Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit minnast flest allir før­ oyingar, tá bankarnir blástu vakrar tónar ígjørnum kunda­pípuna. Teir bjóðaðu kund­unum til galladøgurðar runt Føroya land, og kund­ arnir fingu at síggja vøk­ur ljós show víst uppí himm­al­ rúmið. Men nú eru arðir tónar í kundapípuni. Tað eru ikki orð fyri, hvussu bank­arnir hóreiggja sær við at áleggja kundunum fleiri ómaks­gjøld. BankNordik boð­aði frá, at teir fóru at koma við umleið 60 eyka ómaks­gjøldum til teirra trú­føstu kundar. Gjøg­ num Kring­varpið vissaði stjórin kundarnar um, at gjøldini vóru komin fyri at verða. Tey deyðu skuldu held­ur als ikki verða gloymd av bankunum. Nei, um tú vilt minnast ein av tínum nærmastu við eini pen­inga­ upp­hædd, ja, so vil bankin eisini verða mintur vegna tey deyðu við einum ómaksgjaldi upp á 25 krónur fyri hvørja samkensluflyting. Eg spyrji bara, hvar er moralurin hjá leiðslu bankans og hvar gong­ur markið? Kenni meg snýttan Eik kom síðani sum úlvur í lamsskinni og boðaði sínum trúføstu kundum frá, at teir skuldu sleppa frá fleiri av hesum ómanksgjøldum. Tey gomlu skuldu sleppa enn og betur við fríum tænastum. Tað er bara heilt í ordan, at pen­siónistar sleppa undan fleiri av hesum gjøldum, men onkrastaðni skuldi Eik fáa nakrar eyka inntøkur. Ja nemliga - allir lántakarar, sum hava tikið BRF lán, Real­ kredit, altso donsk oblika­ tións­lán, skula nú gjalda eitt størri ómaksgjald, fyri at Eik umsitir hesi lán. Fyri ein vanligan kunda merkir hetta, at ómaksgjaldið veksur við umleið 8000 krónum um árið. Hvussu við tænastuni – man hon far at vaksa sam­ svarandi? Eg ivist! Fría atgongd til landskassan Vit mugu spyrja, hvussu ber tað til, at bankarnir fáa loyvi at hækka sínar rentur og ómaksgjøld, tá vit vita, at landið endurrindar heili 36% í rentustuðli til set­ húsa­lán. Rentustuðulin er í veru­leik­anum ein beinleiðis stuðul til bankarnar. Meðan landskassin koyrir við ein­ um halli uppá umleið 6-700 milliónur krónum, fáa bank­arnir samanlagt fleiri hundr­að milliónur meira í rentu­inntøkum bein­leið­is úr landskassanum, uttan at nakar politiskur myndug­ leiki hevur játtað meirút­ reiðsl­una. Samstundis tyngir hetta um gjaldsførið hjá landskassanum, so lands­ kassin má finna fleiri inn­ tøkur - og tað eru so aftur tú og eg sum skula gjalda. Tvungin at føroyskum banka Eg haldi heilt persónliga, at hetta líkist so púrasta ongum sum bankarnir hóreiggja sær. Vit hava øll verið vitni til, at bankastjórarnir eru fagnaðir við lógvabrestum og hava bjóða partaeigarum til galladøgurðar, har eg millum annað sjálvur varð bjóðaður við. Men hvat hendi, tá bank­ arnir blivu stýrdir beint av knóranum? Hvar blivu innbjóðingarnar av til teir so nevndu galladøgðurarnar, tá partabrøvini blivu niður­ skrivað til kr. 0,00. Aftur har komu bankarnir við eini rokning fyri at umsita partabrævgoymsluna, sum undir stovnan var uttan kostnað. Og eg spyrji, hvør fekk gylta handtrykkið við fleiri milliónum krónum? Tað var so sanniliga ikki kundin, hvørki so ella so. Men kundin bleiv sanniliga ikki gloymdur, men fekk sum trúfastur kundi eyka ómaksgjøld at bera. Kundin hevur, sum alt er samansett í dag, heldur ongan møguleika at flyta til útlendksan banka, men er tvuning at brúka føroysku okursbankarnar. Eg vil meina, at vit van­ligu føroyingar skula hava møgu­ leika fyri at fáa okkara lønar­ inntøku í tann banka sum vit vilja og eisini uttanlands um, vit ynskja tað, uttan um teir føroysku bankarnar, so eitt sindur av kapping kann koma í. Nú, Húsalánsgrunnurin kemur við sínum realkredittlánum, verður tað uttan iva bara betur fyri lántakararnar. Sjálvsagt skal landið kunna verða við at fíggja sethúsalán. Landið