Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak »Man har et standpunkt, til man tager et nyt«, segði danski statsministarin og sosialdemokraturin Jens Otto Kragh í 1962 og so helt hann fram við at stoypa fundamentið til tað væl­ ferða­samfelagið, sum í dag telist millum heimsins fremstu lond. Løgmaður hevði eisini eina støðu og tók síðani eina aðra og so eina aðra og so endaði kann aftur, har hann byrjaði. Ella hvat? Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at við flatskattinum varð tann berandi bulurin í fundamentinum til væl­ ferða­samfelagið skræddur und­an. Millum jól og nýggjár slerdi løgmaður so fast, at hugsjónarliga fyri­mynd­in ikki longur var tað norð­ur­ lendska vælferðasam-felagið, og at hendan sam­felags­ skipan var á veg í ommu sína. Hetta vóru nýggir tónar frá Kaj Leo. Ókey, hugsaðu vit. Altíð nakað, at løgmaður bekennir kulør og at tað kortini er samband millum hugsjón og atgerð. Tess meira surrealistiskt kendist tað nýggjársaftan, tá hann í nýggjársrøðuni rósti føroyska samfelagnum fyri júst teimum eyðkennum, sum norðurlendska vælferða­ skipanin veitir. Løgmaður segði soleiðis: »Vit eiga eitt samfelag, sum loftar, tá ið tørvur er á hjálp. Eitt samfelag, har ið øll hava møguleikar at skapa sær eina góða og gevandi tilveru. Eitt samfelag, har ið tey, sum forvinna meir, gjalda meir til felagsskapin, so vit kunnu tryggja øllum javnbjóðis møguleikar«. Fyrsti setningurin rúmar tað sosiala trygdarnetið, annar setningurin sigur nakað um ríku mobilitets­ møgu­leikarnar, sum eru í sam­feløgum við stórum javna, og triðji staðfestir at tann progressiva skatta­ skip­anin – ikki flatskattur – tryggjar øllum javnbjóðis møguleikar. Boðskapurin í nýggj­ árs­røðu løgmans stendur í grellari andsøgn við tað, sum fór fram lítla jólaaftan, tá flatskatturin bleiv endaliga samtyktur. Hinvegin er stórur samanhangur millum jóla­heilsanina á Facebook um deyðan hjá norðurlendska væl­ferðasamfelagnum og flat­skatta­gøluna. Tá var væl­ ferða­samfelagið fyri álopum á trimum grundleggjandi mót­um. Eitt er, at samgongan velur at lata teimum múgvandi nógv størsta partin av tí 265 mió. dýra skattalættanum, og at tey við løn undir 250.000 um árið ongan ágóða fáa. Tað máðar støðið undan tí soli­ dariska samfelagnum, men tað kann løgmaður verja við spjaldrinum borgarligari ideo­logi. Men at fíggja tann asosiala flatskattin við inn­ tøkum, sum áttu at koma kom­andi ættarliðum til góða, er ófatiliga sjálvsøkið og beinleiðis ábyrgdarleyst. Nú eru pensjónspengarnir skotnir út í rúmdina sam­an við fýrverkinum á nýggj­ árinum. Sannlíka avleiðingin er, at vit tey komandi árini mugu seta í verk fleiri brúk­ aragjøld fyri almennar tæn­ astur, tí tað almenna megnar ikki sínar skyldur. Tá verður norðurlendska væl­ferðar­ sam­felagið avmonterað. At henda dáragerð somu­ leiðis bleiv buldrað ígjøg­ num eftir lítlari løtu uttan atlit til ávaringarnar frá ser­frøðingum, leikfólki og fak­feløgum er syndarligt og fær árin á komandi sátt­ málasamráðingar á bæði almenna og privata arbeiðs­ marknaðinum. Fakfeløgs­ rørsl­an hevur søguliga átt stóran leiklut í at evna til tað norðurlendsku væl­ferðar­ skip­anina í Føroyum, men nú hevur samgongan sett kílar í og fakfeløgini