fríggjadagur 6. januar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Hesin grunnurin, sum áður
kallaðist Vinnuframagrunn
urin, eigur somuleiðis, sam
bært Brandi, at gera sítt til
menning av servørum og
ferðavinnu í útjaðaranum.
Neyðugt er tí eisini, at við
tøkurnar verða broyttar sam
svarandi.
- Gjørligt skal vera hjá
fólki og fyritøkum í útjaðara
num, ið ganga við góðum
hugskotum, at søkja sær
stuðul og fígging úr hesum
grunni, slær borgarstjórin
fast.
- Miðstaðarøkið hevur
ikki sama tørv á hesum
grunni, tí at fíggingarmøgu
leikarnir í miðstaðarøkinum
eru nógv betri enn teir eru
í útjaðaranum, slær borgar
stjórin á Sandi fast.
Oljutunnur
Í eini grein á Sandoyar
portalinum vísir Brandur
Sandoy á, at hetta kundi verið
við til at bjarga oyggjum sum
Skúgvi, Mykinesi, Fugloynni
og Svínoynni, sum í dag hava
heilt óhoyrdar trupulleikar
at dragast við.
- Tað sigur seg sjálvt, at
tað er ikki serliga liviligt á
útoyggjunum, tá eitt nú tað
at fáa olju til vega fyri at hal
da hitan skal vera tað, sum
fyllir gerandisdagin hjá hes
um fólkum.
- Eisini hevði hetta kunnað
minkað um fráflytingina úr
teimum økjunum, sum liggja
nærri miðstaðarøkinum enn
útoyggjarnar. Men mest av
øllum høvdu vit sum land
kunnað lyft høvdið yvirfyri
umheiminum og sagt, at vit
veruliga hava tikið eitt tak
fyri útjaðaranum, heldur alt
so Brandur Sandoy.
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Ætlanin var
at gera bátadráttnirnar
lidnar í fjør, men tað
eydnaðist kortini ikki,
sigur Atli s. Justinussen,
formaður í Vinnu- og
Havnanevndini
hjá
Klaksvíkar Kommunu.
Í Klaksvík eru tvinn
andir bátadráttir – ein í
sjálvum býnum og ein í
Borðoyarvík.
Men kommuna varð
tó noydd at gera ávísar
broytingar í fíggjaræt
lanini. Tí varð í fyrstu
syftu asfalt lagt á í Norð
havnini og Kósakeiini.
- Nú kunna báta eig
ara fegnast, tí Havna- og
Vinnunevndin
hevur
sett pening av í ár til
hesar báðar bátadráttir,
upplýsir Atli S. Justinus
sen.
snorri@sosialurin.fo
Vit hava øll verið vitni til,
at bankastjórarn hava
bjóðað partaeigarum til
galladøgurðar, har eg
sjálvur varð bjóðaður við.
(Magni Garðalíð,
skipari í við
merking “Hví
hava bankarnir
fría atgongd í
landskassan?”)
Vágur: Við einum skattaprosenti
uppá 23,25 verður væntað at fáa
35,4 mió krónur inn í skatti í ár.
Barnafrádrátturin er 4000 krónur.
Hoydalar: - Løgtingið má venda
aftur til upprunaligu raðfestingina
av Marknagilsdeplinum, so at
hann verður liðugur í 2014,
sigur Mikkjal Helmsdal, rektari.
Kollafjørður: Kommunan hevur
nú keypt eina neyðstreymsskipan
til vatnveitingina. Orsøkin eru tey
mongu streymslitini í seinastuni.
Klaksvík: 24. januar hittist
lesiringurin á bókasavninum
aftur. Tosað verður um
stuttsøgusavnið “Rottan”
eftir Sólrun Michelsen.
kring landið
Útoyggjarnar
kunnu bjargast
- Grunnurin Vinnuframi eigur sum skjótast at verða
oyramerktur til stimbran av vinnulívi í útoyggjunum,
sigur borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy
Nú koma
báta
dráttirnir