mikudagur 4. januar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Longu í 3. Kapitli í 1. Mósebók,
beint eftir syndafallið, lesa
vit eitt profetorð um Krist
us:
Tá segði Gud HARRIN
við ormin: "Aftur fyri at
tú gjørdi hetta, so skalt tú
vera bannaður millum alt
fæið og millum øll dýrini á
markini. Á búki tínum skalt
tú skríða, og dust skalt tú
eta, allar lívsdagar tínar. Eg
seti fíggindskap millum teg
og kvinnuna, millum títt
avkom og hennara avkom;
Hann skal sora høvdið á tær,
men tú skalt høgga Hann í
hælin." 1. Mós. 3,14-15.
Longu her lovar Gud, at
ein frelsari skal koma, sum
skal sora høvur ormsins.
Hann sigur, at Hann (avkom
kvinnunar) skal sora ormin,
ikki avkom mansins, tað er
skilligt, at avkom Ádams
kundi ikki frelsa nakran, tað
er jú ómøguligt, vit eru øll
komin undir synd við falli
Ádams, so tað sigur seg sjálvt,
at einki vanligt mannabarn
kann verða frelsari heimsins.
Hetta, sum hann sigur her
um avkom kvinnunar, er ein
profeti um ein stóran kong og
frelsara, sum føðast skal av
kvinnu, sum verður við barn
uttan samlegu við mann.
Tá ið vit koma til 12 kap. í 1.
Mósebók, lesa vit hetta:
HARRIN segði við Ábram:
"Far úr landi tínum, frá
skyldfólki tínum og frá húsi
faðirs tíns - til landið, ið Eg
skal vísa tær! Eg skal gera teg
til stórt fólk; Eg skal signa teg
og gera navn títt stórt, og tú
skalt verða signing. Eg skal
signa tey, ið signa teg, og
tann, ið tær bannar, honum
skal Eg banna; og í tær skulu
allar ættir á jørðini verða
signaðar." 1. Mós 12, 1-3.
Harrin gevur Ábrahami
hetta lyftið tríggjar ferðir,
her og í 18. Kapitli og síðani
aftur í 22. Kapitli:
“..og í avkomi tínum skulu
allar slektir á jørðini verða
signaðar - aftur fyri at tú
lurtaði eftir Mær!"“22,18.
Paulus sigur í Galatia
brævinum soleiðis um hetta:
Nú vórðu lyftini givin
Ábrahami og avkomi hansara;
ikki stendur "avkomum", sum
um nógvar, men sum um ein:
"Og avkomi tínum" - og tað er
Kristus. Gal. 3,16.
Síðani lesa vit í 26. kapitli,
at Ísak fær sama lyftið og í
28. kapitli, at Jákup fær sama
lyftið.
So hetta lyftið er frelsan,
sum skal koma til allar
tjóðir
heimsins.
Jødarnir
hava vænta hendan kongin,
Messias síðani, og enn í dag
vænta
teir
ísraelsmenn,
sum trúgva á Gud Ísraels, at
Messias skal koma. Fara vit
so mong mong ár fram, so
lesa vit í 4. Mósebók um, at
Balak kongur í Móab ræðist
Ísrael og leigar sær Bileam,
til at koma og banna Ísrael,
men Gud vil ikki lova Bileam
at banna Ísrael, og tað verður
til, at hann ístaðin signar
fólkið, har lesa vit hetta
profetiið um Messias:
So bar hann fram ljóð sítt
og segði: "So sigur Bileam,
sonur Beor, so sigur maðurin
við afturlatnum eyga, so sigur
hann, ið hoyrir orð frá Gudi
og hevur fingið kunnskap
frá hinum Hægsta, hann,
ið skoðar sjónir frá hinum
Alvalda, nígandi niður og við
upplatnum eygum: Eg síggi
Hann, men ikki nú, eg skoði
Hann, men ikki nær - upp
rennur stjørna av Jákupi,
veldissproti rísur av Ísrael;
Hann sorar tynningar Móabs
og týnir ófriðarættina. 4.
