Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. januar 2012 · Nr. 3 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Torstein luttekur í aldursbólkinum 15-16 ár og hevur gjørt nógv burturúr fyrireikingunum fram ímóti hesi kappingini. Hann er somu­leiðis Danmarksmeistari í hesum aldursbólkinum, og skal hann royna at verja hetta heitið, tá ið DM verður róð í Gladsaxe seinni í mánaðinum. Tá er hann elstur í kappingini, meðan hann var yngstur í sínum aldursbólki, tá ið hann – sum nevnt – gjøridst Dan­ marks­meistari í fjør. Hevur vant nógv Torstein hevur lagt nógva orku í venjingina fram til hesa kappingina, og sigast má, at fyrireikingarnar hava verið drúgvar. – Eg byrjaði at rógva tríggjar ferðir um vikuna í septembur. Tá vandi eg eisini hondbólt tvær ferðir um vikuna. Í oktobur byrjaði eg at venja fýra ferðir um vikuna, áðrenn eg mitt í oktobur gavst at venja hond­bólt og fór at venja innirógving fimm ferðir um vikuna, sigur Torstein um fyrireikingarnar. Hann hevur róð í trý ár við bátsmanningini hjá Havfrúnni, og gongur sum ætlað, rør hann við annaðhvørt Havfrúnni ella Junkaranum í FM-kappingini hjá 5-mannaførum dreingjum komandi summar. Ætlar at gerast meistari Drúgvu fyrireikingarnar hava ikki verið til stuttleikar. Torstein ætlar sær nevniliga allan vegin. – Málið er sjálvandi at vinna. Tað er tað altíð. Eg rokni eisini við, at tað er realistiskt, sigur Torstein, sum ikki kennir serliga nógv til mótstøðuna. – Har eru nógvir frá árganginum 1997, og teir kenni eg einki til. Men eg veit um ein danskara, ið er javn­ gamal við meg, sum eg róði ímóti í DM í fjør, og tá endaði hann næstan ein heilan minutt aftanfyri meg, vísti Torstein á, áðrenn vit takkaðu honum fyri prátið og ynsktu hon­ um góða eydnu í kappingunum báðum. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Føroyski landsliðsvenjarin, svenski Jan Berner, er heimkomin, og verð­ ur ungdómslandsliðið eisini við á venjingarleguni. Ungdóms­lands­ liðið skal fyrst í komandi mánaða luttaka í kapping í Roskilde, meðan landsliðið fyrireikar seg til HM fyri lið, sum verður í týska býnum Dortmund 25. mars. Ungdómslandsliðið: Eyðun F. Ellendersen (Tór) Knútur Jóannesarson (Tór) Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór) Hákun A. Højgaard (Tór) Hanus Sørensen (Tór) Magnus Holm Jacobsen (Tór) Andrias Petersen (Tór) Ingi R. Gásadal (Tór) Durita Jensen (Tór) Dávur M. Hansen (Nykur) Lív Øster (TBF) Anna Mikkjalsdóttir (TBF) Landsliðið: Fróði Fríðason Jensen (Tór) Pætur Albinus (Tór) Hallur Thorsteinsson (Tór) albinus@sosialurin.fo Torstein vil verða norðurlandameistari Inniróður Í morgin luttekur 15 ára gamli Torstein Paulason Brattaberg úr Vestmanna í norðurlandameistarakappingini Nordic Indoor Open í Århus. Hann luttekur í tveimum kappingum, nevniliga á 2000 m og á einum styttri spurt-teini. – Málið er at vinna. Tað er tað altíð, sigur Torstein Borðtennislandsliðið á venjingarlegu Borðtennis Hetta vikuskiftið hevur landsliðið í borðtennis venjingarlegu í Havn