Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-06, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. januar 2012síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

Stórsligin konsert Leygarkvøldið verður árliga nýggjárskonsertin hjá Føroya Symfoniorkestri. Hetta er ein hátíðarlig konsert, har Symfoniorkestri framførir saman við solistum, sangarum og kóri. Konsertin verður send beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Nýggjárs- konsert Norðurlanda­- húsið í Havn Leygarkvøldið 7/1 kl. 19.00 Tá Rambo varð provokeraður Ein av støru actionhetjunum, sum er komin úr Hollywood, er John Rambo. Vietnam- veteranurin hevur avrikað bæði eitt og annað, men alt byrjaði við einum filmi í 1982. First Blood kallast filmurin, har Rambo av fyrstan tíð gjørdist heimskendur. John Rambo verður provokeraður av einum løgreglumanni, og tað endar við guerillakríggi í einum skógi í USA. Filmurin, har Sylvester Stallone fyrstu ferð spældi Rambo, verður sýndur á DR1 um vikuskiftið First Blood DR 1 Leygarkvøldið 7/1 kl. 22.10 Svenskari gjørt heimasíðu um Føroyar Svenskarin Erik Klint hevur stóran áhuga fyri føroyskum viðurskiftum, og hann hevur nú gjørt eina heimasíðu við upplýsingum um Føroyum. Hann kallar sítt virksemi »Infor­ mationskontoret Om Færøarna«. Heima­ síðan finnist á adress­ uni faroeislands.se. Facebook skapar hjúnarskilnaðir Ein uppgerð í Bretlandi vísur, at orðið »Facebook« er við í triðja hvørjum hjúnarskilnaði har. Ofta er tað annar hjúnarfelagin sum heldur, at hin hevur havt ópassandi framferð á Facebook. – Fólk seta seg til dømis í samband við fyrrverandi makar, og boðini kunnu saktans verða óskyldig, men tey skapa rok. Og so er Facebook eisini upplagt at brúka, um fólk vilja hava eina afferu ella vilja flirta við mótsatta kynið, sigur Mark Keenan, sum er advokatur, við blaðið Daily Mail. Í USA er gongdin tann sama, og har verður tosað um, at Facebook-avdúkingar eru blivnar nútíðar varrastiftin á skjúrtuni. Okkara kvinnur lesa eisini nógv í bløðum sum Se & Hør, Ude & Hjemme og Familie Journalen. De kan også meget godt lide at diskutere, hvilke kjoler de har på, når de har forskellige arrangementer. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, um føroyskar kvinnur, sum fylgja við í danska kongshúsinum – í beinleiðis sending á TV-2 baksíðan... Drúgv kapping Nú er greitt, at tað verður kapping um sessin sum formaður í Maskin­ meistarafelagnum komandi 3 árini. Norðlýsið Góð eygleiðing Sjálvur heldur prestur, at jólini eru komin fyri at vera Vikublaðið Síggja væl Edvard í Skorini Joensen frá Føroya Tele upplýsir at húski, ið hava flatskermar, síggja nýggja sendaran. Norðlýsið Í stríð við 266b? Nevndarlimur kann krevja, at frávíkjandi hugsanir hansara verða skrivaðar í gerðabókina. Úr viðtøkunum hjá SEV Í ranga strúpan Kunnu missa hundrað bløð Italska stjórnin ætlar at spara 80 milliónur evrur í stuðlinum, sum verður latin miðlaheiminum, og hetta kann før við sær, at eini 100 smærri bløð fara í søguna. Financial Times skrivar, at miðlastuðulin hevur verið misbrúktur, og at hann ikki fer at raka tey stóru bløðini. Hinvegin er lív neyvan lagað hjá einum blaði sum Liberazione, sum er eitt komunnistiskt blað, og sum hevur fáar lesarar eftir. lagt til rættis: Eyðun Klakstein Eg ynski, at vit øll koma væl ígjøgnum árið, og at Føroya land og fólk hava nakað at savnast og gleðast um í gerandisdegnum, soleiðis at klandur og stríð ikki kemur at mynda árið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við nýggjársynski sum vil nakað (Vikublaðið) Hetta var ikki akkurát tað, sum eg vildi, tí eg ynski, at fólk skulu fokusera á mín sang og ikki mína útsjónd Kristel Lisberg, nýggjur føroyskur X Factor luttakari í Danmark