Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Eg eri grundleggjandi samd­ ur við sjónarmiðini hjá Heina í Skorini um talufrælsi í grei­ nini, hann hevði í bløðunum um dagarnar. Bert er tað spell, at hansara hugburður vald­ast, hvør tað er. Orsøkin til, at eg taki til orðanna, er tað sum Heini skrivar um Hermann Oskarsson og ráðstevnuna hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg í 2004. Longu tá gjørdi Heini sum blað­ maður fyri Sosialin ta nið­ ur­støðu, at HO var skerdur í sínum talufrælsi av teimum, sum høvdu eina aðra hugsan enn hann. Hann fekk enntá lýst hetta sum “ársins kross­ festing” í Sosialinum. Veruleikin er tann beint mót­satti av tí, sum Heini førir fram. Tað var nevniliga eingin, sum gjørdi Hermanni nakran órætt. Tað sum hendi var, at HO hevði eina framløgu á hesi ráð­stevnu. Aftaná hana greiddi hann donskum fjøl­ miðlum, sum útvarpi, Ber­ lingske Tidende og TV2, frá sínum persónligu sjónar­ mið­um um blokkin og fiski­ manna­skattin. Tann einasta misskiljing var, at tað í Føroyum ikki var greitt, hvat ið var sagt á sjálvari ráðstevnuni, og hvat ið var sagt í fjølmiðlunum í hesum sambandi. Tað avgerandi er, at tað sum fólk gjørdu viðmerkingar til, var væl dokumenterað í donsku fjølmiðlunum. Tí var yvirhøvur ikki tal­an um, at fólk østu seg um sjónar­mið, sum tey ikki høvdu hoyrt, sum Heini sam­ an við øðrum gjørdu tað til, tá ið hetta mál var frammi. At kanska ikki alt var so sakligt kann vera. Eg gjørdist partur av hes­um máli í sambandi við ein sending í TV2 um fiski­ mannaskattin í Føroyum. Hon var grundað á almenn sjónarmið hjá HO, sum hann eisini útgreinaði í hesi sending. Her var niðurstøðan, at føroyskir fiskimenn vóru nógv betur fyri við skatting enn danskir starvsbrøður, og at rokningin fyri hetta varð goldin av danska blokk­ inum. Hetta fekk formannin í fólkatingsins figgjarnevnd, Kristian Thulesen Dahl, at hótta við at nýta blokkin sum jarnbrot fyri at steðga hesum “óskili,” soleiðis sum hann skilti tað. Fyri at gera eina langa søgu stutta fekk eg eftir tógvið stríð TV2 at taka aftur niðurstøðuna í sendingini, tí eg kundi prógvað, at upp­ lýsingarnar, sum lógu til grund fyri henni, vóru skeiv­ ar. Hetta var ikki lítið avrik, tá ið hugsað verður um sjálv­ rættvísina hjá journal­istum. Hervið datt henda polit­ iska hóttan burtur. Tá ið eg árið eftir hitti Thulesen Dahl, ynskti hann mær tillukku við avrikinum. Men hetta kom illa við hjá teimum í Føroyum, sum longu høvdu “samtykt” tann “sannleikan” í hesum máli, sum Heini endurtekur í síni grein. Tí varð og verður tann sera týðandi partur av málinum, sum snúði seg um tað, sum varð sagt í donsku fjølmiðlunum, tagdur burtur, eisini av Heina. Tí er og var hansara lýsing av hesum máli ikki so frægt sum ein hálvur sannleiki fyri at siga tað diplomatiskt. Síðan 2004 er henda “kross­fest­ingarmytan” javn­ an pus­sað, eisini í fleiri bók­um. Børn hjá mær hava enntá fingið umrødda “sann­ leik­an” heim við sær úr mið­ náms­skúla í sambandi við upp­gávur, tey hava havt. Ein fyrst sam­tyktur “sann­leiki” verður nevni­liga galdandi allar ævir, uttan mun til, hvat ið er rætt ella skeivt. Og uttan mun til tað, sum verður kunn­að um málið. Heini staðfesti longu í 2004, at hann, sum fekk allan sannleikan fram, var ein av “skurkunum” í hesum máli. Tað var beint mótsatt. Hóast ta dokumentatión, sum finst um alt hetta mál, verður henda villleiðing endurtikin nærum átta ár seinni. Tað er hugstoytt, at Heini júst í sínum grundgevingum fyri talufrælsi á henda hátt dregur fram eina hending, har hann sjálvur var við til at illkenna fólk, sum júst fekk sannleikan fram í samband við tað mál, sum hann tekur fram í somu grein. Heini og skotni sangfuglurin Óli Jacobsen Útleggingin hjá Heina í Skorini er eins skeiv í dag, sum hon var í 2004. Mær vitandi