Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Babba er føddur og upp­ vaksin við Gjógv, sonur Astrid og Petur Johannesen. Hann er sætti í røðini av 10 systkjum, tey vóru 5 systrar og 5 brøður. Elstur var Gordon, so Jason, Svanhild, Kaj, Dagmar, Hilmar, Harry, Jón­vør, Palma og yngst Sól­ klár. Babba flutti til Havnar 14 ára gamal í 1956, har hann byrjaði at arbeiða á Bacalao. Í 1957 fór hann í læru sum bil­ mekanikari hjá Sverra Djur­ huus úti í Rættará, og hann var útlærdur í 1961. Babba bleiv knýttur at brandstøðini í Havn í 1967 sum leysur brandmaður. Frá 1. juli 1971 var hann sam­ an við Gudmundi Isfeldt (Mynda) og Hans Mikk­el­ sen (Hanseman), sum teir fyrstu settir í fast starv sum brandmenn í Havn. Hann var eisini í tveim­um tíðar­skeið­ um brand­meist­ari, í 1977-1979 og í 1981. Hann arbeiddi sum brandmaður til 1994, tó við undantaki av árunum 1983 til 1988, tá ið hann starvaðist hjá býráðnum. Hann var leysur brandmaður til 2007 og var sostatt knýttur at brand­ støðini í 40 ár. Í 1994 fór babba at starv­ ast sum húsavørður hjá poli­ tinum. Her var hann longu ein kenningur, tí hann starv­ aðist sum eykapolitistur frá 1984 til 1990. Hetta starvið røkti babba, til hann 67 ára gamal valdi at gevast. Enn hevur hann tó samband við Politistøðina, tí hann hjálp­ ir við onkrum smávegis arbeiði. Babba giftist 9. januar 1965 við mammu, Arnhild f. Skorá úr Kaldbak, sum eisini er úr einum systkinaflokki upp á 10, eisini 5 systrar og 5 brøður. Tey settu búgv í J. Pat­urs­ sonargøtu, sum tá var í út­ jaðaranum í Havn. Har búðu tey, til tey bygdu í Kaldbak í 1981. Har var støðgurin tó ikki so drúgvur. Longu í 1988 fluttu tey aftur til Hav­nar, hesaferð út á Teig. Síð­ani 2004 hava tey búð í Kirkju- stræti í Hoyvík. Mamma og babba fingu okkum 4 børn: Jann í okt.1965, sum býr í Kaldbak, Petur Juul í nov. 1966, sum býr í Havn, so tvíburarnar Ann og Unn í juli 1970, sum báðar búgva í Kaldbak. Tey hava nú ikki færri enn 17 abba- og ommubørn, og tað fyrsta langabbabarnið er á veg, so tað kann sigast, at familjan er blivin stór. Babba er ein trúgvandi maður, stillførur og álítandi. Hansara andaliga heim hevur síðani hann flutti til Havnar í 1956 verið í Ebenezer, har hann hevur sungið í sang­ kórinum, nú syngur hann í manskórinum. Eisini er hann raskur at hjálpa til við ymiskum fyrifallandi arbeiði í Ebenezer. Somuleiðis er hann eisini heilt fitt vesturi á Zarepta og tekur eina hond í har. Eisini hevur hann verið í Grønlandi í summar og verið við at byggja hús til summarlegur. Ja, babba er sera væl fyri, og hevur eisini verið sera virkin. Hann var við í fimleikaraliðnum hjá Dániali Húsgarð í nógv ár, fekk eisini 25 ára nálina. Nú ger hann fimleik saman við pensjónistunum í Til­ hald­inum. Og tá ið veðrið er til vildar, so eru babba og mamma dagliga gongutúrar á Tórsbreyt, ja, summar dagar fara tey tveir túrar. At ferðast hevur babba helst lært frá mammu. Tey hava verið nógvar túrar. Fleiri rundtúrar við Norrønu eru tað blivnir til, bæði til Danmarkar, Norra og Ís­ land, og ofta hevur okkurt abba­barn verið við. Eis­ini hava tey bæði verið í Turka­ landi, Fraklandi, Póllandi og Tunesia. Tey hava eisini verið á cruiceferð. So hvør veit, hvat næsta ferðamál verð­ur! Eitt er vist, og tað er, at babba er altíð góður at heita á. Áðrenn hálvtalað orð, er hann klárur. Tað ger tað sama, um tað skal málast, gravast, leggjast rør, bilur um­vælast, stoypast ella tað er at ansa barnabørnum. Við hesum orðum fara vit at ynskja tær hjartaliga tillukku við teimum 70 og takka fyri alt, tú og mamma hava verið fyri okkum. Sjálvan føðingardagin er babba burturstaddur. Børnini Ein heilsan til pápa okkara Hilmar Johannesen á 70 ára degnum 5. januar TØKK TØKK TØKK Hevur tú etið ov nógv á jólum, og kiloini eru komin uppá, so er møguleiki at sleppa av við tey aftur á Strondum. Til ber nevniliga at melda seg til eitt skeið, ið byrjar hósdagin 12. januar í Stranda skúla. Á skeiðnum verður tann einstaki vigað/ur, BMI, blóðtrýst og pulsur verða máld, og ein fær eina kost­ ætlan og eina ætlan um, hvussu ein eigur at røra teg. Í hvørjum einstøkum føri er tað tín ætlan, ið verður við­gjørd hvønn hósdag, verð­ ur sagt. Tilmeldingargjaldið er 500 krónur og 20 krónur fyri hvørja viging. Taparin vinnur