fríggjadagur 6. januar 2012síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 3 · 6. januar 2012
15
VIKUSKIFTI
Møllehave
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hann hevur skrivað og snakkað. Mest
sum uttan íhald í eitt heilt lív. Kendur
og virdur sum prestur og rithøvundur.
Framúr sum fyrilestrahaldari. Eisini
umstríddur fyri onkur sjónarmið og
lívsførslu. Men fram um teir flestu
hevur Johannes Møllehave verið
presturin hjá dønum. Hann, sum tey
flestu halda seg kenna, eiga lut í og
lurta eftir. Hann, sum hevur givið
íblástur, uggað og troystað. Hann hev
ur boðað ein mildan og breitt fevn
andi kristindóm uttan fordøming og
revsing.
– Hóast tú ikki ert altíð ert samdur
við Møllehave, so verður tú altíð
klókari og glaðari í hansara selskapi.
Ein gráan og keðiligan dag kann tað
saktans loysa seg at taka ein bók hjá
honum fram og lesa í henni, sigur
Theodor Olsen, prestur.
Ole Sønnichsen hevur skrivað ævi
søguna »Møllehave – Jagten på lyset
og kærligheden«, og hann heldur,
at Møllehave hevur dugað óvanliga
væl at samskift við vanlig fólk, og tað
hevur gjørt hann so væl umtóktan
millum fólk.
– Hann tosar til fólk í teirra eygna
hædd. Tað ger tað sama, hvussu
trupult ella tungt evnið er. Um tað
er sorg, sjálvmorð, Shakespeare
ella Kirkegaard, so megnar hann
at fortelja um tað á ein slíkan hátt,
at vanlig fólk skilja hann og kunnu
relatera tað til sín egna gerandisdag,
sigur Ole Sønnichsen.
– Hann hevur dugað at gjørt trupul
evni atkomulig hjá stóru fjøldini, og
tað umfatar eisini kristindómin. Hann
hevur fingið kristindómin út millum
fólk á ein hátt, sum aðrir prestar ikki
hava megnað, sigur hann.
Bakgrundin
Mikudagin fylti Johannes Møllehave
75 ár. Hann varð føddur í Keyp
mannahavn beint fyri kríggið. Pápi
hansara var skúlastjóri og mamman
lærari. Møllehave gjørdst í 1963 cand.
theol. frá Københavns Universiteti, og
seinni starvaðist hann sum prestur
millum annað í Statsfongslinum í
Vridsløselille, í Virum og í Bruxelles.
Hann hevur eisini skrivað eitt ótal
av bókum og hevur hildið óteljandi
fyrilestrar um øll hugsandi evni – alt
frá trúgv og kærleika til Kirkegaard
og H.C. Andersen.
Johannes Møllehave var í 42 ár
giftur Herdis Møllehave, sum var
sosialráðgevi og rithøvundur, og tey
fingu trý børn – Tomas, Mikkel og
Kathrine. Herdis doyði í 2001, tá ið
tey búðu í Onglandi. Hon er grivin
í kirkjugarðinum á Frederiksberg, og
undir liðini á henni hevur Johannes
Møllehave fingið sítt pláss at verða
jarðaður.
– Um Johannes Møllehave kanst
tú siga alt og tað øvugta, bæði passa,
skrivaði professarin Jørn Lund í eini
fagnaðarbók til Møllehave fyri fimm
árum síðani.
Gud er kærleiki
Johannes Møllehave er í nýggjari tíð
kanska virknasti og týdningarmesti
teologurin í Danmark. Hann hevur
borið fram og boðað ein kristindóm,
sum fevnir breitt og fyrigevur. Mølle
have hevur lagt dent á, at hann fær
kærleika, ljós og gleði úr kristna boð
skapinum, og hansara útlegging av
kristindóminum er ein kristindómur
við vón og fyrigeving. Øll skulu hava
ein kjans. Hann hevur gjørt upp við
sín egna kristna uppvøkstur, har
omman og foreldrini hildu seg til ein
strangan boðskap við hóttanum um
myrkur og fortapilsi.
– Mín einfalda teologi er, at Gud
er kærleiki, og tað merkir, at Hann
er bert har, sum kærleikin opinberar
seg. Eg kann ikki rúma luthersku
myndini av »Deus Absconditus«
– tí fjalda Gudi – sum kann verða
harður og óndskapsfullur. Tað kann
eg ikki finna eina meining í. Og eg
gangi ímóti tankanum um fortapilsi.
Tí um Gud sigur: »Eg eri kærleiki«,
so kann mann ikki ímynda sær, at
Hann ynskir, at tey menniskju, sum
ikki trúgva á Hann, skulu brenna í
allar ævir, sigur Møllehave í bókini
»Jagten på lyset og kærligheden«.
Møllehave hevur virkað ótroytt
iligur í sínum virksemi. Hann hevur
skrivað og tosað sum fáur og ger tað
framvegis, hóast hann er komin upp
í árini. Og fólk lurta framvegis eftir
honum.
– Møllehave er eitt arbeiðsgrev, og
tað ger hann so áhugaverdan. Hann
brennir so nógv fyri tí, sum hann
sigur, ger og stendur fyri, at tú kanst
ikki lata verða við at blíva fasineraður,
sigur rithøvundin Ole Sønnichsen.
