Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 járskonsert konsertin er ein felags uppliving hjá føroyingum og gevur breiðu fjøldini góðan klassiskan tónleik. Eisini hevur Symfoniorkestrið tikið nýggjari tónleik við í sína skrá, og kendir føroyskir sangir eru eisini fastur partur av konsertini. Anna Faroe var solistur hesaferð, og hon sang nakrar sangir saman við orkestrinum. Eisini var tað eitt festligt innslag, tá ið trombone- spælarin Dávur Juul Magnussen alt einum rappaði saman við orkestri­ num. Róð hevur verið fram undir, at hetta kann gerast sein­asta Nýggjárs­ konsertin hjá Sym­foni­orkest­rinum, tí fíggjarligu møguleikarnir hjá orkestrinum eru skerdir. Men eftir eitt slíkt kvøld er eingin ivi um, at føroysk mentan og føroyska samfelagið hevur brúk fyri eini tónleikaligari uppliving av hesum slagnum.