mikudagur 4. januar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
ella tvey samdøgur í salt, og vórðu
so kókað. Mamma plagdi viðhvørt
at gera sós afturvið.
Grind var eisini ofta á Streym
nesoyruni. Grindir plagdu eisini at
vera aðra staðni í Sundinum. Eina
ferð hildu teir grind til sunnanfyri
Grønhólm, men tað gekk illa at fáa
lívið av henni. Har var so sera hált,
tí var tað so óarbeiðsligt.
Eg minnist eina ferð, abbi skuldi
skera ein hval á háls. Hvalurin fór
at sláa og sláa. Tá var abbi bangin
fyri, at tað fór at vera hvalurin, sum
gjørdi enda á honum. Hann stillaði
seg við sveivin og hvalurin slerdi
tvørtur um abba. Tá var eg bangin,
men ikki bilaði.
Niðri á Oyrini, har brúgvin er
nú, har kundu liggja hvalir í hundr
aðavís. Eina ferð doyðu 800 spring
arar har.
Tað kann sigast, at tað var nóg
mikið av mati at fáa í Sundalagnum.
Tá varð spælt
Út fyri oyruni í Streymnesi standa
rovini av “Golden Harp”. Hetta
var eitt heilt skip, tá ið eg var lítil,
men tað lá á liðuni. Tað hevði verið
ankrað úti við Skarðsoyri, men tað
hevði slitið og var rikið inn á land í
einum illveðri. Tvey skip royndu at
sleipa “Golden Harp” útaftur, men
tað eydnaðist ikki.
Tað er merkiliga lítið, sum menn
vita um hetta skip. Tað hevur ligið á
hesum staði síðan umleið 1920.
“Golden Harp” var annars keypt
til Føroya í 1903 av Niels Juel Joen
sen, ættaður av Selatrað. Men hann
hevði selt skipið aftur. Niels Juel var
giftur við danskari konu, Almu, og
tey búðu í Svendborg. Hann sigldi
við enskum trolarum og druknaði
ungur. Tað mest forvitnisliga, sum
kann sigast um Niels Juel, er, at ein
abbasonur hansara í 1960-unum
giftist við systkinabarn sitandi
kongin í Tailand. Tey fóru tó seinni
frá hvørjum øðrum aftur. Niels Juel
var annars pápabeiggi teir kendur
Háberg-brøðurnar í Havn.
Vit spældu altíð har um kvøld
arnar. Annars spældu vit nógv spøl
so sum rundbólt og at sláa langa
í túninum hjá okkum. Vit høvdu
ikki tíð at spæla gerandisdagar. Tað
gjørdu vit sunnudagar.
Eitt spæl var at gera holur niðri í
bønum, tað kallaðu vit “lukke hul”.
Hvør átti sína holu, og man skuldi
kenna sína holu. Tað var ordiliga
spennandi.
Bólturin bleiv kastaður, og so
var at hyggja eftir hvørja holu hann
kom í.
Øll runnu burtur, uttan tann,
sum átti holuna. Hann skuldi royna
at skjóta ein av hinum við bóltin
um. Tann, sum varð raktur, átti so
at rulla næstu ferð.
Eitt var at leypa um teigar.
Men tað varð ikki spælt í kirkju
tíð. Tá skuldu øll vera innandura,
um tey ikki vóru í kirkju.
Nú spæla børnini ikki so nógv
úti sum fyrr. Nú er tað mest teldan.
Tað er púra farligt fyri tey, sum fella
fyri tí.
At ganga til neyta
So vaks man upp, og eg gjørdist
13 ár. Tá fór eg at ganga til neyta.
Mamma var við barn, og var komin
so langt við eini systir míni, so hon
orkaði ikki at ganga so langt. Vit
høvdu tvær kýr tá. Omma hevði
tvær og Lotta, kona ommubeiggja
Óla Jákup, hevði eina. Mamma átti
at ganga tveir dagar og omma tveir.
Lotta orkaði ikki at ganga til neyta,
so vit gingu eisini fyri hana. Hon
hevði eisini sín brekaða mann sum
áður greitt frá.
