fríggjadagur 6. januar 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Næmingaráðið í Hoydølum
tekur undir við mótmælunum
móti útsetanini av Markna
gilsdeplinum. Tað er skilligt,
at tá landið er í fíggjarligum
trupulleikum,
er
neyðug
at finna sparingar. Tað er
óheppið, og ikki minst mót
sigandi útsagnunum hjá øll
um politisku politisku flokk
unum, at hesar sparingar
ferð aftan á ferð raka lesandi
og útbúgvingarøkið.
Í
tveimum
valstríðum
vórðu
Marknagilsdepilin
og Setrið søgd at verða rað
fest høgt, og ungdómurin
varð sæddur sum ein íløga
í framtíðina. Tí er tað í
skerandi andsøgn, og full
komiliga burturvið, at sein-
astu 8 mánaðirnar er tað
samtykt í tveimum umførum
at útseta Marknagilsdepilin
fyrst frá 2014 til 2015, og síðani
frá 2015 til 2016. Í tveimum
førum
var
studningurin
skerdur – seinast við 18 % -
og prísjavningin varð sett úr
gildi.
Marknagilsdepilin
bert ein illusión?
Leingi hevur tað verið greitt
at umstøðurnar í Hoydøl
um ikki eru nóg góðar, tí
er nakrar ábøtur gjørdar,
so
Arbeiðseftirlitið
ikki
stongir skúlan í morgin.
Hesar
ábøtur
vóru
ikki
gjørdar tí at umstøðurnar
hjá næmingunum ikki vóru
nóg góðar – men tí arbeiðs
umstøðurnar hjá lærarunum
ikki vóru nóg góðar. Vit
næmingar er á ongan hátt
vard av nakrari lóg, sum
sigur at umstøðurnar ikki
eru nóg góðar. Skúlin í Hoy
dølum, sum var bygdur til
300 næmingar, hevur ov
trongar umstøður og partur
av skúlanum varð stongdur
orsakað av heilsuskaðiligari
inniluft. Skúlin, sum í dag
húsar omanfyri 700 næm
ingum, hevur tí fleiri høli
fyri neyðini, tí eru nakrar
lonir settar upp fyri at betra
um trongu umstøðurnar,
sum ein fyribils loysn til
2014, tá Marknagilsdepilin
skuldi takast í brúk. Hetta
er ein sera dýr loysn, av tí
hon er so stuttskygd – og er
vorðin nógv dýrari nú leigu
sáttmálin er longdur. Tað
hevur leingi verið gjørt vart
við, at tað ger verkætlanina
dýrari at útseta hana. Mið
námsskúlarnir í miðstaðar
økinum verða í dag riknir
við sera stórum rakstrar
kostnaði, í mun til hvat nýggi
Marknagilsdepilin kemur at
kosta í rakstri.
Tekniski skúli í Havn
virkar enn undir einari 32 ára
gamlari
fyribilsneyðloysn,
sum skuldi vara í 5 ár. Við
ársbyrjan vóru umstøðurnar
á Handilsskúlanum í Havn
ov trongar, og tá vóru nakrar
leyst standandi skúlastovur
útvegaðar.
Studningurin skerdur
uttan prísjavning
Í 2010, tá nógv fleiri søktu
inn á miðnámsskúla, varð
játtanin til studning ikki
hækka tilsvarandi. Tí var
valt at býta køkuna í enn
minni stykkir, sum longu var
ov lítil. Aftur hesa ferð raktu
tað tey sum frammanundan
høvdu verið fyri vanbýti, tá
sparingar skuldu gerast –
teimum lesandi. Heili 18 %
var studningurin skerdur við
úr 2200 krónur um mánaðin
til 1800 krónur um mánaðin,
fyri tann lægra studningin.
Ikki nokk við, at tað bara
vóru 18 ára gomul, sum fingu
studning - tá var talan um at
hækka aldursmarkið til 20
ár. Fyri at koyra meira salt í
sárið hjá teimum lesandi varð
ein mótrokningar skipan sett
í verk, sum skerdi studningin,
tá
mánaðarliga
inntøkan
kom upp um 10.000 krónur.
Síðani skúlaárið 2009 er
studningurin ikki prísjavn
aður. Studningurin átti at
verið prísjavnaður við áleið
2% um árið. Um studningurin
hevði
verið
prísjavnaður
seinastu 3 árini, hevði ávíka
vist tann hægri og lægri
studningurin verið 234 og 111
krónur hægri mánaðarliga.
T.v.s. at næmingarnir, sum
fáa hægra studningin, missa
2516 krónur árliga og teir,
sum fáa tann lægra, missa
1236 krónur árliga - umframt
at prísjavningin ikki verður
sett í verk aftur.
