fríggjadagur 6. januar 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 6. januar 2012
7
VIKUSKIFTI
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað er so ómetaliga nógv gott við starvinum! Mær
dámar væl avbjóðingar, og tær fái eg nokk av.
Vinnan er avgjørt spennandi og mennandi og ikki
minst góðir, dugnaligir og fittir starvsfelagir.
Hvørjar eru tínar
bestu dygdir?
Haldi sjálv, at eg
eri diplomatisk,
arbeiðssom
og effektiv
Ert tú húslig?
Í forhold til mammu mína... nei, avgjørt ikki. Í forhold til
beiggjarnar hjá mær... ja, avgjørt – fyrimyndarliga húslig
Hvussu heldur tú teg í form?
Tíðanverri ikki serliga nógv í løtuni. Gangi onkrar
túrar og venji av og á í Faroe Fitness. Men, eg
havi sett mær sum mál, at venja 3 ferðir um
vikuna í 2012... tað er útsett til í komandi viku
Ert tú til føroyska náttúru ella
suðurlendskar strendur?
Suðurlendskar strendur kunnu ikki
samanberast við okkara vøkru náttúru!
Hvat er tað besta
tú fær at eta?
Ræst kjøt
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum, sum kemur mær fyri oyra.
Hvussu er títt sinni?
Lætt sint og rólig. Skal rættiliga nógv til áðrenn
eg leypi framav, men tað kemur fyri.
Hevur tú nøkur húsdjór?
Eg eri ikki nógv fyri húsdjór... pent sagt. Vit fingu tó
eitt aquarium fyri nøkrum árum síðani. Fiskarnir doyðu
skjótt, men botnfiskurin helt leingi á. Havi tó ikki borið
eyga við hann í eina tíð, so nú er hann nokk eisini farin!
Hvussu er at pendla millum Leirvík og Havnina?
Royni at slappa av og njóta friðin um morgunin
og avgreiða samrøður á veg norður aftur. Er eisini
góður møguleiki at leggja sær dagin tilrættis
og taka samanum heimaftur. Tó, um veturin, í
kava og vindi, kann tað verða frustrerandi.
Fylgir tú við í samfelagsligum viðurskiftum?
Ja, serliga í Føroyum. Vildi tó ynskt, at tíðin strekti betur
til, soleiðis at stundir eisini vóru til útlendskar miðlar.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
»Charismatic Leadership«. Ognaði mær hana
á Vinnudegnum 2011 og eri júst farin í gongd
við at lesa hana. Kann avgjørt viðmælast.
2011 var eitt gott filmsár. Tað var
yvirskriftin í einum blaði stutt
fyri jól.
Eg eri ósamdur. Sambært
tí, sum var at síggja og tíverri
eisini hoyra filmskvøldið í
Norðurlandahúsinum hálvan
desember, var 2011 ikki nakað
betri filmsár enn onnur filmsár.
Tá eg búði í Íslandi í
trýssunum, var filmslistin
har í somu støðu sum tann
føroyska er nú. Trilvandi við
somu ússaligu umbering: eingir
pengar, eingir pengar, eingir
pengar. Fólk høvdu lært at gera
filmar, men filmsrullan mól ikki
rættiliga. Nú hevur Ísland ein
heilan filmsídnað, uttan tó nakra
veruliga filmslist.
Eg minnist so væl, at films
fólkini í Íslandi tá tosaðu um,
hvussu sera umráðandi tað var
at byrja við at gera dokumentar
filmar, heimildarfilmar, áðrenn
farið varð undir leikfilmarnar.
Eg skilti ongantíð, ikki tá, hví
júst tað var so umráðandi. Vildi
heldur ikki spyrja, tí so avdúkaði
eg bara, hvussu býttur eg var.
Men eg haldi, at eg skilji tað
nú.
