Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Rein og vøkur í 2012 TIPS FRÁ barbaru barbara@sosialurin.fo Meðan vit sóu glitur og rokk á mótapallunum áðrenn jól, so eyðkenna orðini rein og vøkur tann stílin, sum mótagigantarnir nú borðreiða við. Her eru nakrar vørur, sum eru eitt mást til hendan nýggja og einfalda stílin Blondur og gjøgnumskygni Blonduklæði eru altíð ógvuliga kvinnulig, og hóska seg væl til stílin júst nú. Haraftrat eru gjøgnumskygdar blusur nógv at síggja. Tú kanst eitt nú seta ein hvítan topp og eina svarta, gjøgnumskygda skjúrtu saman, og soleiðis uppnáa stílin. Krúllur og fall Einki er meira kvinnuligt enn krúllur ella fall í hárinum. Eitt slættijarn kann geva tær nærum allar krúllur – ella tú kanst nýta eitt sokallað pearl wand, sum gevur tær bleytar, men lítlar krúllur. Pearl Wand fæst í Matas. Sunt og vælangandi hár Veturin hevur allarhelst verið harður fyri hárið, sum nú kann hava tørv á at fáa vætuna aftur. Oljan Argan Secret er sera vælangandi og hóskar seg væl til teir turru endarnar. Oljan byggir eisini natúrligu vætuna í hárinum uppaftur, umframt at verja hárið móti kulda og hita. Hon fæst hjá Royal Hárfríðkan. Frískar varrar og fríska húð Tað er ikki einans hárið, sum verður hart rakt av kuldanum. Eisini húðin verður turr um veturin, og krevur tí eina hjálpandi hond fyri at uppbyggja seg aftur. Rosebud salvan er vælegnað til at uppbyggja varrarnar, hendurnar og neglirnar, og kann fáast fyri ein bíligan penga í Cosmeto og Matas. Salvan kann eisini nýtast um tú hevur brent teg, og um jólamaturin hevur givið tær óreina húð. nr. 3 · 6. januar 2012 6 VIKUSKIFTI Pure Winter Look frá Make-Up Store Fleiri ferðir um árið almanna­ kunnger Make-Up Store nýtt smyrsl, sum hóskar til dagsins rák. Hesaferð borðreiðir Make-Up Store við ljósum eygnaskuggum, heitum kjálkum og kvinnuligum varrum. Skalt tú royna hendan stílin, so skalt tú hava fatur á ljósabrúnum eygnaskuggum, fersku til kjálkarnar, og einari kvinnuligari varrastift í appilsin ella rósu liti.