fríggjadagur 6. januar 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 6. januar 2012
10
VIKUSKIFTI
um 15-16, tá tað veruliga gekk upp fyri
mær, sigur Lionel.
Mótsatt Snorra, so dámdi belgiarin
í sínum barnadøgum væl at spæla við
dukkur og aðrar gentuleikur.
– Eg havi altíð havt aðrar áhugar
enn dreingir høvdu, sigur Lionel.
Ikki grundað á lygn
Belgiarin hevði somu trupulleikar,
sum nógv onnur samkynt óivað hava,
nevniliga at familjan góðtekur øðrvísi
kynsliga orientering.
– Hjá mær var tað soleiðis, at
mamma mín rættiliga skjótt góðtók
meg, sum eg eri. Hon var kortini ógvu
liga kedd av, at eg ikki kundi geva henni
ommubørn. Við pápa var verri. Hann
hugsaði um umdømi hjá familjuni,
sigur Lionel.
Hann kemur frá einari familju, sum
er væl fyri fíggjarliga.
– Pápi mín vildi illa góðtaka, at eg
eri samkyntur, tí hann hugsaði um
handilsvirksemið og tað, ið hartil hoyrir.
Tíverri fór hann herfrá fyri 10 árum
síðani, men tá hevði hann góðtikið meg
fyri tann, eg eri, sigur Lionel.
Sjálvur er hann sannførdur um,
hvør hann er.
– Eg eri tann, eg eri, og eg ynski ikki
at liva mítt lív grundað á eina lygn. Eg
havi frið við meg sjálvan, og til endans
skilti hann tað. Hann helt bara, at tað
gekk út yvir umdømið hjá familjuni,
sigur Lionel.
Rættir fyri hvønn annan
Tá Snorri og Lionel høvdu kent hvønn
annan í umleið eitt ár varð avgerð tikin
um, at Snorri skuldi flyta til Sveits.
– Eg tosaði við stjóran hjá mær í
Deutche Bahn, og hann var ógvuliga
fyrikomandi og gav Snorra eitt starv
umborð á tokunum. Og í dag eru vit
báðir leiðarar, sigur Lionel.
Tíðin í lítla býnum Gerra
Gambargono, bara ein 25 minuttir
gongutúr frá italska markinum, gekk
so við arbeiði og avslapping millum
toktúrarnar. Og fyri góðum hálvum
triðja ári síðani upplivdi lítli býurin við
italska markið eina stórhending.
– Eg veit ikki heilt, hvussu tað kom
í lag, men vit gjørdu so av at gifta okk
um, sigur Snorri Hansen.
Og Lionel grundar:
– Eg spurdi hann. Eg visti, at hann
var tann rætti fyri meg. Tað er nakað,
tú kennir innan í tær.
Tann veruleiki, at eitt giftarmál mill
um somu kyn ikki er lógligt í Føroyum,
hevði heldur ikki forðað teimum.
– Nei, so vóru vit bara farnir niður
til Danmarkar at gift okkum, sigur
Snorri.
Stórt brúdleyp
Sum nú var, so var brúdleypsdagurin
ásettur til 28. mars 2008. Og tað gjørdist
ein stórur dagur fyri teir báðar, bæði
so og so.
– Vit høvdu bjóðað fólki úr serliga
Nólsoy, men eisini aðrastaðni í Føroy
um, og sjálvt um vit høvdu vónað, at
tað komu nógv fólk, so gjørdust vit ov
farnir av, at so nógv komu. Hetta var jú
ikki í feriutíð, sigur Snorri Hansen.
Og nólsoyarbygd nærum tømdist
hetta vikuskiftið.
– Vit vóru yvir 60 fólk úr Nólsoy,
sum fóru til brúdleypið, og tilsamans
vóru vit eini 80 fólk úr Føroyum, sigur
Malan Hansen.
Talan var tí um eitt ógvuliga stórt
brúdleyp eftir sveisiskum mátistokki.
– 40 fólk er eitt stórt brúdleyp í
Sveis. Til okkara vóru vit 120 fólk, sigur
Snorri.
Teir høvdu leigað fýra hotell at húsa
øllum brúdleypsgestunum.
– Tað einasta, vit høvdu lagt dent á
mótvegis hotellunum var, at tey skuldu
hava nokk av vodka inni, leggur Snorri
skemtandi aftrat.
Tað gjørdist ein stórur dagur og ein
stór løta, tá teir báðir søgdu ja hvør
til annan. Og tað var ein rættiliga há
tíðarløta, tá teir komu úr úr býarskriv
stovuni, har borgarstjórin hevði vígt
teir, og teir gingu gjøgnum ein boga
av føroyskum og belgiskum fløggum,
meðan »Fagra blóma« rungaði um
allan heyg.
Og sjálvandi vórðu røður hildnar,
»som sig hør og bør« í einum føroyskum
brúdleypi. Sanniliga ein stórur dagur.
Skatturin forðar
Teir eru báðir á einum máli um, at teir
ikki kundu hugsað sær eina betri mót
tøku í Føroyum enn tað sama, hóast
vit ofta bera orð fyri at vera eitt homo
fobiskt fólkaslag. Men kortini kundu
teir ikki hugsa sær at búð her.