Mós. 24,15-17.
Í 5. Mósebók stendur
hetta.
HARRIN Gud tín skal
lata Profet sum meg stíga
upp ímillum tykkara, ein av
brøðrum tínum; Hann skulu
tit hoyra. 5. Mós. 18,15.
Pætur tekur til hetta í talu
sínari, sum stendur í Ápostla
søguni 3. Kapitli. Dávid syng
ur um Harran Jesus í t.d.
22. og 69. Sálmi. Hjá Esaias
profeti lesa vit hetta:
Tí skal nú Harrin sjálvur
geva tykkum tekin: Moyggj
skal verða við barn og eiga
son, og hon gevur Honum
navnið Immanuel. Es. 7,14.
Og í 9. Kapitli:
Tí Barn er føtt okkum,
Sonur er givin okkum, og
á øksl Hansara skal harra
veldið hvíla; Hann eitur
Undurfullur,
Ráðgevari,
Veldigur Gud, Ævigur Faðir,
Friðarhøvdingi. Stórt verður
harradømið,
endaleysur
friðurin, yvir hásæti Dávids
og yvir ríki hansara; tað skal
verða styðjað og hildið uppi
við rætti og rættvísi, frá nú
og til ævigar tíðir; álvara
HARRANS Guds herskar
anna skal gera hetta! Es. 9,6-
7.
Mika profetur boðar eisini
frá honum:
Men tú Betlehem, Efrata,
sum so lítið hevur at týða
til at vera millum túsund
Juda! Úr tær skal ein ganga
Mær út, sum skal vera høvd
ingi Ísraels. Uppruni Hans
ara er úr forðum, frá for
tíðardøgum. Mika 5,1.
Hetta vóru nøkur av pro
fetiunum úr Gamla Testa
menti. Hetta síðsta úr Mika
vísir skilliga, at her er talan
um ein óvanligan mann,
tað stendur, at hann er frá
forðum. Hetta er júst tað, sum
vit síggja, at Jesus sjálvur
ger krav uppá at vera, hann
sigur við Jødarnar, at áðrenn
Ábraham var til, eri Eg. Hann
brúkar júst somu orð, sum
Gud brúkar í 2. Mósebók
kapitli 3,14, tá ið hann sigur
við Móses, tá ið Móses spyr
um hvat hann skal siga við
ísraelsmenn, tá ið teir spyrja
um navnið á honum, sum
hevur sent hann til teirra.
Tá sigur Harrin, tú skalt siga,
at “Eg eri” hevur sent meg til
tykkara.
Tá ið nú ein lesur hesi
skriftstøð og annars kennir
Bíbliuna, so er tað láturligt
at hoyra menn tvihalda um,
at Jesus ikki veruliga varð
føddur av moyggj. Teir lærdu,
t. d. søgufrøðingar, sum ikki
trúgva á at Gud kann gera
hvat hann vil. Teir royna
at gera til einkis tað, sum
stendur, enntá ditta sær at
siga, at teir, sum týddu Gamla
Testamenti úr hebraiskum til
griskt, hava týtt tað skeivt,
og soleiðis villleitt teir, sum
síðani hava týtt skriftirnar
eftir Septuaginta.Allir hesir
eru sostatt farnir skeivir,
eisini báðir teirr føroysku
týðararnir.
Eg
dugi
ikki
hebraiskt og griskt, so her
kann eg ikki blanda meg
nógv, men einki haldi eg, at
nakað er komið skeivt fyri
her, tað man heldur vera, at
Heilagi Andin hevur leitt teir,
sum týddu, at skriva, sum
teir hava skrivað, fyri at einki
skal vera at ivast um, um so
er, at tað skjótt kann blandast
kanska í hebraiskum. Sum
sagt tað kann eg ikki trætast
um, tí eg dugi ikki hebraiskt,
men um ein tekur týskt t.d.,
so merkir jungfrau moyggj
og junge frau ung kvinna, so
nær kann tað liggja.
