mánadagur 9. januar 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
SÍ hevur tað mesta av hesum kapp
ingarárinum verið einaráðandi sum
oddalið í landskappingini, umframt
at liðið hevur vunnið sær annað
sæti í steypafinaluni. Tann støðan
var heldur ikki broytt hetta viku
skiftið. Menninir úr Sørvági vunnu
hesa ferð í Gundadalshøllini, har
oddaliðið var á vitjan hjá Fleyr.
Tað var við bit og slit, at SÍ fekk
bæði stigini við sær. Oddaliðið var
á sigurskós beinanvegin og vann
fyrstu tvey umførini. Tá komu
havnarmenninir upp í ferð og
svaraðu aftur við at vinna næstu
tvey settini.
SÍ vann seinasta settið við fimm
stigum, 15-10.
TB bíðar enn
TB, sum hevur verið botnproppur
alt kappingarárið, legði bragdliga
fyri í Klaksvík hesaferð. Kortini
varð hetta heldur ikki tann dagurin,
at tað eydnaðist at fáa fyrstu stigini
til høldar í hesum kappingarárinum.
Gestirnir av Tvøroyri vunnu fyrsta
settið, tá klaksvíkingar ressaðust
við. Úrslitið var 3-1 til Mjølnir.
TB royna sum frægast at geva
hinum liðunum mótstøðu, men
tvørámenn hava sannað, at tað
framvegis restar nógv í, áðrenn
teir fara at skava nøkur stig saman.
Liðið er í stórari menning, og tað er
hetta, sum tað verður hugsað mest
um á Tvøroyri júst nú.
Norðlýsið skrivar um vikuskiftið,
at Mjølnir hevur fingið tilgongd
av teimum toftamonnum. Oddur
Højgaard og Jóhan Dávur Højgaard
skulu spæla við klaksvíkingum, tað
sum er eftir av kappingarárinum.
uni@sosialurin.fo
Úrslitini um vikuskiftið:
Mjølnir - TB 3-1
(25-27, 25-18, 25-16 og 25-12)
Fleyr - SÍ 2-3
(16-25, 14-25, 25-23, 25-21 og 10-15)
Uni Holm Johannesen
Ternan hevur verið høgt flúgv
andi seinastu umførini. Flogbólts
kvinnurnar á Toftum hava skavað
sær 12 stig saman í alt, og tað røkkur
til eitt fjórða pláss á stigatalvuni,
sum støðan er nú. Góða úrtøkan
seinastu dystirnar hevur havt við
sær, at Ternan kundi vinna seg inn
í stríðið um finalupláss, um tað
eydnaðist at koppa Fleyr í gjár. Tað
lukkaðist tó ikki.
Úrslitið var helst ein staðfesting
av, at Ternan er enn ikki før fyri at
kappast við tær bestu. Fleyr vann
trivaligan sigur, og tað var bara í
fyrsta settini, at toftakvinnur bitu
frá sær. Úrslitið var 3-0.
Oddaliðini vunnu greitt
Ovastu trý liðini á stigatalvuni,
Mjølnir, Fleyr og SÍ, vunnu greitt
hetta vikuskiftið. Mjølnir hevur
framvegis fult stigatal, nú 12 dystir
eru spældir. Hesa ferð vunnu
kvinnurnar úr Klaksvík lætt og
einfalt á TB. Úrslitið var 3-0.
SÍ var á vitjan hjá Drátti hetta
vikuskiftið, og sørvágskvinnurnar
vunnu 3-0. SÍ er enn fýra stig frá
næstfremsta plássinum, sum Fleyr
er á, sum eisini gevur atgongd til
finalurnar
um
føroyameistara
heitið.
Úrslitini um vikuskiftið:
Dráttur - SÍ 0-3
(08-25, 14-25 og 12-25)
Mjølnir - TB 3-0
(25-05, 25-17 og 25-07)
Fleyr - Ternan 3-0
(25-18, 25-13 og 25-09)
Uni Holm Johannesen
Rúni Weihe stendur ikki á odda
fyri besta mansliðnum í Fugla
firði, tá Fleyr kemur á vitjan
næsta vikuskiftið. Hann hevur
sagt venjarastarvið frá sær.
Orsøkin er, at hann hevur
ikki rokkið teimum málunum,
sum hann og nevndin hava sett
sær. Rúni Weihe sigur í viðtalu
við Kringvarpið, at hansara
venjingarætlan og hugburðurin
hjá leikarunum hava helst elvt
til hesa avgerðina.
– Høvuðsendamálið var at
menna yngru leikararnar, men
hetta arbeiðið er ikki komið nóg
langt, nú kappingin er komin
í helvit, sigur Rúni Weihe við
kringvarp.fo.
Hóast hann er givin sum
venjari, verður hann partur av
spælarahópinum næstu mán
aðirnar. Suni Hansen, sum stóð
á odda fyri liðnum síðsta kapp
ingarár, tekur nú aftur við venj
arastarvinum.
uni@sosialurin.fo
Rúni Weihe
gevst sum venjari
VENJARASKIFTI Rúni Weihe, sum
hevur verið venjari hjá ÍF, hevur
boðað nevndini frá, at hann gevst
sum ábyrgdarmaður. Hann hevur ikki
rokkið málunum, sum hann og nevndin
settu sær fyri kappingarbyrjan
Ternan misti flogið
KVINNUFLOGBÓLTUR Ternan tók ikki av møguleikanum at vinna
seg inn í stríðið um pláss í finalunum um føroyameistaraheitið.
Úrslitið í Gundadalshøllini var helst ein staðfesting av, at
munurin millum fremstu liðini og hini er enn stórur
SÍ heldur fast um oddasessin
MANSFLOGBÓLTUR Menninir úr Sørvági
eru enn fremstir á stigatalvuni. Hesaferð
var tað við bit og slit, at teir fingu stigini
við sær úr Havn. TB stríðist framvegis
fyri at fáa síni fyrstu stig til høldar
Fleyr stríddist væl, tá SÍ vitjaði í Gundadalshøllini í gjár
Myndir: Álvur Haraldsen