Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Ein og hvør skipan, ið fer við øllum borgarum sum javnt illgrunasamir, er í vanda fyri at marginalisera vanligt skynsemi og persónligt in­ stinkt Tað er jú tann klassiska barna­gremjanin: “Men øll hini hava eina.” So tað er nokkso stuttligt, at um KRIS fær sín vilja, og øll vaksin skulu “barna­kannast”, at tá fer reak­tiónin til tað, at eg sýti fyri at kannast og skrásetast, at verða effinett tann sama. Kortini nokti eg at lata meg kanna av landinum, bert tí eg fáist við ungdóm, tað veri seg hondbólti ella skúling. Í einum samfelagi sum Føroyar, alsamt meiri trásett av javnstøðuformalitetum, fært tú: “Men, á jenar Agga, hvat harmar tað; hví kanst tú ikki bara gera sum hini? Øll hini hava eina váttan. Hví heldur tú teg vera so spesiellan?” Hetta er tó ein forbiið fjákut grundgeving. Tá ið børn koma við hasi “men øll hini...”-grund­gev­ ingini, spyrja vit foreldur oftani: “Kæra býtta barn, um øll hini nú smildraðu sítt Nintendo DS, ella hoppaðu av einum kletti, hevði tú tá eisini gjørt tað?” Eitt so totalt ónýtiligt aftursvar er fullstendiga líka rámandi í hesum føri. Øll verða noydd at taka undir við hesum ófrælsa uppskoti. Men tað hvørki rættvísger tað ella ger tað skilagott. Tvørturímóti, tí um hvør einasti persónur, ið fer inn í ein skúla ella judosal, skal skrásetast í einum dátu­ grunni, tá er hetta bara dømi um eitt uppaftur meiri roksut slag av eini kross­ setandi javnstøðu. Tað er funktionalisman, og ikki rættvísiskensla og universal­ isma, ið er avgerandi, tá ið vit tosa kanning av snedigum monn­um. Tað er ikki tað, at eg eri “hand­ an illgruna”. Tað einasta, eg sigi, er at ein og hvør skipan, ið fer við øllum borgarum sum javnt illgrunasamir, er í vanda fyri at marginalisera vanligt skynsemi og per­són­ ligt instinkt—“áh, hon hevur handa pappírslepan, so tað kann ikki passa.” So, KRIS, hvussu kann eitt tíðarfrekt og pengakrevjandi uppskot—sum heldur fast við, at onkur, ið skilliga ikki er “ein vandi fyri børn”, men allíkavæl skal skaffa sær eitt pappírspetti fyri at prógva tað øvuta—hava nakað virði? Logikkurin tykist vera, at av tí at tað er sera trupult at uppdaga ein pedofil, kann trupulleikin loysast við pínufult at konstatera, hvør ikki er pedofil. Hetta er tað sama sum at ásanna, at tað er ov møti­ mikið at finna hasar tíggju myrku smásteinarnar á eini mektigari strond við ljós­ um smásteinum, og tí kon­ kludera, at tað vildi verið nemmari at funnið allar teir ljósu ístaðin. Tað er bara tað, at tá ið tað kemur til pedofilar, látast nógvir smásteinar at vera ljósir, men vísa seg hava verið myrkir allatíðina; ella eru myrkir, men eru tó óhoyrt góðir at láta sum um, teir eru ljósir. Hjá KRIS undirliggjandi at proklamera, at “uppskotið um barnakanning er ómakin vert, bara tað kann bjarga einum barnalívi”, er ikki sørt táputryggjað, og líkist annars nullhugsjónarligu promillulógini hjá Sølva R. Hansen. Slíkt uppáhald er eins hysteriskt og kenslusamt sum uppskotið, KRIS verjir. Rationalitetur prædikar annars, at tey einastu, ið veruliga, veruliga, vilja ogna sær eitt sovorðið sertifikat, eru pedofilarnir. So hjá teim­ um, ið ikki enn hava reali­ serað sína ómoralsku girnd, má barnakanningin við fylgj­andi blástempling vera eitt kærkomið atgongumerki til himmals. Uppskotið merkir, at tað verð­ur ein lógarfest skylda hjá øllum vaksnum, ið hava við børn at gera, at “lata seg kanna”. Um tú ikki gert tað, verður tú stemplaður kriminellur at vera. Avleiðingin? At ein massiv­ur partur av