Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Tað hevur áður verið boð úr Svøríki eftir Finni Justinussen, men ikki fyrr enn hesaferð spurdist álvari burturúr. Tað var longu beint eftir kappingarárið í fjør, at svenska felagið, Jönköping Södra, sum spælir í næstbestu deildini har, setti seg í samband við hann. Hann var til royndarvenjing í felagnum, gjørdi venjararnar hugtiknar og fekk bjóðað ein tvey ára sáttmála við møguleika fyri at leingja hann við einum ári. Finnur tók av. Býarins felag Sunnaliga í Svøríki liggur Jönköping við sínum beint oman­ fyri 100.000 íbúgvum. Ein fótbólts­ glaður býur við nógvum smáum fót­bóltsfeløgum, men felagið, ið flest øll standa saman um, er Jönköping Södra. Felagið, sum end­ aði á einum 12. plássi farna kapp­ ingarár, hátíðarheldur í ár sín 80 ára føðingardag, og sum liður í hesum hava teir sett sær sum mál at spæla í bestu deildini tveu ella trý ár. Ein, sum leiðslan hevur ognað sær fyri at røkka hesum máli, er Finnur Justinussen. Letur væl at Finnur fór í morgun til Svøríkis, har hann beinanvegin byrjar at taka lut í venjingunum hjá Jönköping Södra fram ímóti nýggja kapp­ingar­ árinum, sum byrjar fyrst í apríl. Hann hevur verið í býnum og gleðir seg at koma aftur hagar. – Eg fekk eina góða kenslu, fyrstu ferð eg var har. Jönköping Södra er eitt lítið familjufelag, ið dámar væl at brúka heimligar leikarar. Kom­andi kappingarár verður tað um­framt meg bara ein íri, sum eru útlendskir leikarar í felagnum. So ein kann siga, at leikarar eru hepnir at koma hartil, skemtar Finnur, sum hevði tilboð úr somu deild, men hevði bestu kensluna av Jönköping Södra og valdi tað felagið. Skjeyt fýra mál Í vetur var Finnur Justinussen til royndarvenjing í felagnum, og sig­ast má, at hann veruliga tók av møgu­leikanum. Hann skjeyt ikki færr enn fýra mál í einum venj­ ingar­dysti, sum Jönköping Södra vann heili 12-0. – Men tað er ilt at siga, hvussu støðið er. Í byrjunaruppstillingini vóru bara fýra leikarar úr felagnum, meðan allir hinir vóru – eins og eg – til royndarvenjing. Men eg haldi. at støðið var rímiliga høgt, og eg tori at siga, at tað er hægri enn í Føroyum, sigur Finnur. Mennast sum áleypari Vit spurdu Finnur, um felagið hevur givið honum nakrar ábendingar um, hvat teir beinleiðis vilja við honum. Og jú, tað hevði felagið. – Teir hava toppskjúttan í deild­ ini í álopinum, men hann er ein lítil og tekniskur áleypari. Eg eri ætla­ ður at vera mótspæl til hans­ara, ein meiri beinleiðis og avgjørdur áleypari. Ein, sum kann taka bóltin til sín. Tað er tað, ið teir ætla at menna við mær, sigur Finnur. Hann heldur tað vera ein orsøk til, at teir hava skriva ein so langan sáttmála við hann, men hann er tó eyðmjúkur. – Eg ætli mær at bíta meg fastan á liðið so skjótt tilber, men eri greið­ ur yvir, at tað kanska tekur ein ella tveir mánaðar, og at tað krevur hart arbeiði, sigur Finnur. Dreymurin er landsliðið Sum hjá so mongum øðrum før­ oyskum fótbóltsleikarum, so hevur ein fótbóltstilvera í útheiminum altíð verið dreymurin hjá Finni. – Jú, tað hevur altíð verið mín dreymur. Og nú eg fekk møguleikan, so loypi eg bara út í tað, sigur Finnur, sum tó hevur ein enn størri dreym. – Mítt avgjørda mál er at koma á landsliðið. Tað er tann størsti dreym­urin, sum kemur beint framman­fyri at spæla uttanlands, sigur Finnur. Hóast at hava verið toppskjútti í Vodafonedeildini í tvey kappingarár, og hóast at nógvar røddir hava ver­ ið frammi um, hvussu løgið hetta seinna er, so hevur hann enn ikki fingið møguleikan á føroyska lands­liðnum. Hann hevur tó verið fast­ur partur av U21-landsliðnum áðr­enn hann gjørdist ov gamal at leika við har. albinus@sosialurin.fo Málslúkurin Finnur: Í dag byrjar dreymurin Fótbóltur Hóast hann bara er 22 ára gamal, so hevur hann longu skotið omanfyri hálvthundrað mál í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Hann hevði ein dreym um starvast sum fulltíðar fótbóltsleikari, og frá í dag av livir hann dreymin. Í morgun setti Finnur Justinussen seg í flogfarið við kós ímóti Jönköping, har hann næstu trý árini hevur fulltíðarsáttmála yrkisdreymur FAKTA: Finnur Justinussen Føddur: 30. mars 1989 Uppruni: Gøta Dystir: 161 Mál: 81 Pláss: Framherji Fyrrv. feløg: Víkingur U21-landsdystir: 9 Europa League: 2