mánadagur 9. januar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Borgarstjórin í Tvøroyrar
kommunu, Kristin Michel
sen, fegnast stórliga um
uppisjóvarætlaninar á Tvør
oyri, nú tað er greitt, at
Varðin í Gøtu, sum eigur fleiri
uppisjóvarskip og Delta Sea
food á Tvøroyri, alment hava
kunngjørt, at feløgini fara
undir at byggja eitt uppi
sjóvarvirki á Tvøroyri.
– Jú, vit í býráðnum eru
ógvuliga fegin um hesa verk
ætlan, og eg ivist onga løtu í,
at tað eru øll í kommununi
eisini. Her úti á bryggjuni
og rundan um fiskavirki
hevur verið steindeytt við
fiskaarbeiði í eini 2-3 ár, síð
an flakavirkið læt aftur.
Hetta var okkara lívsæðr,
sum nú hevur ligið uttan
virksemi í so lang tíð, sigur
borgarstjórin, sum annars
fegnast um alt tað virksemi,
sum Delta Seafood skapar á
Tvøroyri og í Suðuroy sum
heild.
Størri dýpi
Kristin Michelsen vísir á, at
uppisjóvarætlaninar á Tvør
oyri hava ligið í kortunum í
eina tíð, og í hesum sambandi
hevur
kommunan
eisini
verið kunnað um gongdina,
eins og kommunan í sam
bandi uppíbygging av ver
andi fiskavirki og gerð av
nýggjum bryggjukanti eisini
hevur verið partur av mál
inum.
– Tað, sum verkætlanin
snýr seg um, er, at verandi
fiskavirki verður uppíbygt í
báðum endum, eins og nýggj
ur bryggjukantur skal gerast
við eystara enda av virkinum.
Neyðugt er við atløgusíðu,
sum hevur 12 metra dýpi, tá
uppisjóvarskipini koma inn
at landa.
Spurdur, hvør skal byggja
henda bryggjukant, sigur
borgarstjórin í stuttum, at
kommunan kemur við teirri
orku, sum hon hevur.
– Vit hava eisini kannað
møguleikarnar, hvar eitt nú
grót kann fáast til bygging
av bryggjukantinum, leggur
Kristin Michelsen aftrat.
Hann vísir á, at bæði hvat
viðvíkur uppíbygging av ver
andi fiskavirki og neyðuga
bryggjukantinum,
hevur
kommunan syrgt fyri, at
tey prinsipiellu loyvini eru í
lagi.
Varðin vælkomin
Kristin
Michelsen
ynskir
teimum, sum standa aftan
fyri Varðan í Gøtu, væl
komnum til Tvøroyrar.
– Hetta eru undangongu
menn á uppisjóvarøkinum,
og vit hava stórt álit á hesum
monnum og tí virksemi, sum
teir saman við Delta Seafood
kunnu skapa her á Tvøroyri,
sigur ein fegin borgarstjóri í
Tvøroyrar kommunu.
vilmund@sosialurin.fo
Øll kommunan fegnast
um uppisjóvarætlanina
Ætlaninar um nýtt uppisjóvarvirki á Tvøroyri snúgva seg um, at verandi fiskavirki á havnalagnum, sum Delta
Seafood eigur í dag, verður útbygt í báðum endum, eins og virkið annars verður umbygt til uppisjóvarvirki.
Neyðugt er eisini við nýggjum bryggjukanti við eystara enda á virkinum, sum hevur eitt dýpi á 12 metrar
Delta Seafood eigur frammanundan fiskavirkið, sum Faroe Seafood átti á Tvøroyri, og tað er hetta virkið, sum nú skal útbyggjast í báðum endum og umbyggjast til uppisjóvarvirki
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Teir, sum standa aftan fyri Varðan í Gøtu, eru undangongumenn á uppisjóvarøkinum, og
vit hava stórt álit á hesum monnum og tí virksemi, sum teir saman við Delta Seafood kunnu
leggja fyri dagin, sigur borgarstjórin í Tvøroyrar kommunu, Kristin Michelsen
Her úti á
bryggjuni og
rundan um
fiskavirki
hevur verið
steindeytt við
fiskaarbeiði
í eini 2-3 ár,
síðan flaka
virkið læt
aftur