fríggjadagur 6. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tíðargrein
Øllum er greitt, at kostnaðarstøðið í
Føroyum er høgt og nógv hægri enn
í grannalondunum. Matur, klæði,
hiti, streymur, flutningur og býli –
alt er dýrari. Og í grannalondunum
eru setanartreytir, lønin, skatturin
og veitingar frá tí almenna til
einstakar samfelagsbólkar gjarna
munandi betri.
– Og føroyingurin er mobilur
og hevur lætt at flyta, tó at hann
heldur vildi verið í Føroyum.
Í fjør vísti eg alment á, at hóast
tað við teimum útstykkingar
ætlanum, sum í løtuni eru í Havnini,
um tú telur øll privat grundøki og
íbúðarprosjekt saman, verða um
eitttúsund sethús, raðhús og íbúðir
til taks komandi tíðina, so virka
marknaðarmekanismunar ikki í
Havn.
Eg setti tí spurningin, hvør
orsøkin er og hvør stýrir markn
aðinum – og hvør hevur áhuga í,
at húsaprísirnir verða hildnir so
høgir?
Niðurstøðan varð, at bankarnir
stýra fíggingini av allari bygging,
sølu og endursølu. Høvuðsábyrgdin
liggur tí har. Eg ávaraði um, at við
einum meðalprísi oman fyri tvær
miljónir krónur, er ótal av familjum,
sum ikki longur hava ráð at búgva
ella búsetast í Havn.
Eg vísti eisini á, at fólkatalið
stóð í stað og framrokningar vístu,
at fólkatalið fór at minka, sam
stundis sum skeivleikarnir í aldurs
samanseting og kynsbýti bara
gerast størri og álvarsligari.
Verður ov tungt at búgva í
høvuðsstaðnum henda tvey ting –
nøkur flyta út í kommunala útjað
aran og longur, og nøkur flyta av
landinum.
Longu nú er skaðin hendur og
tungt verður at venda gongdini. Ein
gongd, sum ikki bert hevur stórar
avleiðingar fyri høvuðsstaðin, men
fyri alt samfelagið.
Vit síggja longu úrslitið
Fyrstu 9 mánaðirnar í 2011 vórðu
fødd 175 børn í kommununi. Roknað
uppá árið verða tað umleið 233 fødd
børn. Hetta eru 29 færri enn í fjør,
sum var lágt í mun til vanligan
árgang, ið hevur ligið um tey 300.
Í mars 2011 var fyri fyrstu
ferð í fleiri mannaminni, at tað í
høvuðsstaðarkommununi
vóru
fleiri deyð enn fødd.
Burðaravlopið er eisini skjótt
fallandi. Framroknað verður burð
aravlopið í 2011 bert 96 fólk. Hetta
kann so samanberast við 2010, tá
tað var 158, og 2009, tá tað var 167.
Er burðaravlopið komið á eitt
vandastøði, so er uppaftur verri
við flytingarmynstrinum. Fyrstu
9 mánaðirnar í 2011 eru 716 fólk
flutt úr Tórshavnar kommunu til
útlandið, meðan tað bert eru 530,
sum eru flutt úr útlandinum til
Havnar, tvs., at netto eru 186 fólk
flutt av landinum.
Hetta svarar til umleið 50 húsar-
hald, sum nú eru vekk!
Fyrstu 9 mánaðirnar í 2011 var
nettotilflytingin innlendis 49 fólk.
Samsvarandi talið fyri 2010 er 77, so
eisini her venda tendensirnir fyri
høvuðsstaðin skeivan veg.
Samlaða fólkatalið í Tórshavnar
kommunu ultimo september 2011
var 19.836. Samsvarandi talið fyri
2010 var 19.867. Tað vil siga, at teir
12 mánaðirnar, september 2010 -
september 2011, er fólkatalið í Tórs
havnar kommunu lækkað við 31
fólkum.
Hetta er álvarsamt sjúkutekin,
ikki bert fyri høvuðsstaðin, men
fyri allar Føroyar.
Allar royndir til fánýtis?
Kommunan ger alt hon kann
fyri at økja um fjølbroytnið í bú
staðarmynstrinum, og samstundis
alt sum ber til, fyri at gera tað so
bíligt at seta búgv og virka sum
gjørligt. Men í hesum seinasta
berjast vit ein vónleysan bardaga
móti serliga fíggingarstovnunum,
sum umsita bæði keyp og sølu og
fígging, og halda prísinum á einum
høgum og kunstigum støði.
Húsaprísurin, serliga í Havn, má
niður, samstundis sum fíggingar
møguleikarnir mugu betrast. Meðan
tey í Danmark í avdráttartíðini
gjalda hús síni aftur tvær ferðir,
so gjalda føroyingar húsini aftur
tríggjar ferðir, tí lánimøguleikar og
renta her heima eru so vánalig.
Eg vísti eisini tá á, at ein annar
møguleiki at lata fastlæstu støð
una upp er, at føroyski Húsaláns
grunnurin fær víðkaðar møguleikar
at veita serliga lagalig lán til hús
og íbúðir undir ávísa stødd eitt
nú á leigaðum grundøki. Hetta er
ein loysn, sum kundi givið tann
fjøltáttaða bústaðarmarknaðin, har
rúm er fyri øllum samfelagsstætt
um. Og uppaftur betri er, um slíkar
loysnir verða frítiknar fyri mvg av
byggiútreiðslunum.
Høvuðsstaðar
politikkur landsins
Tað er tó ikki bert fíggingarstovn
arnir, sum eru trupulleikin. Landið
hevur ongan áhugað sýnt at menna
høvuðsstaðin.