verða sædd sum andstøða til stjórnina heldur enn samstarvspartar í hesum krepputíðum. Og tað kann gera óbótaligan skaða frameftir. Søguligu orðini hjá Jens Otto Kragh runnu fram fyri meg nýggjársaftan. Men meðan Kragh helt fast í pro­jektinum um at smíða, til­laga og styrkja vælferðar­ sam­felagið, er støðan øvugt í Føroyum. Fólk kunnu við røttum spyrja, hvat løgmaður í roynd og veru meinar? Ilt er at vita nær hansara orð skulu takast fyri fult. Men gerðirnar, flat­ skatturin og pensións­ránið, standa sum lýsandi varðar um, at betur er at taka støðið ið tí, sum løgmaður og Sambandsflokkurin setur í verk, enn at lurta eftir, hvat ið hann sigur í hátíðarrøðum sum nýggjársrøðuni. Tykist sum at politikkur er eitt og føgur orð eitt annað og hvørt verður nýtt til ymisk høvi. Tú er tað, ið tú ger – ikki tað tú sigur tú ger Eyðgunn Samuelsen tingkvinna Javnaðarfloksins Boðskapurin í nýggjársrøðu løgmans stendur í grellari andsøgn við tað, sum fór fram lítla jólaaftan, tá flatskatturin bleiv endaliga samtyktur. Hinvegin er stórur samanhangur millum jólaheilsanina á Facebook um deyðan hjá norðurlendska vælferðasamfelagnum og flatskattagøluna. Løgtingsnevndirnar hava hesa vikuna havt fundir, har fíggjar­lógar­ upp­skotið fyri 2012 hevur verið viðgjørt. Talan er um eitt slag av ráðførslu til fíggjarnevndina, tí tað er har, at sjálvt fíggjar­ lógaruppskotið verður viðgjørt. Vanliga verður bara mælt til onkrar smávegis broytingar, men í rættar­ nevndini hendi tað løgna hesaferð, at meirilutin mælti til at fara undir at játta pengar til Sand­ oyartunnilin. Fíggingin skal millum annað fáast til vega við at taka tvær milliónir av játtanini til Selatraðarvegin. Tvær milliónir muna ikki nóg í eini verkætlan, sum kostar 700 mió., so eg gangi út frá, at brúk verður aftur fyri hasum tveimum milliónunum næsta ár og nógvum øðr­um milliónum í nógv ár framyvir. Vit, sum kenna eitt sindur til Selatraðarveg­ in vita, at talan er um ein sera langan og smal­an veg, og tí gera vit okk­ um ongar tankar um, at vegurin verður settur í nútíðarstand eftir stutt­ ari tíð. Men vit hava kortini eina vón um, at um smáar ábøtur verða gjørdar yvir eitt longri tíðarskeið, so fáa vit einaferð ein rímiliga góðan veg. Tvær milliónir røkka ikki langt, men alt ger mun. Men skulu hesar tvær milliónirnar brúkast til at fíggja Sand­oyar­ tunn­ilin fyrst, so verður leingi at bíða. Nú var talan bara um eina tilráðing frá rætt­ arnevndini, so tað í sær sjálvum broytir einki. Men um­ráðandi er, at ein langtíðaríløguætlan verður gjørd, so sum løgmaður hevur mælt til, og at hon verður gjørd við skili. Tað verður ikki Sela­ traðar­vegurin sum kemur at fíggja Sand­ oyar­tunnilin. Selatraðar­ vegurin fíggjar ongan Sandoyar­ tunnil Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Strendur Nú eru pensjónspengarnir skotnir út í rúmdina sam­an við fýrverkinum á nýggj­árinum. Sannlíka avleiðingin er, at vit tey komandi árini mugu seta í verk fleiri brúk­aragjøld fyri almennar tæn­astur, tí tað almenna megnar ikki sínar skyldur. Tá verður norðurlendska væl­ferðar­sam­felagið avmonterað Um­ráðandi er, at ein langtíðaríløguætlan verður gjørd, so sum løgmaður hevur mælt til, og at hon verður gjørd við skili