Tá byrjað verður á mið
námsskúla,
verður
bein
anvegin
gjørt
greitt,
at
umleið 15-20 tímar um vik
una til heimaarbeiði. Har
afturat
fyllir
tímatalvan
30 tímar um vikuna. T.v.s.
at í miðal brúkar ein miðal
miðnámsskúlanæmingur 47,5
tíma um vikuna upp á skúla
– meir enn eitt fulltíðarstarv
– tað er uml. 210 tímar um
mánaðin. Um studningurin,
verður sæddur løn fyri okk
ara arbeiði og ein íløga í
framtíðina, sum fer at gagna
samfelagnum, so fáa vit 8,57
krónur um tíman.
Ikki kann sigast annað
enn, at langt er millum gylt
vallyfti og tann veruleika,
sum politiska skipanin bjóð
ar okkum ungu undir út
búgving.
Langt millum gylt vallyfti og veruleikan
Næmingaráðið í Hoydølum
Viðvíkjandi
fundinum
í
rættarnevndini tann 03.01.
2012 hevur undirritaði hesar
viðmerkingar.
Kallaði inn til fundar
vóru landsstýrismaðurin í
innlendismálum, og umboð
frá Landsverk.
Fundurin skuldi vera ein
gjøgnumgongd av uppskot
inum til fíggjarlóg 2012, §
15 innlendismál, sum fíggj
arnevndin skuldi hava í
hendi, áðrenn seinasta fund
in hósdagin 05.01.2012.
Landsstýrismaðurin í inn
lendismálum legði fyri við
at greiða frá íløguætlanini.
Nógvir spurningar vóru til
landsstýrismannin um ymisk
mál á løgusíðuni.
Umboð fyri Landsverk
greiddu væl frá tí tekniska
partinum, og hvat var skila
gott at gera, uttan at blanda
seg politiskt. Settir vórðu
nógvir spurningar, bæði til
landsstýrismannin, og ikki
mint til umboðini fyri Lands
verk, sum hevur vitanina á
økinum.
Í fíggjarlógarupp.skotin
um er samlaða játtanin til
løgur 285 mill kr, og við teim
um útlitum, sum eru fyri
framman, er óhugsandi, at
hetta tal økist av týdningi í
framtíðuni. Einki stendur í
álitinum um at seta pening
av í verklagslógina Sandoyar
tunnulin, tí hon er avtikin (av
Fólkaflokkinum).
Landsverk greiddi frá, at
best var at gera tær neyð
ugu kanningarnar tætt upp
undir eina stóra verkætlan,
ella rættari sagt, tá ið polit
isk støða var tikin til verk
ætlanina.
Hetta er skilagóð tala, sum
vit politikarar eiga at taka til
okkara. At brúka almennar
pengar av løgujáttanini, við
einans tí endamáli at senda
politisk signalvirði, mugu vit
halda okkum langt burtur
frá!
Eingin avtala er tikin um
Sandoyartunnulin, men ein
løguraðfesting verður tøk til
várs.
At umboð fyri Fólkaflokkin
velja at ganga egnar leiðir
saman við andstøðuni, mugu
vit í minnilutanum í rættar
nevndini
bara
fyrihalda
okkum til, men er so linjan
løgd??
At siga, at ein minniluti
í rættarnevndini er ímóti
Sandoyartunlinum, er møsn.
Men vit halda, at alt tosið
tey seinastu tíggju árini, og
so hetta seinasta stuntið
frá meirilutanum í rættar
nevndini, er at kasta torv
mold í eyguni á sandoying
um.
Um tunnilin skal gerast
veruleiki
á
fíggjarlógini,
skulu einar 40-50 mill setast
av um árið í eini 5 – 6 ár, -
einki annað kann brúkast
til nakað. Hvussu hesin
peningur skal finnast við
teimum íløgunum, sum vit
hava komandi árini, kann
almenningurin gera sínar
egnu metingar um. Eitt
kunnu vit tó verða samd
um, jú fyrr, ið byrjað verður
at seta pengar av, skjótari
hómast tunnilsmunnin.
Tað seinasta, sum er hent
í hesum máli, har ið sam
gongulimir ganga í sjálvdrátti
við politiskum vinningi fyri
eygað heldur enn loysnini,
tað tænir ikki hesum stór
máli!
Spurningurin er so, um
vit nú kunnu staðfesta, at
samgongulimir
eru
frítt
stillaðir, tá ið tað kemur
til at flyta játtanir, og hvør
kann ganga sín veg. (Kanska
eitt broytingaruppskot til
fíggjarlógina 2012 um at
flyta pening frá játtanini til
Viðareiðisvegin til Skúlan
við Marknagil kundi verið
áhugavert, um meirluti er
fyri hesum? Skúla og mentan
vóru allir flokkar samdir um
átti at fingið hægri raðfest
ing).
Fólkafloksstuntið!
Eivin Jacobsen
Umboð Sambandsfloksins í rættarnevndini