er jú við sum er, tá hugsað verður um rentustuðulin, sum landið rindar beinleiðis til bankarnar sum reinan stuðul. Bankin útnyttar flatskattin Tað fyrikemur mær soleiðis, at nú lands­stýrið hevur sam­tykt eina progresiva flat­skatta­skipan, ja so síggja bank­arnir sær møguleikan fyri, at teir skula hava ein part av hes­um flat­skatti, við at at hækka rent­urnar, ómaks­gjøld og tænastu­ gjøld. Tað virkar fyri mær, sum at kundin skal als ikki hava møguleika til at njóta gott av eini slíkari flatskatta­ skipan, sum kemur at geva okkum nakað meiri av tøkum peningi til gerandisdagin. Buktina og báðar endarnar Bankarnir bjóða kundunum at stovna 60 ára kontu, kapital pensión konti o.s.v. Men hvat er tað bankarnir gera, tá teir koma við hesum “tilboðum”. Jú , ikki skula vit verða blind ella naiv, tí um tú hevur tikið eitt sethúsalán, sum vanliga tekur 30 ár ella kanska nærri 40 árum at gjalda aftur, tá ert tú blivin pensionist. Tá eru hesar ymisku pensiónskontinar opn­ar og tú sum sethúsaeigari hevur uttan iva endurfíggjað ella gjørt ymiskar ábøtur á hús tíni, sum kosta væl av peningi, tá stendur bankin sum hægsti harri yvir tínari kontu og tekur tína uppspærdu pensión av kontuni fyri at gjalda lán út fyri. So aftur har skuldi tú heldur onga gleði fáa av pensiónini, men einans hetta, at tú skal kempa fyri at bankin skal yvirliva og restina má tú so sjálvur finna útav. Tá verða neyvan nakrar sømdir at heinta frá lánistovninum, tí tá ert tú alt ov gamal og við ørðum beininum í grøvini. Hví hava bankarnir fría atgongd í landskassan? Annfinnur Garðalíð Skipari Uttan politiska viðgerð ella játtan hækka bankarnir útreiðlsurnar hjá landskassanum við nógvum milliónum. Og kundin er prísgivin føroysku bankunum, sum hóreiggja sær júst sum teir vilja. Kjak Árið er nú farið, og Mold­ varp Føroya hevur tænt sín­um endamálið við nøkr­um sendindum í Sjón­varpi Føroya. Higar­til havi eg tíverri, í fjøl­miðl­un­um, ikki sæð annað enn nega­tiv­an kritikk av hes­um send­ ing­um. Í flestu før­um eru tað negativar við­ merk­ingar, og fokuserað hevur verið á banniorð og annað, sum skurrar í oyrunum hjá sart­um sálum. Tað eru óivað tey, sum hava uppskriftina uppá, hvørji orð eru loyvd ella ikki handan portrið hjá Sankta Pæt­ uri, men tey um tað. Eg vóni ikki at sankta Pætur hyggur eftir, um ð er sett á rætt stað, tí so er eingin møguleiki hjá mær í glæstriborgini. Moldvarp Føroya, sum vit í seinastuni hava fylgt við, er skemtisending á sera høg­um støði, onkur kritisk­ur viðmerkjari segði, at send­ingarnar kost­aðu heilar 300.000 kr. Eg havi bert tað et siga, at tað er flott klárað at gera slíkt megnarverk so bíliga. Moldvarp Føroya er skemt “LIST” á sera høgum støði. At byrja við hveptist eg við, men samanumtikið skulu tit frá mær fáa besta karakter við píli upp­eftir. Vit eiga tíverri alt ov fá sum tora og hava evnir til at bróta upp úr nýggjum, men sjónleikararnir og upp­tøku­fólkini hava í hesum send­ingum veru­liga brotið upp úr nýggjum. Eitt megnar av­ rik sum hevur stórt rós uppi­borið. Men um eg flyti meg yvir í ekstrema bólkin. So vil eg siga, at um banni­ orðini vóru skerd, so hevði tað ikki minkað um listar­liga avrikið, og færri fingu ilt í reyvina. Tit søgdu í seinastu send­ingini, við gráti í rødd, at tit ikki komu aft­ ur. Hetta vóni eg er bert sera gott skemt, tí eg gleði meg at síggja tykkum aft­ ur, tá ið árið fer at halla. Moldvarp Føroya = kostn­aðar­lítil list á sera høg­um støði. Moldvarp Føroya er list á høgum støði Jóhan heri Joensen Vit mugu spyrja, hvussu ber tað til, at bankarnir fáa loyvi at hækka sínar rentur og ómaksgjøld, tá vit vita, at landið endurrindar heili 36% í rentustuðli til set­húsa­lán