mánadagur 9. januar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eftir hesa vitjanina kann
staðfestast, at Føroyar
hava teir hentleikar, sum
krevjast fyri at kunna
marknaðarføra
okk
um sum ráðstevnuland.
– Samstarvið millum
Hotel Føroyar, Atlantic
Airways og Coastzone
er eitt gott dømi um, at
ferðavinnan væl megn
ar at taka móti stórum
bólkum, sum seta krøv
til flutning, gisting, upp
livingar og undirhald ann
ars, verður sagt úr ferða
vinnuni.
Okkara
grannalond,
Ísland og Grønland, hava
á
hvørjum
ári
stóra
lýsingarherferðir
fyri
at
marknaðarføra
seg
sum ráðstevnuland. Hetta
er ein sera áhugaverdur
bólkur at fáa fatur í: tey
ferðast vanliga tær tíð
irnar á árinum, tá hotell
og flutningsfeløg hava
minni at gera. Haraftrat
brúka nógvar fyritøkur
í milliónum av krónum
hvørt ár til slíkar ferð
ir fyri starvsfólkum og
viðskiftafólkum, so hesin
bólkur
leggur
nógvar
pengar eftir seg í samfe
lagnum, tí er kappingin
at fáa fatur í hesum fyri-
tøkum sera hørð.
Vitjanin síðstu dag
arnar er prógv fyri, at
Føroyar kunnu gera seg
galdandi í kappingini við
okkara grannalond í ar
beiðinum at selja okkum
sum ráðstevnuland.
Nakað av arbeiði hevur
verið gjørt við at markn-
aðarføra
Føroyar
sum
ráðstevnuland, m.a. við at
taka lut á messum, sum
venda sær til hendan bólk
og við at bjóða umboðum
fyri fyritøkur, sum skipa
fyri ráðstevnum og virkis
túrum, kunningarferðir til
Føroyar fyri at vísa, hvat
vit hava at bjóða hes
um bólkinum av ferða
fólkum.
Við einum miðvísum
arbeiði við at víðari menna
og marknaðarføra Føroyar
sum ráðstevnuland og við
teimum royndum, sum
Hotel Føroyar, Atlantic
Airways og Coastzone
nú hava gjørt sær, eigur
at bera til at fáa fleiri
slíkar bólka til Føroyar á
hvørjum ári.
Um Føroyar hevði vitj
an av fleiri slikum bólkum
um árið, hevði talið av
starvsfólkum
innan
ferðavinnuøkið hækkað
og eftirspurningurin eftir
arbeiðsorku hevði verið
meira støðugur alt árið
og ikki bara ligið summ
armánaðarnar. Umframt
hetta høvdu ferðavinnu
fyritøkurnar fingið betri
fíggjarligar fortreytir fyri
teirrra virksemi.
Úrslitið
av
hesum
hevði verið at tænastu
støðið og ferðavinnutil
boðini høvdu hækkað,
og tað hevði komið bæði
føroyingum og øðrum
ferðafólkum væl við, verð
ur sagt úr ferðavinnuni.
snorri@sosialurin.fo
Vit ynskja
fleiri slíkar
»Deloitte-
bólkar«
FERÐAVINNA Leygardagin fóru
fólkini frá donsku grannskoð
arafyritøkuni Deloitte, sum
síðstu dagarnar hava verið í
Føroyum á árligum evnisdegi,
aftur til Danmarkar.
Snorri Brend
Eg las faktist um Føroyar
gjøgnum tíðarritið National
Geographic. Og nú hevði eg
so sjálvur hug at vitja her og
síggja alt við egnum eygum,
greiðir Hiroshi frá.
Veðrið hevur eisini verið
rættiliga ymiskt, síðani hann
kom higar beint eftir jól. Tað
hevur bæði verið kavaveður
og ódnarveður.
Men fyri Hiroshi, ið tekst
við kunningarvísind í USA,
hevur tað einki at siga.
– Fyri meg merkti ódnar
veðrið bara, at eg tók eyka
nógvar myndir henda dagin,
sigur hann við einum brosi.
Hann var heppin, og fekk
samband við ferðavinnu
mannin, Sámal Bláhamar,
sum
legði
honum
eina
áhugaverda
ferðaskrá
til
rættis. Henda fevndi bæði
um vitjan heima hjá Sámali,
hjá landsmanni, hjá borgar
stjóranum í Havn og kring
landið. Hann ætlar nú at
greiða frá hesum á alnótini.
– Eg komi heilt vist aftur
eina aðru ferð. Og tá steðgi eg
longri og taki unnustu mína
við, sigur Hiroshi Nakagawa,
sum fór úr aftur Føroyum
fríggjadagin.
snorri@sosialurin.fo
Árstíðin hevur
einki at siga
Tað er ikki vanligt, at fremmand ferðafólk leggja leiðina til Føroyar á
hávetri. Men fyri unga japanaran, Hiroshi Nakagawa hevur tað einki at siga.
Kring
landið
Hiroshi dámar væl at taka
myndir, og var henda dagin
við Rituni úti í Fugloy,
her hann er avmyndaður
saman við Mogens Højsted
LANDSMENN
Hiroshi Nakagawa vitjaði
ymsastaðni kring landið,
m.a. á Mjólkavirkinum,
har hann hitti landsmann
sín, Kazuomi Enomoto