Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Jøklarnir minka skjótari Eitt danskt granskara­ toymi sigur seg nú hava staðfest, at jøklarnir í Grønlandi minka skjót­ ari nú enn fyrr, og sam­ bært gransarunum er tað vorðið soleiðis, tí at luftin og sjógvurin eru vorðin heitari. Mads Hvid Riber­ gaard, sum er ein av gransk­arunum, sigur við grønlendska kring­ varpið, at teirra royndir vísa, at broytingar í veð­ ur­lagnum ávirka jøkl­ arnar nógv skjótari, enn vísindin hevur hildið higartil. Eitt annað áhugavert við teimum nýggju kann­ ingunum í Grønlandi er, at tað er ikki bara síðani tað seinasta aldarskiftið, at jøklarnir eru minkaðir serliga skjótt. Kanningarnar vísa, at hetta sama hendi í 1930'unum og í 1940'unum, og tá vóru luftin og sjógvurin eisini rættiliga lýggj, siga gransk­ararnir. Leita eftir lodnu og svartkjafti Tey flestu íslendsku uppi­sjóvarskipini eru farin aftur til fiskiskap eftir at hava ligið inni um jólini og nýggjárið, skrivar Morgunblaðið. Sambært blaðnum fóru 15 skip á lodnuveiði í gjár, og hini fara teir næstu dagarnar. Tíggju skip skulu leita eftir lodnu uppi á Norð­ur­ landinum. Hetta verður gjørt í samstarvi við hav­rannsóknarstovuna, og havrannsóknarskipið Árni Fríðriksson leitar eisini. Eitt íslendskt upp­ sjóvarskip, Aðalsteinn Jónsson, sum hoyrir heima á Eskifirði, fer í næstum í føroyskan sjógv at leita eftir svart­ kjafti, skrivar Morg­un­ blaðið. Sleppa ikki av við tubbakið Ein norsk kanning vísir, at umleið fjórði hvør roykj­ari ger á hvørjum ári eina roynd at leggja av, og at tað serliga er um árs­skiftið, at fólk royna at sleppa av við tubbaki. Men kanningin vísir eisini, at tíverri byrja umleið 80 prosent aft­ur at roykja longu inn­an fyri eina viku. Í norska heilsu­stýr- in­um undrast tey á, at bara umleið 25 prosent av roykjarunum royna at leggja av. Stýrið vísir á, at tey seinastu tíggju árini er talið á roykjarunum í Noregi minkað rættiliga støðugt, men kanska eru tað tey, sum ikki klára at leggja av, sum framvegis festa sær í. Tey, sum hava ella høvdu viljan, hava longu lagt av. 21 prosent av øllum norð­monnum millum 16 og 74 ár ella umleið 800.000 fólk roykja dag­ liga. 6.700 norðmenn doyggja av royking á hvørjum ári. Tað svarar til 16 prosent av øll­um deyðsføllunum í land­ in­um. Stovnurin Ipos hevur spurt 18.000 fólk í 24 londum, hvørja vón tey hava um bú­ skapargongdina í heim­land­ inum, og har svara ikki minni enn 73 prosent av teimum spurdu í Svøríki, at støðan hjá svenska búskapinum er góð, og at tey hava álit á honum. So jaliga meting hava tey ikki í hinum londunum í Evropa. Týskland er á øðrum plássi. Har hava góð 60 prosent álit á landsins búskapi. Tað kann neyvan koma óvart á nakran, at serliga italiu­menn og spaniumenn hava lítið álit á egnum bú­ skapi, men støðan er lítið mæt­ari í Fraklandi og serliga ikki í Ungarn. Kanningin hjá Ipos um­ fatar eisini USA, Kanada og Saudiarabia. Hon vísir, at 19 prosent av teimum spurdu amerikanarunum hava álit á landsins búskapi, tað sama siga 62 prosent í Kanada og heili 89 prosent í Saudiarabia. Sviar hava álit á egnum búskapi Í teimum flestu evropeisku londunum stúra fólk fyri altjóða búskapinum og búskapinum í egnum landi. Men í Svøríki er ørvísið Íslendingar valdu ta bestu leiðina Ísland, Írland og Letland fingu líkar trupulleikar, tá fíggjar­ krepp­an tók seg upp í 2008, men íslendingar valdu ta skila­ bestu leiðina við at lata bankarnar fara av knóranum Tað er niðurstøðan hjá hag­ frøðinginum Zsolt Dar­ vas, sum stóð á odda fyri at kanna viðurskiftini í teim­um trimum londunum, og hvussu kreppan hevði ávirkað tey. Kanningin bleiv gjørd sum ein avleiðing av, at øll trý londini vendu sær til Altjóða Gjaldoyragrunnin um hjálp. Írska blaðið Irish Inde­ pen­dent endurgevur úr niður­støðuni, at sambært hagfrøðinginum var tað rætt av íslendingum at lata teir bankarnar fara á húsagang, sum høvdu ført ein skeivan handilspolitikk. Avleiðingin av avgerðini hjá íslendingum varð, at teir eru slopnir lætt­ ari ígjøgnum kreppuna enn írar og letlendingar. Irish Independent skrivar, at búskaparliga afturgongdin hevur verið minni í Ís­landi enn í hinum báðum lond­un­ um, og harafturat er ar­beiðs­ loysið eisini minni í Íslandi enn í Írlandi og Letlandi.