Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 – við fleiri spurningum * Er tað bidding, at ríkis­ kassin fíggjar serfor­sorgina í Føroyum? * Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar rakstrar­ útreiðslurnar hjá ellis- og røktarheimum? * Er tað bidding, at ríkiskassin fíggjar allar sjúkra­viðgerðir á Ríkis­ hospi­talinum og helvtina av rakstrinum hjá teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum? * Er tað bidding, at ríkis­ kassin fíggjar dómsvaldið og løgregluvaldið í Føroyum? * Er tað bidding, at les­ andi føroyingar hava fíggj­ arlig rættindi til hægri lest­ ur í Danmark og í øðrum londum takkað veri okkara ríkisrættarligu støðu? Og hvussu við øðrum ríkis­borg- arar­ættindum, eru tey eisini bidding? * Er tað bidding, at ríkis­ kassin fíggjar lands­lækna­ embætið og kriminal­for­ sorgina í Føroyum? * Er tað bidding, at tveir føroyingar fáa løn og samsýningar úr ríkiskass­ an­um, tá ið teir eru limir í fólkatinginum? Tað sigst, at nakað av hesum peningi endað í kassanum hjá einum politiskum flokki í Føroyum. * Er tað bidding, at føroy­ ingar í túsundatali – bæði á sjógvi og landi – hava trygg kor í Danmark? * Er tað bidding, at út­ bygging og nútíðargerð av okkara flogvølli verður fíggj­ að við studningi úr einum donskum grunni (Ílegg­ ingargrunnurin fyri Føroyar)? Annars fíggjaði hesin sami grunnur gerð av okkara landsvegum og bergholum. Og hann var ein funnin fress­ur í 1992 at bjarga tí, sum annars stóð til at rapla. * O.s.fr. Um svarið er ja, føroyingar eru biddarar, eigur hetta skjótast gjørligt at verða lagt inn á ting til politiska støðutakan. Tað er langt úti, tá ið tað frá tingsins røðarapalli verður framhildið, at okkara heilsuverk og al­ mannaverk verður fíggjað við bidding. Og so til kardinalspurningin: samríkið Danmark. Ein av teimum stillu og kanska eis­ ini smædnu í okkara sam­ felagi segði nú um dag­arnar: Á hesum okkara lítla, fjar­ skotna oyggjalandi í Norð­ uratlantshavinum hava okk­ara forfedrar við stríði og strevi í øldir gróðursett eina mentan væl tøðað við: Broch­mand, Grundtvig, Kingo, Brorson, Holberg, há­ skúlum, Sjóarbóndanum, Jákupi Dahl, J.- F. Jacobsen, Williami Heinesen, Janusi Djurhuus, Mikines, Rasmusi á Háskúlanum, Heðini Brú o.n.ø. Tey føroysku kvæðini og tær donsku fólkavísurnar og grindavísan hjá C. Pløyen trívast væl lið um lið. Jóannes Patursson yrkti tann vakra sangin Eg veit eitt land… Nú stígur tað sum mynsturbú, sær mongum øðrum fremmri… Ófatiligt, segði hesin smædni, at býttislig nationalisma og hættislig indoktrinering nú hava fingið órógvandi fóta­ festi her á okkara klettum. Nei, segði hann, vit áttu at verið takksom, at vit eru í ríkisfelagsskapi við eitt land, sum telist millum heim­sins mest framkomnu og mest demokratisku og mest humanu. Hesa okkara mentanarkeldu royna væl skúlað og (ó)upplýst fólk at forkoma. Teirra stóra vón er nú, at olja og gass verður funnið nakrar kilometrar undir føroyskum havøki. Tá verður oljuslev úr munni á hvørjum »røttum føroyingi«. Okkara seinasta olja, segði hann. Í einum drúgvum bókaum­ mæli 2007 skrivaði Rolf Guttesen, Adjunct Professor in Historical Geography: Ein sjálvberandi illusión? Samfelagið hevur eina stødd og eina geografiska placering, sum ger, at tað ongantíð kann blíva burðardygt, haldgott ella sjálvberandi. Nepotisma, persónssamanfall, dugnaloysi og inhabilitetur fara altíð at forpesta viðurskiftini. Mytur og fyrigyklingar eru tað mest sjálvberandi. Tað trívist sum ókrút. Í greinini »Kaisarans lutur og Guds« endurgevur rithøvundurin Janus Kamb­ an brot úr yrking hjá Kim Larsen: Om lidt bl´ir her stille Om lidt er det forbi Fik du set det du ville? Fik du hørt din melodi? ... Uttan mun til, hvat vit halda um heimastýrið, og utt­ an mun til, hvat vit halda um ríkiskassans lógfestu fíggingar til alment virksemi í Føroyum, so má og skal okkara embætisverk ansa eftir, at lógir, sáttmálar, kunn­gerðir og avtalur verða fyrisitin og umsitin pro­ fessionelt og við mentalum reinføri. Tey, ið ikki duga hetta, mugu uttan drál fáa annað starv at røkja. Aftur til blokkin Við heimild í løgtingslóg nr. 130 frá 8. oktober 2001 undirskrivaðu tveir lands­ stýrismenn og tveir ráð­ harrar í ríkisstjórnini nakrar dagar undan jólum sama árið tvær avtalur um yvirtøku av skúlaverkinum og almennari forsorg minus serforsorg (skjót eksekutión má sigast; um átta minuttir fer Ritan avstað…) Hetta innibar, at blokkurin varð minkaður við ávikavist 274 milliónum og 92,4 milliónum. Hesar avtalur fingu onga løgtingsviðgerð. Í avtalunum er millum annað tilskilað: »Under for­ ud­sætning af de bevilgende myndigheders tilslutning overdrages statens rettig­ heder i henhold til neden­ stående statslån veder­ lags­frit til Færøernes hjem­mestyre. Der er for lån­ene udstedt pante­breve og gælds­breve...« Her snýr tað seg um 10 statskassalán upp á 34.695.000,00 krónur við skuldarbrøvum í húsa- ogn­unum: Tekniski skúli í Havn og í Klaksvík, Føroya Hand­ils­skúli, Føroya Barna­ heim og Drottning Ingridar Barnagarður. (Næm­inga­ heimið í Havn er ikki nevnt í avtaluni). Hvussu skal hetta skiljast? Altso: Breyt landsstýrið § 42 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, tá ið landsstýrislimirnir undir­ skrivaðu avtaluna millum ríkisstjórnina og landsstýrið 19. og 20. desember 2001? Vórðu málsøkini skúlamál og almenn forsorg við beráddum vilja yvirtikin fyri at fíggingin til økini skuldi skerjast við meira enn 50%? Har komu jú ongar nýggjar inntøkulógir í staðin fyri. Allar tær nevndu kostnaðarmiklu ognirnar og tey 10 ríkiskassalánini eru als ikki skrásett í landskassans ársroknskapum. Í § 38 í nevndu løgtingslóg er ásett, at ein 3-mannanevnd av løgtingsmonnum skal hava eftirlit við, at »starv lands­ stýrisins verður útint á lóg­ ligan hátt.« Mundi 3-manna­ nevndin sova í tímanum í desember mánað 2001? Ella var nevndin als ikki til? Spurningarnir eru legio. Við lóg skal land byggjast, og lóg er lóg, og lóg skal haldast. Nýggjársynskið má vera, at Føroya Løgting verður ført fyri at lóggeva við tí viti og skili, ið krevst, til tess at føroyingar aftur fara at duga í sátt og semju at liva og virka mannsømandi í Føroyum. Hetta er fyrsta treytin, um vit yvirhøvur skulu trívast og stetast í okkara landi. Tað er hóskandi at enda greinina við einari tøkk til okkara løgmann fyri hansara vøkru og virðiligu nýggjársrøðu. Vit vóna og trúgva, at tað fer at eydnast honum at fáa føroyskan politikk aftur í eina trygga og ruddiliga legu uttan at lúgva – og villleiða Føroya fólk. Ein útsøgn frá Ják­upi Mikkelsen, fiskarí­ minist­ara, hevur fingið øði í havnarfólk. Hann úttalar, at landsstýrið í royndini at finna spar­ ingar á landsins fíggj­ arlóg má skerja eina játtan til Sjósavnið við einum triðingi, sum er 100.000 krónur. Men í sama viðtali kemur hann á ein sera ódámligan hátt inn á, at Sjósavnið sum er, kanska eigur at fáa betri karmar. Hendan útsøgn fekk straks fólk at hveppa við, tí talimátin gevur eina undarliga ábending um okkurt lumpið átak, ið enn einaferð skapar split millum høvuðsstaðin í Føroyum og Klaksvíkina. Hví alt hetta eiturið? Hvat skal tað til? Er ikki nokk av klandri í Føroyum? Gamaní skulu sparingar finnast á nógvum ymsum støð­ um, men at brúka støð­ una til at taka støðið undan einum so týðandi savni, sum vit sum fiski­ vinnutjóð heldur eeiga at standa saman um, og síðani á ein lumpnan hátt at geva ábendingar um, at aðrir karmar helst vóru meira hóskandi, tykir mær sera ódámligt. Klaksvíkingar megna sum ein royk at seta egið sjósavn á stovn. Tað hevði verið gott við einum savni afturat, ja, enntá fleiri fyri tann skuld. Tað kundi skapt eitt dygt samstarv millum søvnini, landinum at frama. Peningaliga er ikki talan um stórar íløgur ella rakstur. Landið eigur at gjalda sín part, og kommunurnar sín part av rakstrinum. Tað er bara ein spurningur um vilja. Til at gera tær neyðugu og tiltrongdu íløgurnar á Sjósavninum í Havn, ber til at søkja grunnar, fyritøkur, oljufeløg osv um pening. Eisini privat fólk, sum vilja ungdóminum og Føroyum væl, kunnu donera til íløgurnar. Verður rætt atborið, kunnu atgongugjøldini eisini skipast so, at meira kemur inn tann vegin. Vit eiga heilar torvur av búskaparfrøðingum, ið kunnu hjálpa til við hesum, og soleiðis skapa nakað fyri tey, ið hava stríðst við at fáa savnið á føtur og reka tað, og soleiðis eisini fyri sær sjálvum. Tí vil eg koma við eini áheitan á partarnar. • Landið játtar somu upphædd, sum í ár. • Tórshavnar Komm­ una hækkar sína játt­ an. • Umsitingin í TK hjálp­ir savninum við at søkja stuðul. • Sjósavnið stovnar eina konto, sum øll áhugaði kunnu seta pening inn á. Inn­ komin peningur á hesa konto, verður at nýta til íløgur, sum leiðslan hevur í hyggju at gera, í sam­ ráð við TK. Sjósavnið Eyðun Waagstein