– Men hetta kann eisini verða ein
av negativu síðunum við honum, tí tá
ið hann fyllir so nógv, sum hann ger,
so kann hann verða trupul at verða
saman við. Skalt tú verða saman við
honum, so skalt tú vilja hann, tí hann
setir seg sjálvan í sentrum, og hann
tekur so nógv av orkuni, sum er í ein
um rúmi, sigur hann.
Eins við øll fólk
Johannes Møllehave hevur vitjað
tvær ferðir í Føroyum. Seinnu ferð
var í fjør, tá ið hann tosaði í Norður
landahúsinum.
Møllehave greiddi í eini samrøðu
við Rás2 frá, hvussu hann fyrstu ferð
hevði við Føroyar at gera. Tað var,
tá ið hann gekk í einum av hægru
fólkaskúlaflokkunum og var við í
eini skrivikapping um føroyskar rit
høvundar. Hann skrivaði um Heðin
Brú og William Heinesen.
– Eg var so errin, tí eg vann tvær
bøkur í kappingini. Ein, sum gekk í
studentaskúla, vann høvuðsvinningin,
sum var ein ferð til Føroya. Tað vísti
seg, at vit vóru bert tveir, sum luttóku
í kappingini, men eg var fegin um mítt
annað pláss, segði Møllehave.
Ein av føroyingunum, sum hevur
havt við Johannes Møllehave at gera,
er presturin Theodor Olsen.
– Møllehave er størsti formidlarin
av kristindómi í Danmark seinastu 30-
40 árini. Hann hevur verið sera virkin
og fjølbroyttur. Hann ger ikki mun á
menniskjum og er tann sami, hóast
hann er í lag við landsins leiðarum
ella einum brotsmanni.
– Hann hevur karisma og slagkraft.
Tað verður onkuntíð sagt, at hann er
yvirflatiskur, men tað er hann ikki.
Hann dugir at tosa við øll fólk, og
hann er ein entertainari, men tað er
góðs í tí, sum hann sigur og skrivar.
Tað er eisini serstakt fyri hann, at
hann hevur eitt óvanliga gott minni og
kann sitera burtur úr øllum hugsandi
verkum, sum hann hevur lisið, sigur
Theodor Olsen.
Kaos og myrkur
Samstundis sum Johannes Møllehave
hevur verið uppfataður sum ein
lívsjáttandi, glaður og virkin prestur,
hevur hann samstundis havt sítt at
stríðast við. Tey, sum kenna hann
best, siga, at tað er ikki lætt at koma
heilt tætt inn at honum, og hann
dugir í almenninginum væl at snúgva
sær undan teimum meira negativu
og myrku persónligu søgunum við
at goyma seg aftanfyri endaleys sitat
hjá øðrum persónum.
Í ævisøguni »Møllehave – Jagten
på lyset og kærligheden« fer Ole
Sønnichsen rættiliga afturum almenna
persónin Møllehave og gevur fólki eitt
innlit í tær minni kendu og almennu
síðurnar hjá prestinum.
Millum annað gekk stóra gávu
mildnið og hjálpsemið hjá Møllehave
út yvir familjuna, tí hann hevði óskil í
sínum fíggjarviðurskiftum. Hann gav
stórar pengaupphæddir til fólk, sum
hann helt hevði brúk fyri pengum –
og tað kundi verða fullkomiliga til
vildarlig fólk, sum hann hitti onkurs
vegna. Konan Herdis stríddist við at
halda nøkunlunda skil á fíggjarviður
skiftunum, men tað var mangan vón
leyst.
Eisini heimið hjá teimum í Virum,
har hann Møllehave var prestur í 14
ár, var merkt av kaos, tí hurðin stóð
altíð opin fyri fólki, ongar reglur vóru,
og eingin ruddaði ella røktaði presta
garðin, og tað sá út hareftir. Biskopurin
Kjeld Holm greiddi einaferð frá, at tá
ið hann skuldi eta nátturða hjá Mølle
have, máttu tey skiftast um at eta, tí
tað bar ikki til at finna meira enn
tríggjar djúpar tallerkar.
Johannes Møllehave hevur eisini
stríðst við depressiónir og ótta, og
hann er ræddur fyri at verða einsa
mallur. Í onkrum tíðarskeiðum hevur
myrkrið vunnið á honum. Í tíðini eftir
at konan doyði, hevði Møllehave tað
sera trupult, og hann kom so langt,
at hann ein dagin koyrdi út Stóra
beltsbrúnna fyri at gera av við seg.
Hann fór upp á rekkverkið og ætlaði
at leypa í deyðan, men tankin um
børnini og barnabørnini fekk hann
at broyta hugsan og fara av brúnni
aftur.
– Eg ivist ikki í, at tær myrku
síðurnar, sum hann hevur drigist
við, hava givið honum orkuna, sum
hann er kendur fyri at hava, sigur Ole
Sønnichsen.
– Hansara jagstran eftir ljósi og
kærleika er líka so nógv ein flýggjan
frá myrkrinum. Jú meira hann verður
sæddur og hoyrdur og kann geva frá
sær, jú longri er hann burtur frá sín-
um egna myrkri. Tað, at hann er
blivin ein so ótamdur formidlari,
kemst lutvíst av, at hann hevur havt
nakað, sum hann skuldi flýggja frá,
sigur hann.
Johannes Møllehave helt sín 75
ára føðingardag saman við familjuni
mikudagin.
Presturin Johannes Møllehave, sum nú rundaði 75 ár, er
framvegis virkin við bókaútgávum og fyrilestrum