Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Brynhild Næs * 27.07.1922 - † 01.01.2012 in memoriam Tann hond, sum kveikti grúgvuglóð til verka er ei meir, hon var for heim og hús so góð, hon tænti fyri fleir. Tann hond, sum vøgguni gav lív og reiddi fyrsta beð, nú hvílir hon so stird og stív, nú sál fór sæl sín veg. Tann hond, sum kíndi tár av kinn, so barn á kúri vann, nú veik og trilvandi fann inn, har sælu sjálv hon fann. Tann hond, sum altíð ugga gav og troyst so manga stund, og børnum sínum lívið vav, nú meir ei hevur skund. Tann hond, sum altíð virkin var for barnabørnum við, teim smáu fyrr mangt plaggið bar, nú gomul hon bant frið. Um hond ei meir til dagsverk stóð, men still í fangi lá, tó ommubørnum var hon góð, tá yatzy stóð á skrá. Um hond av elli viknað var til dagsins verk við borð, so minnið skert tó okkum bar so mangt eitt fyndarorð. ---- Tú kona, mamma, omma góð og vermóðir vár við, tú kær for okkum øllum stóð, nú tú fanst sælan frið. Tú vart tann sól, sum lýsti bjart, tá skýggj á lofti var, tá sortar gjørdu lívið svart, tín glæma mangan bar. Nú fúnað var títt foldarfar á ævinleikans kós, nú Harrans hond tín anda bar um sýn í annað ljós. Vit takka tær for alt títt lív, hvørt fet, hvørt foldarstig, sum omma, mamma og sum vív: “Vár Besta, hvíl í fríð”. Vit, øll tíni Góða fitta omma. Eg skilji als ikki, at tú ikki ert her hjá mær meira. Eg hevði vónað, at hesin dagur aldrin fór at koma, har tú ikki ert ímillum okkum longur. Men soleiðis er lívið nú einaferð. Tú fert altíð at hava eitt stórt pláss í mínum hjarta. Sum tað var tómligt, tá abbi, »tín fitti maður, fór herfrá«. At ikki skula síggja hann sita við vindeygað og veittra, tá man kom á vitjan. Og nú verður tað bara so heilt ótrúliga tómligt, tá tú omma heldur ikki er har. Allar tær góðu løturnar við tær fari eg at sakna. Tað verður ringt at siga, hvat eg fari at sakna mest, tí tað verður alt. Eg eri so glað fyri at hava fingið so nógva tíð saman við tær. Altíð var tað so hugnaligt at koma til Eiðis at vitja. Tú vart altíð klár at taka ímóti, og tað var ikki eiti á, hvat tú diskaði upp við. Klár til at fara út í kjallin eftir tí, eg elskaði allarmest at fáa: skerpikjøt og nýbakað rugbreyð. Og so tínar fantastisku hendur; hvat tær ikki hava gjøgnumført her í lívinum. Meg minnist serliga, tá eg vildi hava einar hvítar hálvhosur við reyðum prikkum. Tær eru tær vakrastu hosurnar, eg nakrantíð havi sæð, og eg eri so glað fyri tær. Tú hevur verið ein fantastisk omma, og eg kundi sagt so nógv meira. Men alt tað, sum tú hevur verið fyri meg, havi eg sagt tær, áðrenn tú fór herfrá. Var og gav tær muss og klemm dagin áðrenn, tú vildi sleppa herfrá. Tú vart so ótrúliga vøkur at síggja, og tá títt hjarta ikki orkaði meira, lá tú við ein­ um stórum smíli, og eg eri vís í, at tað smílið eigur mað­ur tín »Louis Sigfred Andreasen«. Sum hann man verða glaður fyri at sleppa at síggja títt smíl. Góða nátt og sov gott, eg elski teg . Lissi Til minnis um ommu mína Sanna Karolina Andreasen Fødd 31. august 1925 – andaðist 30. november 2011 Føðingar 26. desember fingu Diana Jacobsen og Bjartur Thoma­sen, Válur, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vig­aði 3590 gr. 28. desember fingu Maiken Drangberg og Søren Ellung Jacobsen Tórshavn ein son. Hann var 4215 gr og 57 cm langur. Jóhanna Arge og Jacob Eli Olsen, Tórshavn, fingu 4. januar ein son. Hann vigaði 3330 gr og var 52 cm langur.