kundu vit á mín­um ungu árum loyva okk­um at trúgva tí, ið var ført fram av álitisfólki, eitt nú læknum, leiðandi politik­ ar­um, religiøsum leiðarum og bankafólki, bert fyri at nevna nøkur fá fólk í týðandi størvum. Men hvussu er vorðið nú? Nú kanst tú ikki líta á nakran: læknar eru bundnir at medisinalídnaðinum, tá um medisin ræður, og alt ov mong fáa medisin, ið tey ikki átti at fingið m.a. medisin fyri DAMP. Sjálvt medisinalhandbøkurnar eru fíggjaðar og lagdar til rættis av medisinalídnaðinum, so her stýrir profitturin. Óhugna­ligt. Politikararnir lúgva, sum fuglurin flýgur. Langgaard - ólukkudýrið - krýpir til kross­ in í Dimmu í gjár og sigur: Eg seldi eina lygn. Um hatta hevði verið ein­asta lygnin, so var væl sloppið, tí lygnirnar frá valagitatiónini sæð í ljósinum av samgonguúrslitinum eru ræð­andi - og fleiri fara at koma so við og við. Kinesararnir siga, at sam­ vitsk­an er fýrkantað og mel­ ur runt inni í høvdinum, tá log­ið verður, so mann fær ilt fyrstu, aðru og triðju ferð logið verður, men so dregur frá, tí spísku hornini verða av­rund­aði so við og við, som logið verður, og at enda eru hornini so mikið rundaði, at mann ikki følir nakað , og tað sær út, sum um nógvir politikkarar eru komnir á tað runda støðið har lygnirnar pínuleysar kunnu streyma út til og yvir fjøldina. Politikkararnir hava opin­ bart gjørt ov lítið, tí student­ur­ in blívur við at siga, at skatta­ umleggingin er framd fyri at fáa fólk at arbeiða meira. Ið hvussu so er og ikki, so fær sami studentur og hansara javn­líkar í landsstýrinum eini 6. - 7.000 kr. meira um mðr nú, og tað svarar til uml. 80.000 kr. um árið, sum teir ann­ars skuldu arbeitt eini 175.000 kr. fyri brutto fyri at kunn­ að fingið. Skal Kaj Leo til at renna meira fyri pengarnir, ella hvussu? Politikararnir, ið stýra landinum nú, mugu sigast at vera fullkomuliga uttan trúðvirði. Áður spentu politikkararnir seg fyri hug­ sjónina, nú spenna teir hug­ sjón­ina fyri egin áhugamál. Úrslitið er hareftir. So her stýrir profitturin eisini. Tey høgrareligiøsu hava kanska altíð dansað um gull­kálvin, men nú ber av. Tí tey vísa seg at vera funda­ mentið undir høgra­radikalu og krypto­fascistisku sam­ gonguni, sum í pen­inga­greði hevur vent boðskapinum á høvdið, og sum hevur lagt seg eftir at eyðræna vanliga fólkið enn meira. Soleiðis hava vit sæð tað áður, at sama slagi altíð hevur runnið eftir og stuðla øllum slagi av høgrapakki kring allan knøttin. Sum tey vóru von at siga fyrr, tá okkurt skeivt varð gjørt: Hatta mást tú ikki, tí Jesus pápi grætur. Um hann græt tá, so grætur allur Himmalin nú. - Og sjálvandi er tað eisini í hesum førinum profitturin, ið stýrir teimum religiøsu. Guð verður spentur fyri gullvogning, og tað riggar - at síggja til - heilt væl. Men har er eitt men. Áður kundi tú líta á ein banka. Hann hevði nakrar inn­ láns- og útlánsuppgávur, sum hann røkti. Og bankin visti, hvør tú var, og tú visti hvør bankin var. So burtursæð frá Sjóvinnubankanum, sum ein fólkafloksformaður koyrdi á heysin fyrst í -50-unum, so var álit allan vegin runt. Men hvat er nú hent? Hvør kann nú stóla á ein banka? Svik, svindil og bedrag er vorðin hvønndagskostur. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so fáa teir, ið koyra ein banka á heysin fleiri mill.og hartil góð størv - afturfyri? Eg seldi eina lygn, segði Langgaard. Hvør seldi hinar? Og hvør selur lygnirnar nú: læknin, politikkarin, religiøsi leiðarin, bankin ella onkur fimti, sætti, sjeyndi ... ella? Kanska áttu vit at tikið eina uppgerð við allar hesar lygn­ir, ið allar hava profit sum høvuðsgrundarlag, og í stað­in sett tað at vera menn­iskjans­ ligur í einum solidariskum anda í hásæti í staðin fyri. Kanska Jesupápi tá hevði sent okkum eitt lítið smíl. Hvør veit? Svik, svindil og bedrag Dagfinnur Danbjørg