fríggjadagur 6. januar 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Jacob Jacobsen Kjærbo var føddur
24.5 1865. Foreldrini vóru Adolf
Christian Jacobsen og Paulina
Christina Joensdatter. Hann var
doyptur í Nólsoyar kirkju tann 20.6
sama ár og giftist í Havnar Kirkju
tann 17.12 1889 við Johannu Katrinu
Niclassen av Slættanesi f. 20.8.1866.
Tey búsettust í Lucas Debesargøtu
í 1925. Hann átti trøð niðanfyri
plantaguna.
Tey fingu fimm børn.
Elstur var Adolf Christian Eskild,
vanliga kallaðir Addaba, f. 15.9. 1890.
Hann giftist við Johonnu Rasminu
Hansen f. 14.3 1896 í Sørvági. Tey
fingu fimm børn. Hann doyði í
1986.
Ættin kom úr Noregi
Í blaðnum Stavnhaldinum finst
í 1979 ein áhugaverd samrøða við
Addaba, har hann eisini greiðir
nakað frá pápa sínum. Hann sigur
m.a.
Pápi mín æt Jákup og abbi mín
Adolf. Abbi hevði ein beiggja, og
pápi teirra var ættaður úr Noregi,
haðani navnið Kjærbo kemur. Men
sum smádrongur minnist eg, at tað
á kjallaraspjaldrinum stóð “Kjærbø”.
Pápi mín kom at hava Jacobsen til
eftirnavn, men av tí, at tað vóru so
nógv, sum itu Jacobsen, so tók hann
tað gamla navnið Kjærbo afturat.
So var tað ein annar beiggi lang
abba mín úr Noregi. Hann giftist
til Sumbiar, og úr Sumba hevur so
Kjærbo-navnið spreitt seg um allar
Føroyar, meðan tað næstan doyr út
í Havn.
Eg eri føddur har uppi við dóm
húsið í tí lítla húsinum, sum stendur
beint yvir av dómhúsinum.
Pápi mín átti tað húsið og
grundstykkið niðanfyri, sum bak
arin Fossaa seinni bygdi á. Navnið
Addaba fekk eg longu sum smá
drongur, tí tey heilt smáu børnini
dugdu ikki at siga Adolf, so tað
gjørdist til Addaba.
Tá ið foreldur míni fingu eitt
barn afturat, tóku omma og abbi
mín meg oman til teirra á Húsa
brúgv, og so búði eg í tí húsinum,
beint við Avhaldshúsið í tí lonini,
sum er beint aftanfyri Hotel
Hafnia. Karl, fostursonurin, kom
seinni at búgva har.
Hóast eg ikki var meira enn
fýra ára gamal, minnist eg, tá ið
gamli kommunuskúlin var bygdur.
Eg gekk jú har og sá, hvussu teir
arbeiddu. Tað var Jákup Andreas
Arge, sum var arbeiðsformaður.
Arbeiddi hjá
Valdemar Lützen
Í 1916 fór eg ein túr niður til Skot
lands við skonnartini “Forældres
Minde” hjá Valdemar Lützen. Hetta
var mitt undir fyrra heimsbardaga,
og minubelti vóru løgd út. So ein
skuldi halda seg so og so langt úr
landi. Men Jógvan við Stein, sum var
skipari, tók ikki hetta so tungt. Erik
Mohr, sum seinni gjørdist skipari á
Tjaldrinum, var matrósur. Vit vóru
bara fýra mans við. Tá ið vit koma
niður móti Holinum, tá kemur Erik
rópandi niður í lugarið: “Kom upp,
kom upp.” Tá lá har ein ógvuliga
stórur ferðamannadampari við
kanónum peikandi móti okkum.
Teir kannaðu pappírini, og tá var
sloppið.
Hóast eg gjørdi einstakar túrar,
gjørdist eg ikki sjómaður. Eg kom
at arbeiða leingi hjá Valdemar
Lützen. Hann hevði verksmiðju úti
í Rættará, har hann millum annað
gjørdi fiskabollar.
Hann hevði eisini timburhandil.
Eina ferð, ein skonnart kom við
timbur, vóru eg og Hjalmar Gutte
sen bidnir um at koma av fiska
plássinum, har vit arbeiddu, at
lossa hesa skonnart.
Frá hesum degi varð eg verandi
hjá Lützen at skilja viðin í timbur
handlinum, og eg var har inntil
aftaná kríggið.