fólk­in­um, harímillum lærarar, peda­ gogar og fólk í ung­dóms- klubbum, fólk, sum í síni frítíð tíma at brúka tíð upp á ungfólk, eitt nú útferðir, men eisini venjarar og nevndir innan ítrótt, verður undir illgruna av statinum. Til dømis fer tað at vera revsivert fyri ein pápa at fara inn í Hoyvíkshøllina at venja liðið hjá soninum ein sunnumorgun uttan fyrst at blíva kannaður av einum betrivitandi almennum kroppi. So afturfyri at lata óvitunum tveir tímar av sínari dýru frítíð, má babba prógva sítt sakloysi við fyrst at útfylla eina asins rúgvu av oyðubløðum, og síðani vísa pass, koyrikort og rumpu. Men tað blívur við, tí babbasa upplýsingar verða lagraðar í einari databasu hjá onkrum ráði ella óneyðgum stovni, og fer hann at verða undirgivin áhaldandi kanningum, sum so aftur krevur ein stovn. Hetta, bara fyri at geva tær ein simplistiskan var­ huga av, hvat uppskotið fer at bera við sær fyri títt gerandislív. Og, ikki minst, tað hjá tínum børnum, tá ið eg so forbiið væl hevði skilt, um pápin bestemmaði seg fyri, at hatta er ov nógv strev og stríð, og tí velur at verða verandi heima... og so kann sonurin spæla Nintendo DS ístaðin. Siðleysa kanningarmentanin, kristnifanatiska KRIS og stokkkonservativi vinstra­ vongurin klemmandi tala fyri, er ein óterlig hóttan fyri føroyskt gerandislív og ítriv, sum er so evindaliga týðandi fyri okkara børn. Pápar fara ikki longur at arbeiða frívilligt fyri onn­ur, tí teir ikki finna seg í at verða uppfataðir sum “ullintir”. Eg veit ikki, hvussu tað er við tær, men eg minnist væl handa mannin í ung­ dómsklubbinum, ella skót­ unum, ið ofraði seks tímar viku­liga við at “hanga út”, spæla biljard ella binda knút­ ar við okkum, ikki tí hann vildi føla uppá okkum, men tí hann helt tað vera stuttligt og ein skylda sum borgari, og helst eisini gevandi fyri seg sjálvan. Fær KRIS sín vilja, blíva slík sámulig og sam­fe­ lagshugað fólk løgd undir ein totalt ógrundaðan illgruna, tvingað at geva seg undir eina møð­sama og mannminkandi revsi­kanning, áðrenn tey kunnu arbeiða við børnum í lokal­umráðnum. Hvat sigur tú, skulu vit vedda: fer frívilligt arbeiði og talið av eldsálum at líða vansa av hesum? Ella skulu vit satsa uppá, hvat Kvf útmerkar seg í, lummahugsandi coach­ arar og hasi eg-istisku reali­ seringfólkini, ið “føla” seg sjálvi og rationaliserandi kritikk til grundar, og sum við avbera avmarkaðum sosial­um solidariteti og felags­anda halda, at tey við árliga limagjaldinum longu hava gjørt sítt? Men, og hvat verri er, henda tryggleikamaniin, har vit verja børn í sovorðið mát, at tey enda við at verða fob­isk fyri fólki, fostrar ein óaftur­ takandi illgruna og illvilja millum ættarliðini. Uppskotið hjá KRIS eitrar sambandið millum vaksin og børn, tí tað lærir børn at vera natúrliga varin fyri vaksnum; at síggja vaksin, ikki sum umsorganarfull og góðviljað, sum kanska enntá kunnu inspirera og stimbra seg, men nøkur misteinkilig skapilsi, og mugu tí kekkast áðrenn tey stíga inn í barnapakkað øki. Teir óformligu mátarnir, fólk vanliga koma saman uppá, fara at hvørva. Alt fer at verða gjørt “sambært sátt­ mála”. KRIS fortelur okkum, heldur aksiomatiskt og óær­ ligt, at uppskotið kann heim­ ilast við orðinum “barna­ verja”: at tað fer at bjarga børnum. Fyri tað fyrsta, hvør er ikki áhugaður í at “verja børn”... ein retoriskur spurningur. Tað er jú privat sjálvmorð at siga øðrvísi; nakað tað sama sum at siga, “hon sjálv, eg trúgvi upp á óburðardyggan vøkstur”, “eg eri ímóti náttúruni” ella “eg elski irrationellan lokal­ politikk”. Uppskotið