mánadagur 9. januar 2012síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Vit gjørdu semingsmonnu
num púra greitt, at vit fóru
heldur í verkfall enn at góð
taka, at nakar skuldi niður í
løn.
Páll Hansen, formaður í
Maskinmeistarafelagnum,
sigur, at hetta var útgangs
støðið, tá ið teir fóru undir
semingsroyndina við Fíggjar
málaráðið og Kommunala
Arbeiðsgevarafelagið seinna
partin fríggjadagin.
Tá ið sáttmáli varð undir
skrivaður eitt gott samdøgur
seinni, varð heldur ikki talan
um nakran lønarniðurskurð.
Hinvegin varð heldur ikki
talan um nakra serliga stóra
lønarhækking.
Toga upp á null
Men Páll Hansen heldur, at
sum umstøðurnar vóru, bar
ikki til at fáa nakað frægari
burtur úr.
- Útgangsstøðið hjá Fíggj
armálaráðnum var, at teir
maskinmeistarar, sum hava
hægstu lønirnar, skuldu 4%
niður í løn.
- Men vit fingu so toga alt
upp á eitt null og so fingu
vit eina lítla lønarhækking
afturat til teir lægru løntu.
Tað endaði við eini semju,
har
maskinmeistarar
fáa
eina lønarhækking eftir ein
um glíðandi skala, har teir,
sum forvinna minst, fáa
mest í lønarhækking og teir,
sum forvinna mest, fáa onga
lønarhækking.
Teir
maskinmeistarar,
sum forvinna 20.000 krónur
um mánaðin, fáa eina lønar
hækking upp á 0,85% frá 1.
oktober í fjør og aftur 0,85%
1. oktober í ár.
Teir, sum forvinna 50.000
krónur fáa onga lønarhækk
ing.
Tann stóri hópurin fer at
fáa eina lønarhækking upp á
0,5% ella har áleið.
Annars heldur Páll Han
sen, at tey bæði ytru markini
hava ongan týdning, tí hann
veit ikki um nakran, sum
bara fær 20.000 krónur í
løn og hann veit heldur ikki
um nakran, sum fær 50.000
krónur.
Miðaltalið
Annars fekk tað eisini týdn
ing, at undanfarna landsstýri
hevði góðtikið eina lønar
hækking upp á 1,2% um árið.
Hinvegin
eydnaðist
í
hesari semingsroyndini at
fáa lønardeildina at góðtaka
eina lønarhækking upp á
0,5% fyri at leggja eitt sindur
upp fyri príshækkingum í
samfelagnum.
- Semingsmenninir gjør
du so rætt og slætt tað, at
teir løgdu tilboðið frá undan
farna landsstýrið upp á 1,2%
og tilboðið frá lønardeildini
nú upp á 0,5%, saman, og
tóku miðaltalið av tí og komu
so til eina lønarhækking upp
á 0,85%.
- So samdust vit um tað.
- So har var onki meiri
hokus pokus í tí enn tað,
sigur formaðurin í Maskin
meistarafelagnum.
Annars setti lønardeildin
fleiri krøv fram um fleiri
krøvum til maskinmeistarar
við Strandferðsluni um at
bróta vakt o.s.fr., men alt tað
varð eisini tikið av borðinum
og tað er Páll Hansen eisini
væl nøgdur við, tí so var bara
lønin eftir at semjast um og
tað gjørdi tað lættari at finna
semju.
Boyggja seg fyri
veruleikanum
- Tit hava alla tíðina ført
fram, at skipanin við fløtum
skatti skal ikki tengjast
upp í samráðingarnar, men
nú bleiv hon tað kortini, tí
grundin til, at teir høgstløntu
onga lænarhækking fáa, er,
at teir fáa so stóran skatta
lætta.
- Tað er rætt, men vit
mugu eisini boyggja okkum
fyri veruleikanum og flat
skatturin er veruleiki.
- Annars eru vit ikki øðr
vísi enn politikarar. Sjálvt
valkvøldið
bedýraðu
teir
-eisini Jørgen Niclasen- at
teir fóru ikki at biðja danir
um hægri blokk, men tað var
tað fyrsta teir gjørdu eftir
valið...
Kundu farið framum
Annars førdi landsstýris
maðurin
í
Fíggjarmálum
fram í Kringvarpinum í gjár,
at við hesum er støðið lagt
og at tað verður ringt at
geva øðrum fakfeløgum betri
sømdir.
Men tað vil Páll Hansen
ikki siga.
- Vit hava fríar samráð
ingar, so fáa vit at síggja um
onnur fáa eitt betri úrslit enn
vit.
Men Páll Hansen vísir
eisini á, at hini almennu fak
feløgini hava vitað um støðu
na og um kravið um lønar
lækking.
- Vildu tey sleppa at leggja
støðið, var onki, sum forðaði
teimum í at fara undir
samráðingar undan okkum,
sigur Páll Hansen.
Herálvur Jacobsen úr fak
felagssamstarvinum,
sum
skal undir seming fyrsta
dagin, vil ikki siga um støðið
er lagt.
- Tað fáa vit onki sagt um
enn, hóast tað er siðvenja sig
ur hann.
Hann sigur at fakfeløgini
hava samráðingarrætt, men
tað skilst á honum, at hann
er ikki nøgdur við lønar
hækkingina, tí hon er lítil,
staðfestir hann.
Kann góðtakast
Snorri Fjallsbak staðfestir, at
hetta var ein semja, Fíggjar
málaráðið kann liva við.
Hann vil ikki siga, um
hetta leggur støðið, men
hann ásannar, at tað er gam
alt, at tann fyrsti sáttmálin,
sum verður undirskrivaður,
leggur støðið.
Tað hevur landsstýris
maðurin
í
Fíggjármálum
eisini boðað frá, so eg vænti
ikki, at úrslitið av teimum
samráðingunum, sum eru
eftir, verða stórt øðrvísi.
Kundu ikki fáa meiri
SEMJA Sum umstøðurnar hava lagað seg, eru vit nøgdir við semjuna, vit gjørdu
leygarkvøldið, sigur Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum
Vildu hini fakfeløgini
sleppa at leggja støðið,
var onki, sum forðaði
teimum í at fara undir
samráðingar undan
okkum
Har var onki meiri
hokus pokus í tí
Annars eru vit ikki
øðrvísi enn politikarar.
møttust á miðjuni
- Báðir partar hava slakað nógv, so vit
møttust á miðjuni og eg haldi, at hetta var tað
frægasta, vit kundu fáa, sigur Páll Hansen,
formaður í Maskinmeistarafelagnum