Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Enn er ikki greitt, hvar tey sjey búfólkini á sambýlinum á Tvøroyri, sum fór í ódnini 25. november, skulu búgva. Tey máttu øll flytast av sam­býli­num, tí tað fór so illa í ódnini, at øll yvirtromin fór oman av og tað var at kalla bara grundin, sum stóð eftir. Fyrst vórðu tey sjey bú­ fólk­ini flutt á Suðuroyar Sjúkra­hús, men síðani vórðu tey flutt á nýggja ellis- og røktar­heimið, Hamragarð, í Vági. Har er avtalan fyribils, at tey kundu búgva til 1. febru­ ar. Men enn er óvist, hvussu verður við teimum eftir 1. febru­ar. Landið eigur eldraøkið Tvøroyrar Býráð fer nú at við­gerða støðuna. Men Kristin Michelsen, borgar­stjóri, staðfestir, at tað er í øllum førum púra greitt, at tað ber ikki til at hava nak­að sambýli klárt tann 1. febru­ar. Hvussu støðan so verður hjá teimum sjey búfólkunum, dug­ir hann ikki at siga. Borgarstjórin sigur, at tað er ein spurningur um Tvør­ oyrar Kommuna yvir­høv­ur fer at byggja nakað sambýli aft­ur. - Eldraøkið er ein lands­ upp­gáva og tað er ein stórur spurn­ingur, hví Tvøroyrar Kommuna skal átaka sær eina landsuppgávu, sigur hann. Hann staðfestir eisini, at Bý­ráðið hevur skyldu til at fara væl um skattaborgarans pe­n­ing. - Tí er tað ein spurningur um Tvøroyrar Býráð yvir­høv­ ur hevur loyvi til at brúka skatta­borgarans pening til eina útreiðslu, sum landið eigur at gjalda, sigur Kristin Michelsen. Hann sigur, at talan er um ein rættiliga grundleggjandi spurn­ing, sum støða skal takast til í hesum sambandi, tí tað er ongin ivi um, at tað er landið, sum hevur ábyrgd­ ina av eldrarøktini. At kommunur so hava átikið sær ein part av ábyrgd­ ini, er ein onnur søga, men spurn­ing­urin er rættiliga grund­leggjandi. Borgarstjórin staðfestir eisini, at tað er Nærverkið og ikki Tvøroyrar Býráð, sum hevur flutt fólkini á Hamra­ garð í Vági. Hann staðfestir somu­ leiðis, at eftir øllum at døma er ein kommun­u­saman­legg­ ing á veg og hann heldur, at tað er ein spurningur, hvussu rætt tað er hjá Tvøroyrar Kommu­nu at fara undir eina so stóra útreiðslu beint upp­ undir eina samanlegging. Tá ið býráðið fer at við­ gerða støðuna, fer tað eisini at taka støðu til um tað vil hava tryggingarupphæddina fyri sambýlið útgoldnað, ella um húsið skal byggjast upp aft­ur. Men hann sigur, at verður hús­ið bygt upp aftur, verður tað ikki til sambýli, tí tað er ov lítið. Hann sigur eisini, at tað eru nógv, sum hava bjóðað kommun­uni at keypa hús til sambýli, men tað verður av ongum, tí tað vera stór bruna­krøv, og onnur krøv, sett til sambýli. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Nær­ verki­num áðrenn blaðið fór til prentingar. aki@sosialurin.fo Áki Bertholdsen Nú byrjar royndin at finna semju í sáttmála­trætu­ni ímill­ um Maskin­meistara­fe­lag­ið øðrumegin og Fíggjar­mála­ ráðið og Kom­munuala Ar­beið­ s­gevara­felagið hinu­meg­in. Samráðingarnar slitnaðu fyri jól og síðani hava Allan Skaal­um og Niels Winther Poul­sen átikið sær royndina at fáa partarnar at semjast um ein nýggjan sáttmála. Teir hava brúkt tíð upp á at tosa við partarnar og at gjøgnumganga krøv og ynskir hjá báðum pørtum og hetta vikuskiftið verður so farið undir sjálva sem­ings­ royndina, sigur Allan Skaal­ um, semingmaður. Kunnu útseta Hann væntar ikki, at nakað hendir teir fyrstu dagarnar. - Vísir tað seg at tað gong­ur illa at semjast, hava semings­menninir møguleika fyri at útseta eitt verkfall ella eitt verkbann í átta dagar. Men Allan Skaalum sigur, at kemur tað hartil, at tann møguleikin verður um­ hugs­aður, skal tað vera eitt endamál við at útseta verk­ fall ella verkbann. - Tað verður ikki gjørt uttan at vit meta, at eitt semingsumfar afturat kann enda við eini semju, leggur hann afturat. Men, hvussu leingi semings­royndin fer at vara, er heilt ómøguligt at siga. Eisini tey fýra Hetta er ikki einasti verk­ fals­vandin, sum lúrir, tí eisini samráðingarnar ímill­ um tey fýra stóru feløgini, Starvsmannafelagið, Lærara­ felag­ið, Pedagogfelagið og Havn­ar Arbeiðskvinnufelag øðru­megin og og Fíggjar­ mála­ráðið og Kommunuala Arbeiðs­gevarafelagið hinu­ meg­in, eru slitnaðar. Har skulu semingsfólk eisini upp í at royna at fáa part­arnar at semjast, men nær tann semingsroyndin verð­ur, er ikki vist. Partarnir eru samdir um eitt semingsfólk, men í gjár­kvøldið, tá ið hetta varð skrivað, vildu tey enn ikki siga, hvør tað er. Hetta semingsfólkið skal so hava eitt semingsfólk aftur­at sær, men enn er ikki av­gjørt, hvør tað verður. Herálvur Jacobsen, for­ mað­ur í Lærarafelagnum sig­ ur, at teirra semingsroyndir byrja ikki fyrrenn tær fyrru sem­ings­royndirnar við maskin­meistarunum, eru lid­nar. Sostatt erú útlit til, at vandin fyri verkfalli ella verkbanni fer at hótta samfelagið í rúma tíð framyvir. Óvist um Tvøroyrar Býráð fer at byggja sambýli aftur MISTU HEIMIÐ Eldraøkið er ein landsuppgáva og tí er ikki vist, at vit byggja sambýli aftur til búfólkini, sum máttu flytast, tá ið sambýlið fór í ódnini í november, sigur borgarstjórin á Tvøroyri Nú fellur avgerðin um tað verður verkfall ella ikki Heimleys gomul Tá ið sambýlið á Tvøroyri fór í luftina í ódnini í november, blivu sjey gomul fólk heimleys, men enn er óvist, hvar tey skulu búgva í framtíðini