Tey, sum gera filmar,
noyðist at kenna lívið hjá
fólki, samfelagið, ja, tilveruna
sum heild, áðrenn tey lata tey
í fiksjón. Og hvussu fært tú
innlit í alt hetta, jú, við at gera
dokumentarfilmar.
Vit eru her heima aftur. Við
at seta 2011 upp í móti eldri
føroyskum filmum, dugi eg illa at
hóma nakra framgongd.
Hvar er Teitur Árnason?
Hansara filmur, hansara
dokumentarfilmur, »Burtur
hugur« úr Hattarvík, er eftir
mínum tykki, og eg havi skil fyri
filmi, besti filmur, sum føroy
ingur hevur gjørt.
Og hví slepti Heiðrik á
Heygum endanum, hann hevði
fatur í í 2009?
Hansara perla »Mítt rúm«
við einari góðari søgu, einum
beinraknum og klókum boðskapi
og ikki minst einum framúr
flottum trýssarastíli í svørtum
og hvítum og gráum neyvum
komposisjónum, er ein forbannað
góður filmur.
Einki av tí, sum eg havi sæð
hjá Heiðriki síðani tá, er líka gott.
Eg vónaði tá, at hesin blað
ungi maðurin, sum longu tá var
óvanliga búgvin í sínari list, fór
at halda fram á hesi kósini. Men
tíverri, nei.
Eg eri annars í teirri støðu, at
eg fái einki sagt um nakrar filmar
filmskvøldið hálvan desember, tí
ljóðið, óljóðið, var ein torturur.
Veit ikki, hvat bagdi, ljóðið í
sjálvum filmunum, ella um
Norðurlandahúsið ikki megnar
at lata gott ljóð. Ella eri eg bara
vorðin ov gamal og noyðist at
ansa eftir, at mín tinnitus ikki
versnar.
Men eg fekk rætt og slætt ikki
hugsavnað meg um myndirnar
og søguna í »The predictable life
of Sebastian« ella í nøkrum filmi
hjá Marionnu og Rannvá. Teir
hevði eg viljað sæð uttan óljóð.
Filmar skulu ikki kvalast í
gangi.
Og hví vóru nýggjastu
íbúðarfilmarnir hjá Katrinu
Ottarsdóttur og Hildigunn
Eyðfinnsdóttur ikki við hetta
kvøldið? Var ætlanin ikki at
sýna tað besta, sum er hent í
føroyskari filmslist í 2011?
Men »Skýming« hjá Anton
Petersen, sum varð tikin av aftur
skránni fyri filmskvøldið í 2010,
var nú klárur at vísa.
Og hann var verdur at bíða
eftir.
Hesin filmurin hevur nógv
av tí, sum ger ein film góðan.
Hjálmar Dam enn eina ferð sum
ein spreingiløðing, sum hvørt
sekund kann ganga av.
Filmurin hevur nakrar góðar
týpur, sum minna meg á enskar
filmar.
Kioskgentan Ella (Bina
Svartá), sum er so sannførandi
spæld. Ein týpa, sum í øllum,
eisini hárliti, er mótsetningur hjá
kvinnuni, Hjalmar roynir at liva
saman við.
Og Dennis Agerblad dugur
hatta við myndum, hugflogið er
markleyst og hann hevur humor.
Enn eina ferð, filmslist er ikki
fýrverk, jólapynt og farvulada.
Filmslist er ein góð søga. Tey,
sum gera veruliga filmslist, eru
fólk, sum hava eina góða søgu og
duga at siga hana. So sára einfalt
er tað.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Gudny Langgaard
lagt til rættis: Leo Poulsen
Suðurlendskar
strendur kunnu ikki
samanberast við
okkara vøkru náttúru
Tað heldur Gudny Langgaard, sum í
heyst gjørdist stjóri á Vodafone. Hon er
fyrimyndarliga húslig – í mun til beiggjarnar,
og so er ræst kjøt tað besta hon fær
Miðal(gott) ár