Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-01-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. januar 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Team Klaksvík legði hart út og kom skjótt á odda við tveimum málum, áðrenn Neistin tók sær um reiggj og stjól leiðsluna. Neistin varðveitti leiðsluna størsta partin av fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar hingu í og vóru eina løtu á odda 9-8, áðrenn Neistin seinastu minuttirnar av fyrra hálvleiki aftur kom í gongd og tryggjaðu sær eina tepra 13-12-hálvleiksleiðslu. Levi Nybo stóð sum ein brand­ ur í Team Klaksvík-málinum, og høvdu teir tikið av fleiri møgu­leik­ um í álopsspælinum, hevði Team Klaksvík óivað verið á odda í hálv­ leikinum. Tað komu teir tó skjótt í seinna hálvleiki eftir eina frálíka byrjan, og henda leiðslan helt sær at kalla allan seinna hálvleik. Neistin, sum hevði trupulleikar við at fáa álopsspælið at hanga sam­an, royndi seg eina løtu við at mans­ verja Sámal Olsen og Zarko Pejovic, men lítið nyttaði. Team Klaksvík hevði eina loysn uppá flest alt, og hevði tað ikki verið fyri nakrar óneyðugar útvísingar og misnýttar møguleikar, so hevði Team Klaksvík óivað avgjørt dystin. Tað gjørdu teir ikki, og hóast teir løgdu seg á odda við tveimum tá ið bara hálvur annar minuttir var eftir at leika, so var hetta ikki nóg mikið. Tvey sekund vóru eftir, tá ið Finnur Hansson hjá Neistanum við einum dundurskoti javnaði til endaliga úrslitið 32-32. Í einum illa og til tíðir hart leikt­ um dysti gjørdist talan um eitt stig í part. Neistin hevði tørv á báðum stigunum fyri ikki at missa KÍF burtur, meðan Team Klaksvík kundi brúka eina stigið til at leggja seg undir liðina á StÍF á einum deildum 5. plássi. albinus@sosialurin.fo Neistin: Jugoslav Djumic (7) Josef Abrahamsen (6) Finnur Hansson (5) Carl Herup Olsen (5) Heini Hanusarson (4) Áki Mørk, (3) Teitur Magnusson (2) Útvísingar: 5x2min. Team Klaksvík: Zarko Pejovic (6) Hanus Norðberg (5) Sámal Olsen (5) Dánjal Kjærbo (5) Filip Jojic (4) Jón Jacobsen (3) Andrias Ellingsgaard (2) Jóhan Højgaard (1) Beinur Heðinsson (1) Útvísingar: 6x2min. Pætur Albinus KÍF legði bragdligari fyri og kom skjótt á odda, men StÍF var ikki til at rista av sær alt fyri eitt. Teir hingu í fram til stutt áðrenn hálvleik, tá ið KÍF skrúvaði ferðina upp og slapp til hálvleiks við einari 13-10-leiðslu. Í seinna hálvleiki tóktist orkan hjá strandingum at vera uppi, og KÍF bara økti og økti. Endaliga úrslitið gjørdist 28-17 til KÍF, sum við sigrinum leggur enn meiri sjógv niður til hini liðini í deildini. Heimafturvendi Andrias Nielsen var í góðum lag hjá oddaliðnum. Hann skjeyt sjey mál. Hjá StÍF gjørdist Fríði R. Djurhuus toppskjútti við fýra málum. albinus@sosialurin.fo KÍF: Andrias Nielsen (7) Hans Eli Sigurbjørnson (6) Arnbjørn Hansen (5) Ási Dam (3) Rógvi Weyhe (2) Gert Hansen (2) Pætur Johansen (1) Niklas Reginsson (1) Nicklas Selvig (1) Útvísingar: 3x2min. StÍF: Fríði R. Djurhuus (4) Alexandur Johansen (3) Jógvan G. Joensen (3) Marius Joensen (2) Jóannes Prestá (2) Leivur Justinussen (2) Jarmund Joensen (1) Útvísingar: 1x2min. KÍF fer frá hinum Hóndbóltur Meðan Neistin, sum annars var best til at renna aftaná KÍF, bara fekk eitt stig í Havn, gagnnýtti KÍF møguleikan at økja við at vinna stórt 28-17 á StÍF Pætur Albinus Tað var annars á H71, ið legði mun­ andi sterkari út og eina løtu var á odda 4-1. Eftir hetta kom tó stígur í hjá hoyvíkingum, og VÍF kom stillis­ liga inn aftur í dystin. Eftir at fyrri hálvleikur leikaði rímiliga javnt á, so var tað heimaliðið, ið dróg frá ímóti endanum av fyrra hálvleiki og vann sær eina 17-13-hálvleiksleiðslu. Hildu stílin Í seinna hálvleiki var VÍF betra liðið, men H71 - við Dánjali Tórgarð og Bogdan Florea á odda - kempaði væl og var dysturin helst eisini javn­ari enn úrslitið, sum gjørdist 33-25 til VÍF, sigur. VÍF hevði tó ein breiðari hóp av leikarum, sum fram­leiddu mál og gjørdi teir til vanda­meira liðið frá fleiri plássum á vøll­inum. Við sigrinum heldur VÍF lív í vón­ini um at røkka FM-finaluni. Vinna teir dystin, sum teir hava til góðar, eru teir bara eitt stig frá Neist­anum á 2. plássi. VÍF: Sámal Joensen (7) Agnar Joensen (7) Bjarti Hansen (6) Holgar Durhuus (6) Ingi Olsen (4) Magnus á Rógvi (1) Andrias Eriksen (1) Joen Pauli Høgnesen (1) Útvísingar: 2x2min. H71: Dánjal Tórgarð (8) Bogdan Florea (7) Rúni Højgaard (3) Rógvi Sørensen (3) Hans Kári Hansen (2) Hallur Biskopstø (1) Útvísingar: 4x2min. albinus@sosialurin.fo manshóndbóltur KÍF - StÍF: 28-17 (13-10) VÍF - H71: 33-25 (17-13) Neistin - Team Klaksvík: 32-32 (12-11) Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen VÍF heldur lív í FM-vónini Hóndbóltur Við tryggum 33-25-heimasigri á H71 leggur VÍF trýst á Neistan um at vinna sær pláss í FM-finaluni Tvey sekund frá sigrinum Hondbóltur Klaksvíkingar vóru á odda at kalla allan seinna hálvleik, men við einum dundurskoti frá Finnur Hansson bara tvey sekund undan leikloki, tryggjaði hann Neistanum eina stigið