fríggjadagur 6. januar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Ígjøgnum trý áratíggju, fleiri
enn 200 dystum og einari
ørgrynnu av málum, var
Símun
Petur
Justinussen
við til at mynda føroyskan
fótbólt. Hann leikti øll síni
virknu 16 kappingarár við GÍ,
og er tað eisini ein erpin pápi,
vit hittu til eitt prát um sonin,
nú hann flytir av landinum at
liva av fótbólti.
Arbeiði og vilji
Vit løgdu út við at spyrja
Símun Petur, sum hevur fylgt
soninum alla leiðina, um hvat
hann metti vera høvuðs
orsøkina til, at Finnur nú nær
út um landoddarnar at spæla
fótbólt.
– Tað er fyrst og fremst
viljin. Hann hevur altíð viljað
fótbólt, sigur Símun Petur,
áðrenn vit flyta okkum inn
á vøllin og tosa um evnini á
sjálvum fótbóltsvøllinum.
– Hann veit júst, hvar hann
skal vera. Hann dugir ótrúliga
væl at lesa spælið av og hevur
eisini gott máltev, sigur ein
erpin pápi um sonin.
Rætta felagið
Símun Petur er glaður fyri, at
Finnur valdi júst Jönköping
Södra.
– Eg meti tað vera eitt gott
felag fyri hann. Hann hevur
roynt Svøríki áður, og veit
hvat hann kemur til. Gott
nokk er hetta næstbesta
deildin, men eg meti hetta
vera gott støði til føroyingar.
Heldur koma til eitt smærri
felag og arbeiða seg uppeftir,
enn at koma til eitt stórt
felag og so kanska detta
niðureftir, vísir Símun Petur
Justinussen á.
Pápin:
Arbeiðs
samur
og vilja
sterkur
Finnur
Justinussen er
sonur ein navn
framan fótbólts
leikara, sum
– eins og Finnur
– var tiltikin fyri
sítt máltev
yrkisdreymur
Mynd: Álvur Haraldsen