Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 3 · 6. januar 2012 11 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Inna Törnroos Sniðvegir at klænka seg Et glykemiskt At eta glykemisk er at eta so lítið av kolvetni sum gjørligt – tað vil siga pasta, sukur, ljóst breyð og epli skulu leggjast til viks og grønmeti, musli og fullkorn skulu á borðið ístaðin. Glykemiskt index hevur víst seg verða ein betri háttur at eta fyri at sleppa av við búkfiti enn at bara eta so lítið av feitti sum gjørligt. Sov So løgið, sum tað ljóðar so fært tú minni búk um tú svevur gott og leingi. Tá vit sova, økist mongdin av vakstrarhormoni í kroppinum. Hetta ger, at forbrenningin fer upp, og vit gerast klænari. Um vit ikki sova nóg nógv, framleiðir kroppurin ístaðin stresshormonið kortisol, sum lagrar feitt og ger okkum svangari. Í einari kanning, sum kanadiskir vísindamenn hava gjørt, var staðfest, at persónar, sum bara sova fimm til seks tímar, viga 4,5 kilo meir enn tey, sum svóu sjey til átta tímar. Kanningin vísti eisini, at kiloini settu seg rundanum búkin. So stilla klokkuna fram ein tíma ímorginári! Jólini eru løgd afturum, og helst er meir enn neyðugt fari niðurum. Rísgreytur og karamellur hava gjørt, at buksirnir stramma eitt sindur meira enn vanligt, og ovasti knappur er ringur at fáa aftur. At eta minni og venja er ein háttur at minka um delluna, men her eru nakrir sniðvegir, sum eisini lætta um Ven við bólti At venja við einum sokallaðum pilatesbólti – ein stórur bleytur bóltur – hevur víst seg meira effektivt enn at liggja á gólvinum og gera búkøvilsi. Við at liggja á bóltinum og gera situps, verða fleiri vøddar í øllum búkinum nýttir, eftirsum tú mást halda balansanum á bóltinum. Tú orkar eisini betri, tí bleyti bólturin er betri fyri ryggin, enn gólvið er. Grønt te At grønt te er gott at drekka, hava vit vitað leingi. Men nú hava kanningar víst, at um tú drekkur grønt te og íðkar ítrótt, tapur tú átta ferðir so nógv feitt um búkin, enn tú vanliga gert. Tað eru antioxidantin katechin, sum ger at ferð verður sett á brenningina. Kanningin, ið er at lesa í Journal of Nutrirtion, vil eisini verða við, at grønt te verjir kyknurnar og ger, at vit ikki eldast líka skjótt. Light vørur, tí tað hevur ofta við sær luft í búkinum og hovnan búk. Kanningar hava víst at kvinnur, sum eta nógv epli, hava lyndi til at hava nógv feitt rundanum miðjuna. Skift eplini út við grønmeti, fullkornspasta ella fullkornsrís. Salt bindur vesku í kroppinum, so um tú vil hava flatan búk, royn og minka um salt í matinum. Hald teg vekk frá hesum um tú vil hava flatan búk Besti maturin fyri flatan búk Egg, mandlur, kokosolja, súrepli, ber, yogurt, grønt te, avokado, laksur, quinoa, grøn salat