mánadagur 9. januar 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Pætur Albinus
Ungi vestmenningurin hevði lagt
nógva orku í fyrireikingarnar til
hesa kappingina, og seinastu mán
aðirnar undan kappingini vandi
hann heilar fimm ferðir um vikuna.
Tað má sigast at hava givið úrslit, tí
í 16 mans stóra feltinum á 2000 m
teininum var Torstein klárt bestur
og vann gull. Hann vann við tíðini
6:37.6 og var tað góð níggju sekund
frammanfyri Sebastian Adelhardt
úr Ribe Roklub.
Rakk málinum
Tá ið vit tosaðu við Torstein áðrenn
hann fór avstað til kappingina, var
málið heilt greitt.
– Málið er at vinna. Sjálvandi,
tað er tað altíð. Og eg vænti eisini
tað er realistiskt, ljóðaði tað trygt
frá unga úrmælingarógvaranum
úr Vestmanna, sum harvið livdi fult
upp til sítt mál í kappingini.
Vit hittu Torstein beint eftir
heimkomuna
til
Føroya
seint
sunnukvøldið, og tað var sjálvsagt
ein fegin ungur maður, ið vit fingu
orðið á.
– Eg eri sera væl nøgdur við av
rikið. Tað er altíð stuttligt at vinna,
segði Torstein.
Greið ætlan
Torstein legði ikki serliga hart út
og legði seg ikki á odda fyrr enn
hann hevði róð næstan helvtina av
teininum. Men sambært honum,
so var hetta fullkomiliga eftir ætl
anini.
– Eg legði meg eftir at halda
sama miðaltalið, meðan nógvir av
hinum rógvarunum løgdu hart út.
Hetta megnaðu teir ikki at halda, tá
ið vit raktu múrin (missir styrkina,
fer niður við høvdinum, blðm.) eftir
einar 800m. Eg havi vant hart fyri
ikki at lata meg ávirka av múrinum,
og eg kláraði tað eisini hesaferð,
vísir Torstein á, sum var eitt sindur
ivasamur um mótstøðuna.
– Eg hevði væntað harðari mót
støðu til eina norðurlendska kapp
ing. Eg hevði næstan kunna farið
ein aldursbólk upp, men tað angri
eg tó ikki nú, sigur Torstein.
Hann luttók eisini á einum
styttri spurt-teini, har hann gjørdist
nummar trý. Kappingin var tó ikki
raðfest serliga høgt hjá honum,
tí hon krevur serliga venjing og
Torstein hevur bara vant eftir lang
teinum.
Stór móttøka
Í Vestmanna Ítróttarfelag vóru
tey sum vera man erpin av bygda
dreingi sínum, og var ein stór mót
tøka hildin fyri Torsteini í bygdini.
Eini 50 fólk vóru komin saman,
har eitt nú borgarstjórin helt
røðu. Heldur snópisligt var tað, at
Torstein sjálvur ikki náddi til mót
tøkuna.
– Eg skuldi eftir ætlan lenda
í Føroyum kl.20:30, men tað var
nógvur mjørki yvir Vágum, so eg
var ikki heima fyrr enn um mid
nátt. Men tað er ein góð kensla at
vita, at nógv fólk stuðla mær, sigur
Torstein.
HM næsta mál
Heimkomin setur Torstein seg
beint aftur við rógvimaskinuna. Nú
rør hann eftir at sleppa longur út í
heim. Leygardagin verður nevniliga
endaliga úttøkan til HM í Boston,
hagar Róðrarsamband Føroya fer at
senda seks rógvarar. Torstein sigur,
at hann avgjørt ætlar sær við til ta
kappingina.
Hann fer nú eisini at byrja venj
ingarnar og fyrireikingarnar fram
til DM-kappingina, sum verður
róð í Gladsexe seinni í hesum mán
aðinum. Her skal hann verja DM-
heitið; hann gjørdist nevniliga
Danmarksmeistari í fjør í bólkinum
dreingir 15-16 ár, hvørs bólki hann
helst aftur fer at rógva í hesaferð.
albinus@sosialurin.fo
Torstein vann norðurlendska kapping:
– Nú verður tað HM!
Inniróður 15 ára gamli Torstein Brattaberg úr Vestmanna kann vera eitt navn,
ið vit fara at hoyra nógv til í framtíðini. Verandi Danmarksmeistarin vann í gjár
norðurlendska kapping í inniróðri, og næsti steðgur er eftir ætlan HM í Boston
Myndir: Privat