mikudagur 4. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
V
agn Holmboe er at rokna
sum ein tann týdningarmesti
tónasmiður í Danmark eftir Carl
Nielsen. Musikalska produktiónin
hjá Holmboe umfatar fleiri enn
400 verk, frá kamar- og kórtónleiki
til operir og symfoniir.
Eftir at hann í 1930 hevði fingið
prógv í musikteori, kompositión og
sum organistur frá Konservatori
inum í Keypmannahavn las hann
eitt skifti víðari í Berlin. Hansara
stóri áhugi í fólkatónleiki byrtist
undir einari lestrarferð í Rumænien
árini 1933-34. Her savnaði hann
fólkatónleik inn millum hirðar í
Transsylvanien. Her hitti hann
eisini pianistin Meta Graf, sum
hann seinni varð giftur við. Fólka
tónleikurin kom at fáa ávirkan á
hansara tónlist restina av lívinum. Í
viðtalu við Dansk Musikskrift 1996-
1997 sigur Holmboe millum annað:
»Denne musik (fólkatónleikurin LH.)
havde nemlig ikke direkte noget med
min musik at gøre – man kan nemlig
ikke plagiere folkemusik uden at
gøre den dårligere. Men selve ideen
i folkemusikken – det direkte og
emotionelle, det følelsesmæssige og
det klare udtryk – det interesserede
mig meget«.
Tónlistarliga gjøgnumbrotið hjá
Holmboe kom í 1938 við hansara
stóru Symfoni nr. 2. Tað er eingin ivi
um at Holmboe tónlistarliga hellir
seg upp at Bartók og Stravinskij og
at hann hevði eina trongd til at nýta
fólkatónleik úr øllum heiminum
í sínum verkum. Kanska serliga
tað rytmiska frælsi og melodiska
einfaldni, sum hann m.a. studeraði
á Balkan, og sum hann eisini kundi
finna í føroyska fólkatónleikinum,
kann kennast aftur í hansara tón
leiki.
Holmboe skrivaði seg eisini
inn í føroysku tónleikasøguna við
at skriva í alt 22 kórtónleikaverk,
fyri a cappella kór, til føroyskar
tekstir. Í hesum sambandi hevur
Havnarkórið við Ólavi Hátún á
odda givið fløgu út við »føroyska
tónleikinum« hjá Holmboe.
Tað er ilt at meta um hvønn leiklut
føroyskur fólkatónleikur, tað vil her
siga kvæðaløg og kvøðing, hevur í
nevndu verkunum hjá Holmboe.
Ólavur Hátún sigur í bóklinginum
sum fylgir við fløguni, at hann í
1962 spældi kvæðaupptøkur úr
Nólsoy og Sumba fyri Holmboe og
at hann »var sjónliga hugtikin«. Við
sær hevði Hátún eisini eitt úrval
av yrkingum hjá J. H. O. Djurhuus.
Nakrar vikur seinni hevði Holmboe
skrivað seks kórsangir, sum seinni
komu út á nótum undir heitinum
Hevjið í Homrum.
Í 1972 kemur onnur samlingin
hjá Holmboe út undir heitinum
Sange fra vårdybet, sum er skrivað
til tekstir hjá William Heinesen.
Triða og seinasta samlingin við
kórsangum kemur í 1977 undir
heitinum Eydna við tekstum eftir
Chr. Matras. Harumframt útsetti
Holmboe tvey kvæðaløg fyri kór,
Sigmundskvæðið yngra og Ólavur
Riddararós og skrivaði kantatuna
Brúgvar til vígsluna av Norður
landahúsinum í 1983.
Tað er einki at ivast í at tónleikurin
í føroysku-sangunum brýtur tón
leikaliga frá í produktiónini hjá
Holmboe annars. Sjálvur sigur
hann at hansara føroysku sangir
skuldu uppfatast sum føroyskur
tónleikur hóast at tónasmiðurin var
danskari. Holmboe segði seg hava
fingið íblástur úr tekstinum og úr
upptøkunum av føroyskum dansi.
Men á hvønn hátt kann hetta so
hoyrast í tónleikinum?
Fyrsti satsurin er skrivaður til
yrkingina Svár kennist stund, og her
er týðuligt at hoyra kvæðaíblásturin,
tá lagi úr Sigmundskvæðnum yngra
(Tað stendur ein lind) verður bein
leiðis citerað. Í satsinum Útlegd,
sum er skrivaður fyri kór og solist,
kennist sum solisturin hevur leik
lutin sum skipari og kórið er dansi
fólki. Í hesum satsinum er ikki talan
um beinleiðis endurgeving av einum
kvæðalag, men lagið hjá Holmboe
ber brá av kvæðalagi við sínum
recitativiska
og
deklamerandi
dámi.
Sjálvt um drøg úr føroyskum
fólkatónleiki kunna ávísast í fleiri
av sangunum hjá Holmboe, so meti
eg ikki at vit kunna siga at verkini
samlað bera sama brá. Sanginir eru
sera ymiskir og serliga tykir mær
at tónleikurin, sum er skrivaður
til tekstinir hjá William Heinesen,í
minni mun ber kvæðaeykenni í
sær.
Moderniseringin av føroyskum
kórtónleiki byrjar við Holmboe. Við
hansara verkum verður nýggjur
standardir settur fyri føroyskan
kórtónleik. Føroysku tónasmiðinir
sum løgdu til bráts síðst í 1970-inum
og fyrst í 1980-inum hava tíðuliga
fingið íblástur frá Holmboe. Kórverk
sum t.d. Kvøldvísa um summarmála
(1983) hjá Sunleifi Rasmussen og
Heystkvøld í Havn(1989) hjá Paula í
Sandagerði eru í sínum bygnaði lík
satsunum Slóttumenn og Í Kirkju
garði hjá Holmboe.