– Tað hevur einki við tað at gera,
vit føla okkum væl her. Tað er meira
skatturin sum ger, at vit ikki kundu
hugsað okkum at búð í Føroyum, sigur
Snorri.
Og tá hann tosar um skatt, so er tað
nakað, øll kunnu skilja.
– Vit gjalda 7,5 prosent í skatti í
Sveits. Og eg ætli mær aldrin at gjalda
so nógv í skatti aftur, sum í Føroyum,
sigur Snorri.
Hartil heldur hann, at hann fær
einki aftur fyri nógva skattin, hann
rindaði her heima.
Einaferð skulu teir so til at njóta
sítt lívs otium, men tað verður heldur
neyvan í Føroyum.
– Nei, tað vænti eg ikki. Og tað er
sama orsøk til tað, sum at vit ikki nú
búgva í Føroyum: Tann høgi skatturin,
sigur Snorri.
Heldur er sannlíkt, at teir leita
sær longur suður eftir, tá teir siga
arbeiðslívinum farvæl.
– Tað kundi verið til heitari lond,
sum til dømis Aruba ella onkunstaðni
í Caribia, sigur Snorri.
Umhugsað ættleiðing
Lionel fer soleiðis sum støðan er, ikki
at fáa børn, og tað er serliga hetta, sum
mamma hansara harmast um. Men
møguleiki er jú fyri at ættleiða.
– Soleiðis, sum støðan er hjá okkum
beint nú, við okkara arbeiðsskema, so
letur tað seg als ikki gera. Vit eru burtur
heiman ífrá í fýra dagar út í eitt, og
hóast vit ikki koyra við sama toki ella
á saman strekningi, so er tað ofta, at vit
báðir arbeiða í senn, sigur Snorri.
Og Lionel er samdur í tí. Hinvegin
er tað kortini ikki ein tanki, sum liggur
so ógvuliga fjarur.
– Tá tú sær børnini niðri í gøtuni í
stórbýunum sniffa lím og tendraragass,
so hugsar tú ofta, at tey høvdu verið
betri farin við tveimum monnum, sum
elskar tey og gevur teimum kærleika,
sigur hann.
Teir eru báðir í besta aldri enn.
Snorri er 35 og Lionel 32, so tað er langt
frá farið av allari tíð.
– Vit hava einki tíðartrýst á okkum
í so máta, so vit hava góða tíð at taka
eina avgerð um tað, sigur Snorri.
Fyri Lionel hevði tað uttan iva verið
ein stór uppgáva, sum hann fegin hevði
tikið á seg.
– Fyri ikki so langari tíð síðani stóð
eg gubbi at einum barni í familjuni hjá
Snorra, og tað var fyrstu ferð fyri mítt
viðkomandi, sigur hann.
Home is where I hang my hat
Teir báðir arbeiða sum starvsfólkaleiðarar
á tokum hjá Deutche Bahn, og ofta ar
beiða teir á somu vaktum, men ikki á
somu farleigum.
– Vit arbeiða í fýra dagar og hava so
frí í fýra dagar. Tá vit eru heima slappa
vit av við at hyggja í sjónvarp, men
vit ganga eisini rættiliga nógv túrar.
Til dømis tekur tað bert 25 minuttir
til italska markið, so tað ber væl til at
spáka inn í Italia at drekka morgunkaffi,
sigur Snorri.
Hann ferðast dúgliga heim til
Føroya, og teir báðir eru í Nóloy minst
einaferð um árið.
– Sum oftast eru vit heima um jól
tíðir, men einaferð hava vit verið her
um summarið, sigur Snorri.
Hann heldur, at hóast teir ferðast
nógv til Føroya, so ferðast foreldrini
meira niður til teir.
– Tey eru og vitja okkum einar tvær
ferðir um árið. Tað vóru tey í hvussu er
í fjør, sigur Snorri.
Hann kallar tað framvegis at fara
heim at ferðast, tá hann kemur til
Nólsoyar. Men tað er kortini ikki allur
sannleikin.
– Eg sigi, at eg fari heim til Før-
oyar at ferðast. Men tá eg sigi, at eg
fari heim, tá er tað heim til har, sum
eg búgvi, sigur Snorri Hansen, áðrenn
hann og Lionel aftur vendu nøs-
ina heim til Gerra Gambarogno í
Sveis.
– Fólk í Nólsoy góðtóku
meg beinanvegin eins
og sín egna son, sigur
Lionel (vinstrumegin)
mynd: Álvur Haraldsen
So er alt tað serimoniella av, og Snorri og Lionel eru giftir
Tað var ein hugtakandi løta, tá teir báðir komu
úr ráðhúsunum og undir veitrandi belgiskum
og føroyskum fløggum tóku ímóti »Føgru
blómu«, sungin teimum til heiðurs
Terji Rasmussen – versonur hjá einum bróðuri hjá mammu
Snorra – var við til brúdleypið, og sjálvandi undirhelt hann