka
hann heim í dýrdina. Har
er eingin sjúka, og ei heldur
pína.
Góði Bent, tað er eitt stórt
tómrúm í mínum hjarta
nú, men tað er ein troyst at
vita at tú hevur tað gott har
tú ert, har einglasongur og
gleði er.
Her vil eg enda við einum
versi úr bíbliuni, tí eg haldi at
tað lýsur beiggja mín so væl.
Vísdómurin omanfrá er
fyrst reinur, síðani friðsamur,
mildur, lagaligur, fullur av
miskunn og góðum ávøkstum,
uttan flokkakenslu – og ikki
bert eiti.
Bræv Jákups 3, 18.
Góða mamma, má Harrin
styrkja teg, í hesu tungu tíð.
Og minst til at vit døtrarnar,
og ommubørnini eru her, og
vilja verða alt fyri teg. Jesus
pápi signi teg.
Friður verið við minninum
um mín elskaða beiggja,
Bent.
Systur tín, Rúna
Nøvn
Minningarorð um beiggja mín,
Bent Frimannsson Baldvinsson
Hin 23. november 2011 fingu brøðurnir Andrass og Líggjas Jógvansson prógv frá ávikavist University of Edinburgh og
University of the West of England í Bristol. Andrass sum Master of science in economics (finance) og Líggjas sum Bachelor
of arts in economics.
Prógv
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr