Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. januar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. januar 2012 · Nr. 2 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Sosialinum nr. 137 (25.11) hevur Uni Arge áhugaverda grein, ið hann kallar Heimastýrið søplar pengar burtur. Í greinini er hópur av roknskapartølum, sum hann hegnisliga brúkar til at lýsa gongdina hjá landskassanum frá 1998 til 2011. Niðurstøðan av hesum mongu upphæddum, sum ætl­a­ndi eru fing­nar úr lands­ kassans ársrokn­skapum, er ikki ein, men fleiri: * Ein grundleggjandi spurn­ ingur er, um meining er í at rinda einum heimastýri skatt, tá politikararnir fara so illa við teimum skatta- og avgjaldskrónum, teir fáa at umsita. * Tað eydnaðist at stýra landskassanum við einum nýggjum sjálvbjargnisanda í 1998-2003. * At lógásett ríkiskassa­ fígging til heilsuverkið og almannaverkið varð skerd, samstundis sum skúlaverkið varð yvirtikið uttan at út­ vega neyðuga fígging, hevði als einki at siga, tí triva­ligt milliónaavlop var í lands­ kassanum. * Tað er »vanvirðilig á­byrgd­arflýggjan,« nú nýggja lands­stýrið roynir at fáa gald­andi lógáseting og sátt­mála­skipan viðvíkjandi fígg­ingini av heilsuverkinum og almannaverkinum aftur í eina forsvarliga legu. * Vanstýring og áhaldandi manipulatión um ávirkanina av blokkminkingini í 2001 settu okkum í ta støðu, vit nú eru í. (Tað var annars í 2002, at blokkminkingin fór fram/ HM). *Fólk í Føroyum hava trúðliga fylt landskassan við skatti og avgjøldum seinastu 12-13 árini. (Hava vit ikki altíð goldið landskassanum skatt og avgjøld? HM). *At skattgjaldarin nú er vitni til, at politikarar fara akandi og biddandi á knøð­ unum til Danmarkar at fáa fíggjarliga fyrigeving fyri egnar syndir. (Hvørjar syndir? HM). * O.s.fr. Í greinini hjá UA fáa vit at vita, hvussu tað eydnaðist at stýra landskassanum síðani 1998, tá ið sjálvbjargnisandin gjørdi vart við seg. Í hans­ ara frálíku talvu lesa vit sam­andráttir av lands­ kass­ans inntøkum og út­ reiðsl­um í 14 ár. Talvan er ein rekapitulatión av rokn­ skapartølum, men tíverri við ongum upplýs­ingum, ið kunnu hava almennan áhuga. Eingin skal tó ivast í, at í 1998-2003, tá ið »sjálvbjargnisandin av álvara kyknaði aftur í Føroyum,« hendi mangt og hvat. Vit kunnu tríva í rúgv­ una: * Landskassin fekk 146 milli­ ónir úr ríkiskassanum. Hetta var landskassans partur av avlopi danska tjóðarbankans sambært lóg. * Blokkstuðulin vaks við 96 milliónum (1998-2001) sam­svarandi galdandi av­ talu millum ríkisstjórnina og lands­stýrið við støði í gald­ andi lógum. * Í 1998 fekk landsstýrið Fígg­ingargrunnin, Real­kre­ dittin og Framtaks­grunnin til ognar. Gloymdu vit at takka ríkisstjórnini fyri hesar stórfingnu milliardagávur? * Við yvirtøku av skúla­ verk­inum og almennari for­ sorg 1. januar 2002 minkaði blokkstuðulin við 366 milli­ ónum. Samstundis við yvir­tøkuni gav landsstýrið ríkis­stjórnini boð um halda uppat við teimum árligu reguleringunum (prístal v.m.) av restblokkinum í 5 ár. Hendan niðurbindingin er ongantíð loyst úr hafti. Hví fíggingin til heilsuverkið og almannaverkið skuldi verða niðurbundin nú í 10 ár, er trupult at skilja hjá vanligum fólki. * Landsstýrið brúkti í 1999 og 2000 nógvan pen­ ing til bøkur og annað skrivað tilfar við adressu til løgtingsveljararnar. Tað nógva av hesum var vill­ leiðandi, ósatt og indok­tri­ nering. Í propa­gandaritinum Frá heimastýri til fullveldi 2000, síða 26, er tilskilað, at »í ár 2000 verður minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum brúktur í sam­ felagnum, restin fer til sam­ an­sparing, sum skal nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd. Hetta vóru seinastu orðini í ritinum, sum varð potað í hvørt heim í Føroyum. Ikki eitt klovið oyra av blokkinum varð sett av til samansparing. Lógirnar og avtalur til blokkin markera greitt, hvat blokkurin er ætlaður til. Í 2001 avgjørdi landsstýrið, at ein triðingur av blokkinum skuldi tveitast á bláman. *Í 1998-2003 vuksu landskassans lønarútreiðslur við 73%, meðan landskassans inntøkur (blokkurin írokn­ aður) í sama tíðarskeiði vuksu við 24%. * Í 2003 hevði