Tað er so høpisleyst, at
søgufrøðingar royna at fáa
tað til at Esaias ikki hevur
meint moyggj, fyri aftur at
kunna gera Matteus til ein
lygnara, sum hevur penta
hesa søguna saman, eftir
at Jesus hevði livað og var
deyður. Teir áttu at havt
annað at sagt okkum. Øll
skriftin talar um Harran
Jesus
Kristus,
tað
sigur
Jesus eisini sjálvur í Lukas 24
kapitli. Hetta kunnu vit trygt
líta á, um onkur skuldi ivast,
nú ið Bíblian aftur og aftur
verður álopin í føroyskum
fjølmiðlum.
Avkom kvinnunar, sonur
Guds
Spáddur í heiløgum riti
Kom frá Tamar, Rahab og
Rutt
Tó er av heiløgum gitin
Moyggin Maria Kristus ber
Heilagt sáð bar undir belti
Gud hin stóri faðirin er
Heilaga Andan úthelti
Gud tú stórur, heilagur er
Setti teg lágt fyri okkum
Frelsa tín stór av øllum ber
Til allan heimin hon røkkur.
Takk mín Gud at frelsan
mær rakk
Prísaður veri tú Faðir
Eg ei í botnleyst myrkur
sakk
bjargaður í allar ævir
Profeti um Kristus
Richard Danielsen
Vit DIS-arar og aðrir
útisiglarar
fingu
eitt
lyfti fyri og annað eftir,
at ikki skuldi áleggjast
eyka skattur á okkum.
Eg skilji, at planurin
hjá samgonguni er at
leggja Heilsutrygd og
Sjónvarpsgjaldið
og
møguliga onnur gjøld
inn undir skattin. Hvat so
við okkum útisiglarum,
sleppa vit so heilt frá at
gjalda, ella... (nú skal eg
ikki misskiljast, eg havi
persónligt einki ímóti
at gjalda eitt vanligt
brúkara gjald)
.. ella skula vit áleggj
ast eitt gjald, sum sam
svarar okkara inntøku í
tí sokallaða »progressiva
flatskattinum«?
Hvussu vil Fíggjar
málaráðið
umrokna
nettolønina
hjá
okk
um DIS-arum til eina
A-skatta inntøku? Hvat
fyri frymil vil verða
nýttur?
Um so er, at hetta
er planurin hjá sam
gonguni, so flyta vit
okkum frá einum van
ligum brúkaragjaldi til
ein brúkara SKATT. Við
øðrum orðum ein eyka
skatt á okkum. Sitandi
samgonga livur so held
ur ikki upp til hetta
vallyftið, sum tey góðu
okkum undan valinum,
so sum við so nógvum
øðrum lyftum.
Eg havi eisini ein ann
an spurning til samgong
una. Hvussu við pen
sjónum hjá okkum, sum
arbeiða uttanlands og
eru limir í útlendskum
pensjónskassa? Eru vit
umfatað av, at pensjón
irnar skulu skattast við
inngjald. Spurningurin
snýr seg ikki um fólk, ið
starvast í Føroyum og
eru limir í útlendskum
pensjónskassum,
men
føroyingar ið starvast
uttanlands.
Hevur
samgongan
yvirhøvur
kannað
henda spurning, hevur
man verið í sambandi
við útlendskar pensjóns
kassar.
Eg
kundi
hugsað
mær at fingið svar upp
á hesar spurningar.
Hvar er
tey sum
lovaðu at ...
Karlot Hergeirsson
Hvussu við pensjón
um hjá okkum,
sum arbeiða uttan
lands og eru limir
í útlendskum pen
sjónskassa? Eru
vit umfatað av, at
pensjónirnar skulu
skattast við inn
gjald?