Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í byrjanini verður framleiðsluorkan 600 tons um døgnið, sum seinni verður økt til 1000 tons Vilmund Jacobsen Í endanum av seinastu viku gjørd­ist ætlanin um nýtt uppisjóvarvirki á Tvøroyri almenn. Reiðaríið Varðin kunn­ger á síni heimasíðu, at felagið í Gøtu hevur gjørt av at lata byggja uppisjóvarvirki á Tvøroyri saman við Delta Seafood. Lagt verður aftrat, at virkið, sum skal standa á bryggj­uni á Tvøroyri, í byrj­anini fer at hava eina framleiðsluorku á 600 tons um døgnið, og lagt verður aftrat, at framleiðsluorkan seinni skal koma uppá 1000 tons um døgnið. – Ætlanin er, at virkið skal standa klárt til framleiðslu longu í summar. Í endanum av tíðinda­ stubb­anum á heimasíðuni hjá Varðanum verður lagt aftrat, at allur partapeningurin í fel­agnum, sum skal byggja nýggja uppisjóvarvirkið, er før­oyskur. Meiri seinni Sosialurin hevur í morgun roynt at fingið fatur á Tór­ heðini Jensen, ið starvast hjá Varðanum í Gøtu, men hann er upptikin allan fyrra­ partin. Vit fingu orð á Marner Lisberg, ið er ein av monn­ unum aftan fyri Delta Sea­ food, sum eigur gamla fiska­ virkið á Tvøroyri, ið skal út-og umbyggjast til uppi­ sjóvar­virki. Men Marner Lisberg helt vera best, at Tórheðin Jensen úttalar seg um verk­ ætlanina. – Tað vildi ikki verið so heppið, um fleiri úttalaðu seg um somu verkætlan, men Tórheðin Jensen situr við allari kunningini, segði ein annars fryntligur, Marner Lisberg. Sosialurin fer tískil at venda aftur til ítøkiligu ætl­ aninar á Tvøroyri seinni í vikuni. Varðin í Gøtu og Delta byggja uppisjóvarvirki Ætlanin er, at virkið í byrjanini skal hava eina framleiðsluorku á 600 tons um døgnið, sum seinni skal økjast uppí 1000 tons Verandi fiskavirki á Tvøroyri, sum Delta Seafood eigur í dag, skal útbyggjast í báðum endum. Haraftrat skal nýggjur bryggjukantur gerast, so dýpið verður nóg stórt til uppisjóvarskipini Vilmund Jacobsen Óli Samró, sum rekur Farec International, hevur hjálpt Fuglafjarðar kommunu í royndini at vekja áhuga og annars at finna íleggjarar til eitt uppisjóvarvirki í Fugla­ firði. Sigurd Simonsen, borgar­ stjóri í Fuglafjarðar komm­ unu, hevur áður sagt, at áhugi hevur verið til staðar, og at umboð fyri stórar út­ lendskar fyritøkur hava verið og kunnað seg um viður­ skiftini í Fuglafirði. – Kommunan eigur byggi­ lendi, og kommunan eigur bryggju­kantin. Vit eiga eis­ ini fjallahallirnar ella frysti­ goymslurnar, sum kunnu hýsa upp til 25.000 tonsum av frystum fiskavørum. Sigurd Simonsen hevur ikki dult fyri, at kommunan hevur stóran áhuga í, at góðu umstøðurnar í Fuglafirði verða gagnnýttar til fulnar, og at fleiri arbeiðspláss so­ leiðis kunnu skapast. Ætlanin, sum hevur ligið í kortunum í Fuglafirði, hevur snúð seg um eitt matvøruvirki til uppisjóvarfisk, sum skal hava eina framleiðsluorku á umleið 1000 tons um døgnið. – Hetta er eisini tað, sum roknað verður við, at eitt tílíkt virkið skal megna fyri at verða við í kappingini við onnur virkir um til­feingið av uppisjóvarfiski í norður­ høvum, hevur borgar­stjórin sagt. Sigurd Simonsen hevur áður undrað seg yvir, at før­ oyingar ikki hava hug at byggja eitt virki, sum veru­ ligur tørvur er á í Føroyum. – Helst hevði megin­part­ urin av makrelinum í fyrsta umfari verið rundfrystur, tí nøgdirnar eru so stórar í bestu vertíð, men á virkinum verð­ur eisini flakaverksmiðja, sum bæði kann virka makrel, sild og svartkjaft til ymiskar mat­vørur. Hví hevur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu havt so stóran áhuga í, at eitt mat­ vøruvirki júst verður bygt í Fuglafirði? – Eitt uppisjóvarvirki er eitt av mínum hjartamálum, eins og hetta eisini er eitt hjartamál hjá Fuglafjarðar kommunu. Uppisjóvarfiskur fer meiri og meiri til matna, og fáa vit ikki eitt mat­vøru­ virki, fara tey skip, sum fiska hesi fiskasløg, at hava minni og minni at gera í Fuglafirði. Sigurd Simonsen hevur áður víst á, at bæði vinnu­ lívsfólk og komm­una hava bygt upp eitt týdningarmikið tænastuvirksemi til skip. – Her hava vit havnaløg, trolvirki, frystigoymslu, og vit hava bæði hydraulisk verk­støð og verkstøð, sum fáast við el, eins og vit hava olju­terminal til tungolju sum tæn­astu til skipini. Eg havi skilt á eitt nú norðmonnum, sum hava virkir, ið virka fløk úr uppisjóvarfiski, at fráfallið liggur um 50%, men tá sam­ an­um kemur er samlaða frá­fallið helst eini 60%. Tað verður altíð ein partur av saml­aðu nøgdunum, sum av ymiskum orsøkum ikki fara til matna. Borgarstjórin hevur áður víst á, at tað kann hava stóran týdning fyri eitt ídn­ aðar­virki sum Havsbrún, at eitt matvøruvirki við slík­um fráfalli liggur í sama um­ hvørvi. – Soleiðis, sum støðan er vorðin hjá Havsbrún, nú lutfalsliga fáar ídnaðar­land­ ingar eru til virkið, noyðist Havsbrún at keypa stórar nøgdir av mjøl og lýsi úr útlandinum fyri at halda síni framleiðslu uppi. Sosialurin hevði orð á Sigurd Simonsen í morgun, men tíverri hevði hann ikki stundir at siga okkum, um uppisjóvarætlaninar á Tvør­ oyri nú hava tikið »luftina« úr ætlaðu verkætlanini í Fugla­firði. Vit fara at venda aftur til borgarstjóran í Fuglafirði seinni í hesi vikuni. Røkkur ella støkkur í Fuglafirði Í longri tíð hevur Fuglafjarðar kommuna arbeitt við at vekja áhuga fyri einum matvøruvirki til uppisjóvarfisk í Fuglafirði. Nú ein nýggj verkætlan er komin undan kavi á Tvøroyri, har Varðin í Gøtu er við, er spurningurin, hvussu útlitini eru til eitt góðskingarvirki í Fuglafirði Sigurd Simonsen, borgar­stjóri í Fuglafjarðar komm­unu