fríggjadagur 6. januar 2012síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 6. januar 2012
8
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Snorri Hansen er elstur av fýra beiggj
um, og hansara uppvøkstur í Nólsoy
var sum hjá dreingjum flest.
– Eg minnist barnaárini sum góð
og trygg. Eg vaks upp sum allir aðrir
dreingir og spældi við bilar og bátar
sum hinir, sigur Snorri Hansen.
Við at líta aftur um bak minnist
mamman, Malan Hansen, tó, at Snorri
ofta spældi við gentur, í nógv størri
mun enn hinir tríggir beiggjarnir seinni
gjørdu.
Øll barnaárini gingu, uttan at Snorri
á nakran hátt kendi seg nakað øðrvísi
enn øll hini dreingjabørnini, sum runnu
runt í nólsoyargeilum. Men tá hann var
um 15 ára aldur, merkti hann, at hann
ikki longur hevði somu áhugamál, sum
hinir dreingirnir.
– Eg dugi ikki heilt at seta orð á tað,
men eg visti bara, at eg ikki longur var
sum hinir dreingirnir. Gentur var bara
nakað, sum eg metti sum vinir og einki
meira. Eg var ikki áhugaður í teimum á
annan hátt, sigur Snorri Hansen.
Hann bara visti við sær sjálvum,
at soleiðis var hann mentur, men tað
var langt frá, at hann vildi gera onnur
varug við, at hann var samkyntur.
– Eg hevði als ongan vaghuga av,
at Snorri var samkyntur, fyrr enn fyri
seks árum síðani, tá hann á fyrsta sinni
vitjaði heima í Nólsoy og hevði Lionel
við, sigur Malan Hansen.
Tað má tí sigast, at Snorri gekk
stillisliga við hurðunum øll hesi árini,
frá tí hann var 15, til hann sum 29 ára
gamal á fyrsta sinni lat mammuna
skilja, hvør hann í veruleikanum var
kynsliga.
Einki homofobia
Tað er ikki altíð, at ein hugsar um smá
lutirnar, men tá Malan hyggur í bak
spgilin, dugir hon væl at síggja, at har
var okkurt í uppvøkstrinum kortini.
– Nú, tá eg hugsi um tað, hevði
hann ógvuliga nógvar damuvinir, sigur
Malan Hansen.
Snorri spældi tó ongantíð við dukkur
í sínum uppvøkstri.
– Nei, tað forbjóðaði seg sjálvt, tí
her vóru ongantíð nakrar dukkur í hús
inum, sigur Malan.
Sjálvur heldur Snorri ikki, at hendan
kollveltandi avdúkingin – at hann var
samkyntur – ávirkaði hansara lív á
nevniverdan hátt.
– Teir allarflestu av mínum vin
monnum – og vinkonum – vistu bein
anvegin, hvussu vorðið var, men har
var ongantíð nakað. Øll góðtóku tað
uttan at blunka, sigur Snorri.
Hann avsannar eisini mytuna um,
at føroyingar eru eitt homofobiskt
fólkaslag.
– Eg haldi, eg kann siga, at eg ongan
tíð havi upplivað nakað »óbehagiligt«,
orsakað av mínari kynsligu orientering,
staðfestir Snorri.
Tó minnist Malan tvær hendingar,
har føroyskur mótvilji kom fram. Aðru
ferðina var ein nólsoyingur beinleiðis
farin í slagsmál fyri at verja vin sín móti
verbalum ágangi í Havn, og eina aðru
ferð var onkur komin á gátt í heiminum
í Nólsoy og verið ljótur í munninum.
Men tað er so tað einasta, sum
Snorri hevur upplivað, og tað er einki
aftur ímóti tí, eitt nú politisk ósemja
kann føra til.
Hittust á jarnbreytarstøðini
Men eitt er, hvussu ein, ið skilur seg
frá mongdini, verður viðfarin í einum
rímiliga vardum umhvørvi, sum
Nólsoy er.
– Eg merkti ongantíð nakað heldur,
eftir at eg var farin til Havnar í læru,
so at føroyingar ikki hava virðing fyri
samkyntum er í hvussu er nakað, eg
einki kenni til, sigur Snorri.
Eftir lokna útbúgving sum bakari
starvaðist Snorri í eina tíð í Føroyum,
men so leitaði hann sær til Danmarkar
at arbeiða. Og tað skuldi vísa seg at
vera eitt heppið lívsval, tí tað var har,
hann møtti Lionel Mouffe.
– Ja, vit hittust tilvildarliga á jarn
breytarstøðini í Keypmannahavn, og í
fyrsta umfari drukku vit ein kopp av
kaffi saman, sigur Snorri.
Lionel hevði tá arbeitt hjá Deutche
Bahn í trý ár, og hesin fyrsti koppurin
av kaffi sannførdi teir báðar um, at tað
kundi verið hugaligt at hitst aftur, so
um kvøldið fóru teir út at eta ein døg
urða saman á einari eysturlendskari
matstovu, og ein kann næstan siga, at
teir hava verið saman líka síðani.
Tað gekk so eitt ár, har teir báðir
hittust javnan, og við tíðini gjørdust
partnarar.
– Tíðin kom so, at vit máttu taka
eina avgerð. Snorri vildi fegin hava
meg at koma til Keypmannahavnar at
búgva, meðan eg í mínum lag royndi
at lokka hann vil Sveis. Og tað endaði
við, at hann játtaði, sigur Lionel.
Og tað er avgjørt nakað, ið Snorri
ikki angrar.
Varnaðist tíðliga
Tað var eisini eftir, at teir høvdu verið
saman í eitt ár, at Snorri á fyrsta sinni
tók Lionel heim til Føroya at vitja.
Hetta var á jólum 2005.
– Eg gjørdist púra ovfarin av, hvussu
væl eg varð móttikin. Øll vóru líka blíð
við meg og tóku móti mær við opnum
ørmum, og eg kendi, at eg beinanvegin
varð góðtikin sum ein partur av fam
iljuni, sigur Lionel Mouffe.
Og tað hevði stóra ávirkan á
belgiaran.
– Tað kendist, sum nólsoyingar tóku
ímóti mær sum sínum egna barni. Eg
væntaði als ikki, at tað fór at verða so
leiðis, sigur Lionel.
Hann sigur, at Belgia átti at verið
munandi meira opinsinnað, tí har hev
ur eitt nú verið loyvt hjá samkyntum
at gifta seg í 10-15 ár.
– Mín familja royndi at halda tað
goymt, at eg eri samkyntur, tí serliga
pápi mín hugsaði so nógv um umdømi.
So at koma her, og øll bara góðtaka meg,
sum eg eri, uttan at seta spurnartekin,
er bara ótrúligt, sigur Lionel.
Hjá honum var tað eitt sindur øðrvísi
at finna út av, at hann var samkyntur.
– Eg visti tað heilt frá barnsbeini
av. Tað er ikki soleiðis, at tú vaknar ein
morgunin og sigur »Hey, eg eri sam
kyntur«. Men eg hugsi, eg havi verið
Føroyingar eru ikki homofobiskir. Tað staðfesta føroyski Snorri
Hansen og Lionel Mouffe Hansen, sum fyri góðum hálvumtriðja ári
síðani giftust í Garre Gambarogno í Sveits við 80 føroyingum sum
brúdleypsgestum. – Vit hava góðtikið, hvørjir vit eru, og vit vilja
ikki liva okkara lív grundað á eina lygn, siga Snorri og Lionel
Vilja ikki liva
lívið grundað
á lygn
myndir: privatar