Sjálvt um ilt er at koma uttan
um góðu dygdina í verkunum hjá
Vagn Holmboe, so tykist tað ikki
at tónleikurin nakrantíð er blivin
standardrepertoire hjá føroyskum
kórum. Tónleikurin hjá Holmboe er
stundum krevjandi og kórleiðarar
og
kórsangarar
hava
kanska
aftrað seg við at farið í holt við
hesar sangir. Kanska var lopið úr
siðbundna kórtónleikinum inn í
Holmboe'sa klangunivers nóg so
stórt hjá mongum. Holmboe velti
eftir føroyskum viðurskiftum upp
úr nýggjum, men flestu kórini í
Føroyum eltu ikki hesa nýggju leið.
Enn fyllir pre-Holmboetónleikurin
nógv í føroysku sangskránni hjá
kórum í Føroyum – serliga uttanfyri
Havnina.
Fløgunar
Fólkini aftanfyri Havnarkórið hava
valt at geva dubultfløgu út. Á aðrari
fløguni eru øll føroysku øll verkini
hjá Holmboe og á hinari er breitt
úrval av tí føroyska tilfari, sum
kórið hevur sungið seinastu 45 árini.
Lat tað verða sagt beinanvegin at
mær tykir tað fyrru fløguna nógv
meira áhugaverda enn hina seinnu.
Nógv av tí, sum er á seinnu fløguni
er útgivið fyrr og er útyvir at verða
eitt søguligt dokument fyri hvat
kórið hevur fingist við og hvussu
tað hevur ljóðað hesi 45 árini, at
rokna sum eitt kuriosum.
Hinvegin
er
Holmboe-fløgan
rættiliga áhugaverd. Hetta er fyrstu
ferð at hesin tónleikurin samlaður
kann hoyrast. Upptøkunar eru
gjørdar í einum tíðarskeiði frá 1995-
2009 í Vangede kirke norðanfyri
Keypmannahavn, í Fríðrikskirkjuni
og í Eysturskúlanum.
Eg haldi at tónleikurin hjá Holm
boe liggur væl til Havnarkórið og
kórið framførir í høvuðsheitum
sannførandi. Serliga dámar mær
teir rámligu satsanar har kórið fær
brúkt sín breiða klang. Hetta kemur
serliga til sín rætt í kvæðaløgunum
báðum sum eg haldi muga sigast at
verða perlur. Sjálvt um upptøkunar
eru gjørdar yvir 15 ár so haldi eg at
kórið fastheldur sín klangidentitet
og tað er sera gott fyri fløguna.
Summir av sangunum sita betur
enn aðrir – soleiðis vil altíð verða.
Sangir sum kórið altíð hevur havt
á sangskránni eitt nú: Slóttumenn
og Krabbaskelin ljóða til at verða
sungnir við størri yvirskotið enn
onkur annar minni sungin satsur.
Stórverkið Brúgvar er ein av
mínum favorittum á fløguni. Kóri
ljóðar avbera gott og serliga solist
urin Sanna í Brekkunum lyftir
upptøkuna til eitt sera høgt støði.
Eisini Gandakvæði Tróndar riggar
væl og kann eingin sum Ólavur
Hátún og Havnarkórið framføra
hetta vælaverk.
Hinvegin so tykir mær at stillu
sanginir hepnast minni væl. Kór
ið syngur ov hart og eitt sindur
ónuanserað. Serliga eru fleiri av
sangunum við teksti eftir Chr.
Martas, sum kundu verið sungnir
meira stillført. Hetta er ein av dygd
unum í tónleikinum hjá Holmboe:
tað stórbara mótvegis tí stillføra,
innarliga tíðarleysa og hetta kemur
ikki nóg týðuliga fram. Kontrastar
vóru
eginleikar
sum
Holmboe
meinti átti at finnast í øllum tón
leiki.
Havnarkórið hevur hesi 45 árini
sum oftast verið mannað við teimum
allarbestu sangarum í landinum.
Ólavur Hátún hevur øll árini verið
kórleiðari og tann, sum hevur útlagt
tann Holmboeska tónleikin. Aðrir
kórleiðarar høvdu helst gjørt okkurt
tað ørvísi, men eg haldi at Ólavur og
Havnarkórið hava gjørt eina fløgu
sum í mínum oyrum klangliga er
sera gjøgnumførd. Tú ivast ongantíð
í, at hetta er Havnarkórið. Vit hava
við fløguni fingið allar føroysku
sanginar hjá Vagn Holmboe á einum
stað og hesin tónleikurin er at rokna
sum eina av hornasteinunum í
nýggjari føroyskari tónleikasøgu.
Hendan fløgan eiga øll við áhuga
fyri kórtónleiki tí at ogna sær.
Vagn Holmboe – byrjanin til tann
nýggjari føroyska kórtónleikin
Ummæli
Leif Hansen
»Jeg ved ikke om jeg har ramt rigtigt – håber, man vil kunne bruge dette på Færøerne«. Nakað soleiðis segði
kendi danski tónasmiðurin Vagn Holmbe (1909-1996). Holmboe skrivaði seg inn í føroysku tónleikasøguna
við at skriva í alt 22 kórtónleikaverk, fyri a cappella kór, til føroyskar tekstir. Moderniseringin av føroyskum
kórtónleiki byrjar við Holmboe. Við hansara verkum verður nýggjur standardir settur fyri føroyskan kórtónleik.
Havnarkórið hevur við Ólavi Hátún á odda givið fløgu út við »føroyska tónleikinum« hjá Holmboe.
Vagn Holmboe