Í
áratíggju
hava
sonevndu
landspolitikkararnir í løgtinginum
og landsstýrinum skriva álit og
framt ætlanir um bygdamenning,
økismenning,
útjaðaramenning
og útoyggjamenning. Milliónir og
milliardir eru lagdar í vegir, tunlar,
skúlar, stovnar og ikki minst
vinnulív til hesi øki, tó at flestu av
hesum pengum høvdu verið brúktir
betri við heildini fyri eygað.
Tak til dømis fólksins ogn –
fiskin í havinum. Av 201 fiskiloyvum
á føroyska landgrunninum, skip
størri enn 15 tons, eru bert fýra
fiskiloyvi í Suðurstreymi. Tað vil
siga, at landið veitir vinnulívinum
og økjunum uttanfyri Havnina heili
99,98% prosent av fiskiloyvunum.
Samlaða feskfiskaveiðan í 2010
var 903 milliónir. Tað svarar tí til,
at landið hevur latið vinnulívinum
og økjunum uttanfyri Havnina
901.194.000 krónur í beinleiðis al
mennum stuðli.
Hetta vanbýtið gerst uppaft
ur grefligari, tá tað verður tik
ið við, hvat hesi loyvi skapa í
lønarútgjaldingum. Bara í Norð
oyggjum og Eysturoynni vóru
lønarútgjaldingarnar í 2010 fyri
vinnugreinarnar fiskiskapur og
fiskavøruídnaður yvir hálva milli
ard.
Hetta er útjavningar
skipan við lít!
Og samstundis er ætlanin, at
Tórshavnar kommuna av sínum
fækkandi
skattainntøkum
skal
gjalda millum 50 og 75 milliónir í
útjavning til bygdirnar – tit mugu
hava etið seym! Hetta er sanniliga
ikki tíðin at trekkja jakslarnar úr
høvuðsstaðnum.
Tað er eisini sum lundi á jólanátt,
at landið tekur upp samstarv við
Tórshavnar kommunu um nakað,
sum yvirhøvur ber brá av menn
ing av høvuðsstaðnum. Nei, heldur
leggur man allar hugsandi fótonglar
í vegin.
Tórshavnar kommunan kann
við síni stødd fremja nógv. Men
givið er, at kommunan megnar
ikki alt, sum landið sleppur sær
undan, og nú fer veruliga at sansa
at. Ávaringarklokkurnar ringja – og
tær ringja alsamt týttari og harð
ari.
Sum borgarstjóri í høvuðs
staði alra føroyinga eftirlýsi eg
heilt einfalt, hvat landsins kosnu
menn og kvinnur ætla við høvuðs
staðnum.
Spurningarnir
eru
nógvir.
Verða
fleiri
almennir
stovnar
fluttir út á bygd? Skal Havnin
framhaldandi haldast uttan fyri
stóru virðini í havinum? Verður
ætlanin við Marknagilsdeplinum
nú bara droppað, sum mangt
týðir uppá? Hvussu ætlar landið
at byrgja upp fyri, so at stóru
sparingarnar á fíggjarlógini raka
inntøkugrundarlagið hjá Havnini
minst møguligt – ella tað ætla tit
kanska als ikki?
Loysnir, harra
løgmaður, loysnir!
Nýggj samgonga er skipað. Høv
uðsstaðurin bløðir, og tað kann
samfelagið ikki liva við. Kundi
hugsað mær, at Føroya løgmaður,
sum er tann í landsstýrinum, ið
kennir høvuðsstaðin best, legði
fram konkret tiltøk og ætlanir, sum
landsstýrið hevur fyri menningina
av høvuðsstaðnum.
Eg kann nevna onkra loysn
at seta hol á. Løgmaður nevndi
í nýggjársrøðuni, at landsstýrið
raðfestir
gransking
og
hægri
útbúgving. Má siga, at tað síggja
vit einki til.
Harra løgmaður, hygg eftir
Reykjavík, hygg eftir Akureyri,
hygg eftir Tromsø og Aalborg. Hvat
ger man har? Jú, man investerar
massivt í altjóða universitet og
gransking, og úrslitið er ikki bert
stórur fólkavøkstur, men stórur
búskaparvøkstur.
Hvat gera tit her? Okkara Fróð
skaparsetur liggur spjatt runt í Havn
– og skjótt eisini kring alt landið – ið
smáum og vánaligum hølum. Her er
eingin savningarmegi, her er eingin
sjónligheit, her er eingin samleiki.
Tórshavnar kommuna lat Fróð
skaparsetrinum fyri meira enn
fjórðingsøld síðan eitt stórt grund
stykki til universitet. Hví ikki byrja
har, harra løgmaður? Legg minst
250 milliónir í eitt slíkt projekt
heldur enn ein tunnil á bygd. Tað
er tað, vit hava brúk fyri, skulu vit
– tað samlaða føroyska samfelagið
– yvirhøvur yvirliva.
Tórshavnar kommunu hevur
stórar ætlanir fyri høvuðsstaðin og
fyri landið. Landsins kosnu, koma
tit eisini við, so at gongdin kann
vendast, áðrenn ov seint er!
Bløðir Havnin, bløðir landið út.
Vilja almennu Føroyar
stuðla høvuðsstaðnum?
Fólkatalið í høvuðsstaðnum minkar og hetta merkir
eisini, at skattainntøkurnar nú eisini minka. Almennu
Føroyar gera onki fyri at gera tað liviligari fyri vanligu
familjurnar, sum nú í vaksandi tali flyta av landinum!
Heðin Mortensen
borgarstjóri