Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Støðan við eldraøkinum í Suðuroy er eitt sindur fløkt í løtuni. Tað ásannar Jastrid Niel­sen, leiðari á nýggja ellis- og røktarheiminum, Hamra­garði í Vági. Tað búgva 18 fólk á Hamra­garði í løtuni og har­aftur­at er eitt fólk til um­lætt­ing. Annars er pláss fyri 24 fólkum, men nú eru so eisini fimm fólk av sam­ býli­num á Tvøroyri, sum fór í luftina í ódnini, flutt suð­ur á Hamragarð og starvs­fólkið, sum var um tey, eru flutt við. Har var ætlanin, at tey skulu vera til 1. februar, tá ið ein onnur loysn skal vera funnin, men enn er ongin avgerð tikin um, hvussu verður við teim­ um framyvir. Annars var ætlanin at fylla heimið í Vági í ár og tey søktu eisini eftir starvs­fólki. Men tá ið fólkini komu suður av Tvøroyri, máttu um­søkjar­arnir fáa at vita, at nú má alt bíða, til greiða er fingin á framtíðini hjá teim­um, sum komu suður av Tvøroyri. Jastrid Nielsen held­ ur eisini, at tað elvir til óneyðuga tíðarspill og penga­spill, at Suður­oygg­ in er tvey, sosial øki. Eitt dømi um tað, er døgverðatænastan, sum pensjón­ist­arnir fáa. Kommunurnar í Sumba, Fámjin, Hvalba og Tvør­oyri eru í einum øki fyri seg og Vágur, Porkeri og Hov eru í einum øki fyri seg. Bæði økini hava eina tæn­astu, har tey koyra døg­verð­ar heim til pen­ sjón­ist­ar. Men av tí, at Sumba er saman við Tvøroyri, koyrir bilur hvønn dag av Tvør­oyri, ígjøgnum Vág, heilt suður til bygdirnar í Sumbiar kommunu við nøkr­um fáum døgverðum. Jastrid Nielsen held­ ur ikki, at hetta er at gagnnýta skatta­borgar­ ans pengar skynsamiliga, hó­ast hetta kanska ikki er tær heilt stóru upp­hædd­ ir­nar. Eg dugi ikki at síggja, hvus­su vit skulu kunna klára okkum við færri starvs­fólkum, enn vit hava nú. Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar Eillis- og Røkt­ar­heimi stúrir fyri teim­um sparingum, sum ætlan­in er at seta í verk á heimi­num og sum greitt er frá í aðrari grein her á síðu­ni. - Vit hava longu mist eini átta ársverk og í løtu­ni dugi illa at síggja, hvussu vit kunnu hava eitt vælvirkandi heim við fær­ri starvsfólki enn vit hava nú. Men sum tað sær nú, miss­ur heimið eini átta, nígg­ju ársverk afturat og so dugur hon ikki at ímyn­da sær, hvussu tey skulu fáa gerandisdagin og vaktarætlanirnar at han­ga saman við færri fólk­um. - Vit hava eisini minnis­ veik fólk á heiminum og sum vit mugu ansa serliga væl eftir, tí tey kunnu fin­ n­a upp á rýma. - Verða starvsfólkini enn færri, stúri eg so­statt fyri trygdini hjá summ­ um av búfólkunum, sigur Anna Djurhuus. Áki Bertholdsen - Hetta merkir, at vit verða noydd at siga fleiri fólkum upp! Suðuroyar Ellis- og Røktar­heim á Tvøroyri verð­ ur hart rakt av sparingum í ár Tað staðfestir Ronnie Mid­jord, stjóri á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi. Eftir fíggjarlógini, sum sam­gong­an hevur lagt fyri Løg­ting­ið, skal Suðuroyar Ellis og Røktarheim spara 2,7 milliónir í rakstrinum í ár. Ronnie Midjord sigur, at tey hava ikki nógvar møgu­ leik­ar at spara, uttan at sker­ ja starvsfólkakostnaðin. - Avleiðingin av hesum verð­ur, at nú mugu vit at spara eini níggju ársverk burt­ur. Men av tí, at rættiliga nógv fólk arbeiða niðursetta tíð, verður kanska talan um eini 14-15 fólk, sum skulu sigast upp. Stjórin minnir á, at í fjør máttu tey eisini siga átta full­tíð­ar størvum upp og stend­ur hetta uppleggið hjá samgonguni við í ár, hava tey sostatt mist 16-18 árs­verk á Suðuroyar Ellis og Røktar­ heimi í tvey ár. Tilsamans er talan um eini 30 fólk, sum hava mist arbeiðið av tí so nógv arbeiða niður­setta tíð. Hava mist fýra milliónir Ronnie Midjord sigur, at stend­ur spariætlanin í ár við, hava vit mist meiri enn ein fjórðing av játtanini upp á trý ár og tað má sigast at vera ein ómetaliga stórur niður­skurð­ur. - Í 2010 hevði Suðuroyar Ellis- og Røktarheim eina játtan upp á 14,5 milliónir, men stendur ætlaða spar­ing­ in í ár við, verður játtanin í ár ikki meiri enn 10,5 milliónir. Sostatt er skerjingin fýra millión­ir upp á trý ár. Landsmyndugleikin førir fram, at orsøkin til spar­ing­ ina er, at færri búfólk skulu verða á Suðuroyar Ellis- og Røkt­ar­heimi. Vit hava havt átta tví­ køm­ur, men Rósa Samuel­ sen, fyrrverandi lands­stýris­ kvinna í almannamálum, helt ikki, at tað hoyrir nú­ tíð­ini til, at tvey fólk, sum annars onki hava við hvørt ann­að at gera, skulu búgva sam­an á ellisárum. Tí skuldu tvíkømrini ger­ ast til einmanskømur. Tað hava verið 30 búpláss á Suðuroyar Ellis- og Røkt­ar­ heimi, men av tí at tey átta tví­kømr­ini verða gjørd um til einmanskømur, verða tað átta búfólk færri. Sostatt skulu tað framyvir bera 22 fólk á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi. Politiski myndugleikin sig­ur, at hetta er orsøkin til, at játtanin til heimið minkar. Sjálvur er Ronnie Midjord av eini heilt aðrari fatan og hann heldur, at veruliga or­ søk­in er ein onnur. - Orsøkin til, at vit skulu ígjøgnum hesar ógvusligu spar­inga­rnar, at at annars fekk Nærverkið ikki ráð til at lata nýggja ellis- og røkt­ ar­heimið, Hamragarð, í Vági, upp. 15 fólk si HÓPUPPSAGNIR Suðuroyar Ellis- og røktarheim skal spara so nógv í ár, at tey verða noydd at siga fleiri starvsfólk upp Støðan er fløkt Stúrir fyri trygdini Av tí, at rættiliga nógv fólk arbeiða niðursetta tíð, verður kanska talan um eini 14-15 fólk, sum skulu sigast upp. Ronnie Midjord heldur ikki, at hetta er rætti mátin at rokna játtanina til heimið út upp á.