Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 5. partur Huldumaðurin við veðrinum Tað var altíð sagt um tveir heyggjar sunnanfyri Grønhólm, at teir vóru íbygdir. Eitt kvøldið, eg var heima hjá Annufíu, sigur Jetta, mamma henn­ara, fyri mær, at eitt kvøldið var Petur, sonur hennara, farin eftir neytum norðuri í Sundi. Tá sær hann ein mann koma niðan úr fjøruni við einum gráum veðri. Petur helt fyrst tað bara vera ein van­ligan mann. Tá ið hesin kom til Petur, tók tann fremmandi so hart í hann, at hann skræddi buksurnar av Peturi frá ovast til niðast. Tá signaði Petur seg, og bein­an­ vegin vendi huldumaðurin við og hvarv. Lønin fyri at vera treisk Eg minnist, at eg var nokk so treisk sum barn. Vit høvdu verið og hoyggjað frammi í gerðinum. Mamma sigur við meg, at “nú mást tú ikki fara út. Vit fara bara at fáa okkum morgunmat, so fara vit fram aftur”. Tá var tað avsett, og vit høvdu ikki so nógv fyri í senn. Men eg fór út í ánna, har vóru sovorðnir reyðir steinar. Og hvat hendir? Eg fari eftir høvdinum í helluna, og blóðsprænurin stóð úr mær. Arrið stendur enn í pannuni. “Soleiðis er ikki at akta”, sigur mamma. Pápi helt, at eg mátti fáa plástur. Hann mátti halda leingi á sárið fyri at steðga spræninum, áðrenn hann fekk givið mær plástur. Hetta var tað, sum eg fekk burtur úr. Barking Tað var ein sjáldsom á beint norðan fyri húsini hjá okkum. Har var ein hella við tveimum kullum niður í. Ein steinur, sum passaði inn í eina hond, lá í teirri einu kulluni. Og her var tað, at tey bardu børkurnar, sum vóru nýttar til barking av roðum. Eg minnist at tað var langomma, sum leitaði eftir børkuvísum. Eg plagdi at vera við henni og ríva bark, sum hon kallaði tað. Smáar sóljur við grønum bløðum vístu, hvar barkið var undir. Ein serliga tilevnað sneis varð nýtt til at grava undir børkurnar. Og tá ið fingið var upp í hálva spann, fór eg í ánna at vaska hetta. Kullurnar í ánni blivu fyrst reins­ aðar. Síðan var eitt sindur koyrt í senn í hetta holið, , og so at berja bark, sum tey kallaðu tað. Barkið bleiv kókað og kundi so nýtast at barka roðini í. Roðini blivu skolaði í sjógvi, so tey blivu lættari at mýkja, áðrenn tey blivu barkaði. Klipti holið burtur Vit plagdu at spæla við eld. Vit løgdu steinar í ein runding niðan fyri húsunum hjá okkum, so kyndu vit við torvi at matgera burt­ur úr sýrum. Dreingirnir skuldu ikki sleppa uppí. Men um teir heint­ aðu sýrur, skuldu teir fáa eitt sind­ ur burturav og glaðir vóru teir. Sýrurnar vórðu kliptar sund­ur. So kókaðu við sýrusuppu og sýru­ leyka­suppu. Kartoffulmjøl og sukur fingu vit frá gubbakonuni Magninu. So var at fara inn eftir koppum, og tað var klárt at eta. Hetta var sera hugnaligt. Eina ferð hevði eg verið ov nær eldinum og hol var komið á fyri­ klæðið. So segði eg við Judith, systir Annu Fíu, at “um man klippir eitt hol vekk, so er tað vekk!” Sum sagt so gjørt. Holið gjørdist sjálvandi nógv størri, hesum varð leingi grinið at. Men so fekst ein bót á fyriklæðið, so var tað í lagi aftur. Í torvi við hestavogni Vit skóru torv í Saksunardali, Streym­nes megin. Vit kallaðu tað frammi við Ánna Svørtu. Tað var ein tími at ganga hvønn vegin, men vit fóru altíð við hestavogni. Pápi hevði hest. Tað var ikki minsta frøðin, tá ið pápi kom úr Hós­vík við hestinum, sum hann hevði keypt. Hann varð kallaður Tórur. So smíðaði hann vogn, bæði hoy­vogn og vanligan vogn. Vit bóru so torv burtur og settu upp. Viðhvørt tornaði tað slett ikki. Tað var alt eftir sum árið var. Sum nú kundu tey vera vátlig. Men var eingin terri, fanst ráð fyri tí. Tað ráa torvið varð breitt um túnið. Tá ið tað var so frægt stadnað, varð tað koyrt í hjallin Pápi gjørdi ein hjall afturat fastan í hin, og har var torvið koyrt inn. Har tornaði tað liðugt. Vit høvdu annars kráir har Frammi. Vit koyrdu fyrst torvið inn har. So hvørt sum brúk var fyri tí, fór pápi eftir torvi við hesta­ vogninum. Hetta var ein stórur lætti í mun til tað vanliga at bera torv í leypi. Kúluspik av hvali varð ann­ars eisini nýtt til brenni. Um kom­ fýr­urin varð reinsaður ofta bilaði ikki við kjararoyki. Tað var stórur tørvur á brenni, tí alt bleiv jú bakað heima. Nóg mikið av sild, øðum og sílum Í Sundalagnum var altíð nógv sild at fáa. Abbi var ein rættiligur silda­kongur. Hann var heimamaður annars, men hann gjørdi nógv av at veiða tað sum fekst í Sundalagnum. Ofta var nógv sild at fáa á Hval­ víkini. Sildin var serliga góð um ólav­søkutíð. Hon var fyri ein stór­ an part saltað í tunnur og seld, men skip og bátar komu eisini at keypa sild til agn. Saltaða sildin varð seld til Karl á Lag í Havn. Abbi mín, Christian, og Karl, sum var ein kendur reiðari og handilsmaður í Havn, vóru vinmenn. Sildin, vit ótu sjálvi, lá fyrst í salti í tveir dagar og varð so kókað. Tá var hon etin saman við breyði ella drýli og eplum. Hetta var góður matur. Sild, sum ikki var summarsild, var einki serligt. Hon var rak, og tá tyktust beinini at vera nógv størri. Og so var tað øður og kræklingur, sum eisini nógv var at fáa av. Hetta ótu vit eisini. Abbi skar norðuri við Streymin, og hetta seldi hann eisini til Karl á Lag. Vit plagdu eisini at seta sílagørn í ánni. Eina ferð høvdu abbi og eg verið og sett sílagarn. Hann lovaði, at eg skuldi sleppa at taka gørnini upp við honum morgunin eftir. Har vóru 11 síl í, tað var ikki smávegis. Hetta var ein góður biti bæði hjá okkum og hjá ommu. Sílini lógu eitt Hensia Jacobsen: Nógvur matur í Sundalagnum Nú koma vit til seinasta partin av barndóminum hjá Hensiu. Hennara barn­ dómur er so ótrúliga nógv øðrvísi enn hjá børnum í dag. Tí er tað gott, at fáa hetta niðurskrivað. Byrjað verður við enn eini »huldumannasøgu« Hensia Jacobsen Zakaris við hestavogninum við hestinum Myra Gomul mynd av Streymnesi