Undir krígnum kom øll oljan
úr Onglandi. Vit kundu ikki hava
bensinið í tangunum vegna vand
an fyri bumbing. Tað var so tappað
í tunnur og koyrt út til vatn
brunnarnar undir Gráasteini, har
eini hús vórðu bygd til endamálið.
Valdemar Lützen var rættiliga
skjótur at fáa sær lastbil at koyra
við koli út til kundarnar. Tá kom eg
at koyra saman við Kristian Jensen,
Sandinginum. Eg lærdi at koyra
bil hjá honum og tók koyrikortið í
1927. Tað var ikki so gott at koyra í
Havnini, ógvuliga smalt var nógva
staðni.
Gjørdist partur av
Frelsunarherinum
Frelsunarherurin kom til Føroya
í 1923, og her kom Addaba at hava
ein stóran leiklut, tá ið hann varð
umvendur í 1927. Hann gjørdist
soldátur í herinum og var tað alla
sína tíð.
Addaba greiðir millum annað
frá:
Eitt tað fyrsta verk eg fekk litið í
hendur innan Frelsunarherin var at
vera flaggberari. Flaggið varð eisini
borið undir jarðarferðum, tað kundi
vera strævið viðhvørt, tá ið nógvur
vindur var.
Viðvíkjandi tí at brúka musikkin
hevur Frelsunarherurin gingið
undan á mangan hátt. Tá ið eg
hugsi um farnar tíðir, so haldi eg, at
eg kann siga, at sást tú ein guitara
brúktan á gøtumøtum í Havn, so
var tað Frelsunarherurin, men her
hava aðrar samkomur tikið við.
Versonurin leiðari í
Frelsunarherinum
Tað er eisini partur av hesi ættar
søgu at Hilmar Andrésen, ver
sonur Addaba, giftur við Hedvig,
gjørdist leiðari í Frelsunarherinum
í Føroyum. Hann var evnaríkur og
væl dámdur maður, og hann var ein
dugnaligur leiðari. Men hann doyði
í 1954, 46 ára gamal, meðan hann
var staddur í Íslandi. Hetta var ein
stórur smeitur fyri Frelsunarherin.
Hedvig giftist upp aftur yviri í
Noregi.
Hini
børnini
hjá
Johonnu
Cathrinu og Jacob vóru:
Henrietta Sofía f. 1891. Hon gift
ist við dananum Viggo Fjordside.
Tey búðu í USA og áttu eingi børn.
Poulina Christina Dominika f.
1895. Giftist í Danmark við Valde
mar Kristoffersen
Jacob Kjartan Lorents f. 1899.
Giftur við Elly Magdalenu Hansen
f. 1897.
Karla Frida Thomasia f. 1902.
Karla fekk meslingar tvey ára
gomul. Hon gjørdist deyv og dumb
og partvíst lamin av sjúku. Um 9
ára aldur varð hon send til Dan
markar á deyvaskúla og fyri at fáa
læknahjálp fyri sínum lamni.
Hon kemur heim aftur í 1931.
Undir krígnum var Karla umborð á
"Smirli", tá ið hann var bumbaður.
Tá fekk hon ein slíkan skelk, at hon
fekk mein fyri lívið, og hon doyði
í 1943. Hon var ógift, men átti ein
son, sum æt Karl, giftur við Maju av
Skála. Hann vaks upp hjá Addaba.
Jacob Kjærbo: Sonurin gjørdist kendur
flaggberari hjá Frelsunarherinum
Kjærbo eitt sjáldsamt navn í Havn. Men ein sera kendur havnarmaður var Abbaba Kjærbo. Foreldrini hjá
honum og ein dóttur, Julina, eru einastu Kjærbo við steini í gamla kirkjugarði
Komandi partur
Ætlanin var, at tað skuldi
vera hesa ferð, men næstu
ferð verður frásøgnin um ætt
arfólkini hjá teimum báðar
Símun av Skarði og Rasmus á
Háskúlanum.
JACOB KJÆRBO
F. 24.5. 1865
D. 11.8. 1932
KATRINA KJÆRBO
F. 20.8. 1866
D. 1.3. 1943
TØKK FYRI ALT
Katrina og Jacob Kjærbo
Addaba og Johanna Kjærbo
Karla, systir Addaba, (1902-1943)
JULINE KJÆRBO
F. 25.12 1923
D. 29.6. 1930