fríggjadagur 6. januar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Viðurskiftini millum Iran
og Vesturheimin hava verið
spent
leingi
orsakað
av
ósemjuni um tann iranska
kjarnorkuútbúnaðin,
men
teir seinastu dagarnar er
spenningurin øktur nógv.
Fyrst
góðkendi
Barack
Obama, forseti, eitt lógarupp
skot, sum er ætlað at raka tað
iranska fíggjarkervið meint.
So
royndarskutu
iranar
tvær langtberandi rakettir,
og loksins hótti iranski her
flotaovastin við at steingja
Hormuz-sundið, um ameri
kanski flogberin "John C.
Stennis" kemur ígjøgnum
sundið. Hetta skipið fór
eystur
ígjøgnum
sundið
fyri stuttum og skal sam
bært amerikonsku herflota
leiðsluni aftur til støð sína
í Bahrein og sostatt vestur
ígjøgnum Hormuz-sundið.
Tað góðtekur Iran ikki, og
týsdagin endurtók Ataollah
Salehi, herflotaovasti, hóttan
sína, og hesaferð legði hann
ikki fingrarnar ímillum:
– Vit hava ongar ætlanir
um at endurtaka okkara
ávaring, og vit ávara bara
einaferð.
Fíggindin
sendi
sítt skip í Oman-havið, tí
okkara herfloti vandi. Vit
mæla frá, at hetta herskipið
kemur aftur í Persaflógvan,
segði Salehi, og hann er ikki
einsamallur.
– Iran fer at gera alt fyri at
varðveita trygdina í Hormuz-
sundinum við innsiglingina
til Persaflógvan, segði iranski
verjumálaráðharrin, Ahmad
Vahidi, við iranska sjónvarpið
í vikuni.
Tiltøk ella diplomati
Amerikanska stjórnin hevur
longu sett amerikonskum
feløgum forboð fyri at inn
flyta olju úr Iran. ES-londini
hava í prinsippinum tikið
avgerð um at gera tað sama,
men enn er ikki avgjørt,
nær ES fer at seta eitt tílíkt
innflutningsbann
í
gildi.
Fleiri greinarar eisini ivast í,
hvønn týdning eitt tílíkt inn
flutningsbann fær, tí Iran selir
sína olju víða um heimin.
Kina tekur ikki undir við
tiltøkunum hjá USA. Fyrra
dagin
segði
talsmaðurin
hjá uttanríkisráðnum í Bei
jing, Hong Lei, at slík tiltøk
fara ikki at loysa trætuna
um tann iranska kjarnorku
útbúnaðin.
Hann
mælti
ístaðin fyri Iran og Vestur
heiminum til at loysa træt
una á diplomatiskan hátt.
Handilssambandið mill
um Kina og Iran er vaksið
nógv tey seinastu árini, og
Kina keypir nógva olju úr
Iran. Seinasta summar skriv
aðu londini undir handils
sáttmálar fyri fýra milliardir
dollarar.
Ov smalt til herskip
Enn er einki, sum bendir á, at
Iran fer at lata seg trýsta til
at slaka. Tvørturímóti hevur
landið boðað frá, at Hormuz-
sundið er ikki nóg breitt, til
at útlendsk herskip kunnu
sigla ígjøgnum tað.
Tí fyrireikar tjóðartingið
i Teheran nú eina lóg, sum
heilt einfalt skal banna út
lendskum
herskipum
at
sigla ígjøgnum sundið. Sam
bært teirri hálvalmennu tíð
indastovuni Fars fer lógin at
krevja, at øll herskip, sum
ætla sær ígjøgnum Hormuz-
sundið, skulu søkja iranska
herflotan um loyvi til tess.
Lógaruppskotið verður sum
skilst lagt fyri tingið í næstu
viku.
Eygleiðarar tulka iranska
lógaruppskotið sum eina
roynd at svara tiltøkunum,
sum Vesturheimurin hevur
sett í verk ímóti landinum, og
sum fer at økja spenningin
munandi, verður tað framt í
verki.
Iran kann svara
Summir granskarar halda,
at tað er veruligur vandi
fyri hernaðarligum stríði
í Miðeystri. Ein teirra er
Sverre Lodgaard, ið starvast
á uttanríkispolitiska stovn
inum í Oslo. Hann vísir á, at
tað hevur verið upp á tal at
bumba kjarnorkuútbúnaðin
í Iran, og at vandin fyri hes
um veksur, nú Iran ikki vil
slaka.
– Nú kunnu teir, sum
hava mælt til bumbuálop,
vísa á, at tiltøk gera ongan
mun, og at bumbuálop er
einasta loysnin, sigur hann
við Aftenposten og vísir á,
at ísraelskar keldur hava
nevnt, at talan kann blíva
um at bumba mál í Iran
innan fyri teir næstu níggju
mánaðirnar.
Men norski granskarin
ávarar samstundis um, at
Iran er ført fyri at svara aft
ur.
–
Teir
kunnu
senda
rakettir ímóti Ísrael ella
amerikonskum herstøðum,
teir kunnu vápna Hizbollah
og Hamas ímóti Ísrael, teir
kunnu geva amerikanarunum
trupulleikar í Afghanistan,
og teir kunnu gera um seg
í Hormuz-sundinum, sigur
NUPI-granskarin
Sverre
Lodgaard.
(Keldur: Aftenposten, Reuters)
Iran kann geva
USA trupulleikar
Tann økti spenningurin millum USA og Iran kann fáa
stórar avleiðingar fyri alt Miðeystur og Afghanistan
Amerikanski flogberin "John C. Stennis". Iranar hótta
við at steingja Hormuz-sundið, um skipið kemur hagar
Hormuz-sundið er 28 fjórðingar breitt, men sambært iransku stjórnini ikki nóg breitt,
til at útlendsk herskip kunnu sigla ígjøgnum tað uttan loyvi frá iranska herflotanum