landskassin 656 milliónir minni í tøkum peningi enn í 2002. * Í sjálvbjargnisanda skeið­num 1998-2003 fekk lands­kassin 5,239 milliardir úr ríkiskassanum. * Gomul fólk, við rími­liga góðum minni, vilja halda, at hetta var triði »sjálv­bjarg­ nisandin« av trimum. Tann fyrsti var í 1943-1952, tann næsti var í 1985-1992, og triði var so í 1998-2003. Við óhugnaligum pau­ ku­duni hoyrast nú ljóð frá eini fjórðu, sjálv­gjørd­ ari armóðstíð við milli­arda landskassaskuld upp­staðin av tí almenna fíggjar­poli­ tikkinum í 2001-2003. * Halda vit okkum til tað frálíka roknskaparyvirlitið hjá Una Arge, síggja vit, at í árunum 2004-2011 hevði landskassin 2,4 milliardir í rakstrarhallum ella umleið tað sama, sum niðurskurðurin av blokkinum kostaði lands­ kassanum í sama tíðarskeiði. Hetta er lítla-tabell við risa­ tølum. Um blokkin er at siga, at hann avloysti refusións­ skipanina í tveimum stigum: fyrst 1. januar 1988 og so 1. januar 1995, tá ið ein stórur meiriluti í løgtinginum (25- 0) samtykti, at so skuldi vera. Hví hendan 23 og 16 ára gamla skipanin nú verður gjørd til bidding úr ríkiskassanum, er trupult hjá vanligum fólki at skilja. At stempla ein meiriluta av løgtinginum at ganga bidd­aragongd, nú sam­ráð­ ing­ar eru um at fáa fígg­ing­ ina til heilsuverkið og al­ mannaverkið aftur á beint, er langt úti. Sum longu sagt niðurbant landsstýrið fíggingina úr ríkiskassanum til tey ikki yvirtiknu »bleytu virðini« 1. januar 2002. Fígg­ ingin er framvegis niður­ bund­in. Sjúkrakassarnir í Føroyum vórðu niðurlagdir 1. januar 2010, og í teirra stað kom ein nýggjur almennur stovnur, Heilsutrygd. Í blokkinum eru einar 17 milliónir (ella meira?) oyramerktar til sjúkra­kassarnar. Nú teir eru farnir í søguna, er nær­ liggj­andi at spyrja, um ríkis­ kassans stuðul er strikaður og blokkurin lækk­aður sam­svarandi, ella um ríkis­ stjórnin hevur samtykt at flyta stuðulin til fígging av Heilsutrygd? Í bókini Endurminningar (kom út fyri nøkrum vikum síðani) er greitt frá, hvussu inferno við ruðuleika í fyrisitingini tók seg upp í Tinganesi mitt í 80-unum við sera álvarsligum avleið­ ing­um. Orrustina í Tinganesi 2003 um eina stongda hurð, sum koppaði samgonguna, gloyma fólk ikki. Mundi tað ikki heldur vera samgonguskjalið við yvirtøku av serforsorg við 117 milliónum, sum gav løgmanni kaldar føtur – og ikki tann stongda hurðin? Men láturligt og grátuligt var tað. Politisk sjúka hevur vanliga drúgva inkubatiónstíð, áðr­ enn sjúkraeyðkennini koma til sjóndar. Fleiri ár. Eftir øllum at døma skal sjúk­ lingurin (landskassin) nú loksins leggjast undir skurð uttan bedøvilsi. Tað verður pínufult við hættisligum skurðtiltøkum og ásýniligum avleiðingum. At kalla fólk biddara er æru­ meiðandi. Landsstýrið, sum í hesum døgum stríðist fyri at fáa fíggingina til al­ mannaverkið og heilsu­verkið aftur í ta við lóg tryggjaðu legu, verður í skrift og talu lagt undir bidding. Hetta heiti, biddari, rámar alt Før­oya fólk. Tessvegna stinga nakrir viðkomandi spurningar seg upp: * Er tað bidding, at eftir­ sitandi hjá føroyskum sjó­ monnum, sum lótu lív í vanda­ sigl­ing­ini 1940-1945, fingu og fáa fram­hald­andi krígs­ pensión úr ríkiskassanum? * Er tað bidding, at før­oy­ ingar, innistongdir í Danmark í 1940-1945, fingu lán og aðra hjálp úr ríkiskassanum, og at hetta (lánini) gjørdist stovnsfæ hjá Dansk-færøsk Kulturfond 1951? Í bókini Føroyar 1 og 2 frá 1958 er tilskilað: »Hevði ikki Dansk- færøsk Kulturfond verið so stórtøkið, hevði ikki borið til at givið út hetta verk.« *Er tað bidding, at øll landskassans lán – 5,5 milli­ ardir – upptikin í fremm­and­ um londum, vórðu umskipað í 1998 til lán úr ríkiskassanum, til tess at bjarga okkum und­ an óloysiligum uppgávum og eyðmýking á altjóða peningamarknaðinum, sam­ stundis sum ríkiskassin strik­ aði 900 milliónir av skuldini og gjørdi eina hálva millión rentu- og avdráttarfría? Var hetta ikki ein hjálpandi bróður­hond, tá ið harðast leik­aði á? Gloymdu vit at takka fyri hjálpina? Tak er kun et fattigt ord… * Er tað bidding, at ríkis­ kassin fíggjar helvtina av almennum pensiónum í Føroyum? Umsiting av lógum og um bidding – Heri Mohr Kjak