fer ikki at verja børn. Beint øvut. Ikki bara leggur tú øll vaksin undir illgruna, men tú frátekur børn­um at hugsa fyri seg sjálvi, og foreldrum við. Tú ófør­leikager børnini. Tey verða minni før fyri at ansa sær, og slettis ikki før fyri at meta um, hvørji vaksin eru at hava álit á, hvørji ikki. Samfeløg blomstra við óform­ligum verumáta, og duga saktans at skipa seg. Og børn elska hasa fríu og løttu samveruna, har hvørt samband er grundað á álit millum seg og síni foreldur, sín lærara, venjara og onnur vaksin. Uppskotið, um tað nakran­ tíð blívur til veruleika, fer at køva alt hetta, samtíðis sum tað fer at volda eitt ótespiligt huglag, har angist, ótryggleiki og andstygd fara at ganga aftur. Fyrr var vanligt at siga, at tað tók eina bygd at uppala eitt barn. Men í dag sleppa bert statsgóðkendir einstaklingar at uppala eitt barn. Tað er altso eitt sjáld­sama paranoid land, ið bestemmar seg fyri at dálka barna­heilar við mistrúgv og vaksna­mannaheilar við iva. Men eginliga problemið, enn einaferð, er ikki høpisleysi Helgi og bannførandi Bill, ella hvat teir nú eita, ið klemma KRIS, men rygg­ leysa og vitleysa embætis­ manna­verkið, ið hvørki hevur nossini ella neyðugu moralsku sannføringina at gera sær dælt av sínum grundlógartryggjaða rætti at siga sína hjartans meining um nakað. Bólturin fer tí at verða verandi hjá teimum, sum bara samtykkja, um tað so er til signalpolitikk ella politikk so ósamansettur og óumhugsaður, at sjálvt óforelskaða heimalambið hjá gubba hevði boðið tí væl­ komnum við einum nikki. Hvussu er og ikki, tá hevði tað í minsta lagi verið ein uggari, um mannahatska uppskotið hjá KRIS ikki var so innanopið. Herðaklappandi elitan og politiski klassin prísa jú signalpolitikk, og tað er tí, eg óttist, ikki vegna givnum grundgevingum. Fara færri børn at verða misbrúkt av persónum við atgongd til tey umvegis sítt arbeiði? Nei. Skulu vit akseptera uppskotið, tí hóast tað er óviðførligt og ókulti­ verað, bureaukratiskt og ólogiskt, tá følist tað trygt? Nei. Tryggleikin, sum KRIS so desperat roynir at finna so at fáa hækkaðan stuðul, kann aldri fáast. Tess størri og meiri fløkjaslig ein kanningarskipan er, tess fleiri fólk skulu til at umsita hana, og tess sannlíkari er tað, at hasi, ið fara eftir henni av vanæruligum ávum, fara at eydnast. Sum dømi, hvussu nógvir persónar skulu býta út hesar túsundtals váttanir, ið geva atgongd til skúlar og ítróttarhallir? Og hvør skal gera av, hvørji sleppa at renna eftir fólki við pedofil- kannandi oyðubløðum? Hvør skal kanna teir? Og hvussu? So tað er ókey ikki at hava alt tað, hini hava, og ikki halda alt tað, hini halda, hóast tað er at provokera tanka­gongdina hjá føroysku tolsemis-elituni á Facebook; tí so skjótt sum onkur av hennara stakittsitandi mein­ ingsberum halda, at eitt valdømi er “tað”, halda hini tað, og tá ið onkur annar beri heldur, at 266b er “tað”, halda hini tað. Hetta minnir ikki sørt um handa skaran av individum, sum stillaðu seg í kø aftaná at hava verið ræðslutikin av eini terrorbumbu, og eftir boðum frá sínum leiðara kunngjørdu, at tey høvdu sum so einki ímóti at blaka sína varrastift í eina spann, um bara tað bjargaði einum lívi. Eg gjørdi tað ikki, men eg burdi rópt: “Terroristar hava akkurát kaprað tína óskyldigu varrastift, tykkara kraftidiotar!” Men nú geri eg tað so: “Latið ikki KRIS kapra tykkara óskyldigu børn, bara tí felagsskapurin sær pedofilar á hvørjum horni... (tykkara kraftidiotar)!” Heimild til at klemma: hví KRIS misnýtir børn! Agga Niclasen meining@meyl.fo