Eg plagdi at fara tveir dagar
uppí slag og skuldi mjólka fimm
kúm. Hetta var norður eftir móti
Langasandi. Tað var ein fitt løta at
ganga.
Men tá ið kýrnar lógu frammi
í dalinum, plagdi eg at fara við
súkklu. Hetta var sjálvsagt so nógv
lættari. Tá hevði eg tvær dyllur á
rygginum og tvær á stýrinum.
At ganga til neyta var ikki altíð
lætt. Tað kundi viðhvørt vera trup
ult at finna kýrnar. Tær kundu jú
fara hagar, sum tað passaði teimum.
Eg kann greiða frá einum slíkum
túri. Neytini lógu norður ímóti
Langasandi. Tað var ein sovorðin
mjørki í erva. Neytakonurnar funnu
ikki neytini. Hákun beiggi var farin
við mammu at bera. Tær vóru ikki
komnar aftur í aftur, tá ið klokkan
gekk nógv til midnátt.
Eg gjørdist bangin um tær og
mátti tískil niðan til Sagga at greiða
frá støðuni. Hann var tá farin í
song, men kom upp aftur. Mamma
hansara Kristina var eisini til neyta.
Sagga og Kristian beiggi fóru at
leita, og teir funnu neytakonurnar
norðuri í Sundunum.
Tá vóru tær illa fyri, tí tær høvdu
gingið nógv ov langt. Neytini vóru
farin langt niðan upp um fjallið.
Tær komu heim ta ferðina uttan
mjólk. Morgunin eftir var farið
avstað, og neytakonurnar funnu
neytini omanfyri Gjánoyri.
Pápi mundi eina ferð komið
sera illa fyri av eini kúgv. Hann
var komin norður um hagaportrið.
Hann hevði tá til arbeiðis at bøta
um vegin. Tá kemur ein kúgv
stórleypandi oman við garðinum.
Hon loypur á pápa og fellir hann
niður. Pápi blakaði spakan í høvdið
á henni, men tað gjørdi tað sama.
Kúgvin hevði pápa millum knøini á
sær, og hann fekk einki gjørt.
Men tá kom Tummas á Kjalnesi
norðanífrá við bili og fekk bjargað
honum. Eg veit ikki hvørji ørindi
Tummas hevði, men tað var í hvussu
er heppið, at hann kom. Hann fekk
kúnna oman av pápa. Kúgvin varð
sjálvsagt avsøgd.
Tarvar kundu vera vandamiklir
Tað var sjálvsagt eisini tarvur
í Streymnesi. Eg minnist ein tarv,
hann var so óður, so eg veit ikki
hvat. Tá ið óður tarvur var í nánd
var at royna at redda seg inn í gerð
ini Hvalvíksmegin.
Eina ferð vit vóru í torvi við
Ánna Svørtu kom tarvurin úr neyta
fylginum beint yvir til okkum. Pápi
koyrdi allan matin, vit høvdu við
okkum, úr leypinum. Hann koyrdi
síðan leypin uppá høvdið. So fór
hann at íla eftir honum, og tarvurin
var púra forskrektur. Hann tók
halan millum beinini og rýmdi.
Annars kann eg siga um pápa,
at hann var av tí gamla skúlanum.
Hann vildi bert hava pening, sum
hann arbeiddi fyri. Tað fyrstu pen
sjónina sendi hann avstað aftur.
Hann skuldi ikki liva av olmussu!
Komandi partur
Nú er barndómurin av, og
Hensia verður konfirmerað.
Hetta merkir eisini, at nú
skal arbeiðast. Hetta gjørdist
millum annað hjá Sonnu,
konu Poul A. Restorff.
Modell av »Golden Harp« í Skopunar kirkju
»Golden Harp« sum hon framvegis sæst eftir meira enn 90 ár
Í hoyna í Streymnesi. V.f. Johild, systkinabarn Hensiu, Steinbjarta, Jana, Steinbjørn,
beiggi Hensiu, Hanna, mamma Hensiu og Christian, pápi Honnu