mánadagur 9. januar 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
kvinnuhóndbóltur
VB - StÍF: 24-23 (10-10)
Neistin - Tjaldur: 42-17 (23-11)
Mynd: Álvur Haraldsen
Pætur Albinus
Tað sást, at talan var um topp ímóti
botni. Neistakvinnur runnu alt fyri
eitt undan, og tá ið hálvleikur var,
var støðan 23-11.
Í seinna hálvleiki helt sama
gongdin fram. Tjaldur, sum spældi
uttan Adinu Petrea og bara hevði
ein útskiftara, hevði ilt við at
bróta seg ígjøgnum, og serliga var
tað umvegis skjótálop, at málini
hjá Neistanum skolaðu inn. Ímóti
dystarenda sluppu fleiri av teimum
ungu leikarunum hjá Neistanum at
royna seg, og fingu tær báðar 18 ára
gomlu, Nanna í Stórustovu og Stina
av Kák Kollsker, eitt mál í part.
Neistin vann dystin 43-17 og
heldur harvið fjarstøðuna niður til
hini liðini. Neistin hevur nú 22 stig
fyri 12 dystir, meðan VB og Stjørnan
hava 16 stig fyri ávikavist 11 og 12
dystir.
albinus@sosialurin.fo
Neistin: Nicoleta R. Hansen (10)
Jacklin Durhuus (8) Barbara
Brauer (7) Marjun F. Danberg (7)
Birita Wardum (4) Anja Eliasen
(2) Annika Thomsen (2) Nanna
í Stórustovu (1) Stina av Kák
Kollsker (1)
Útvísingar: 2x2min.
Tjaldur: Adina Petrea (7) Ansy
Sevdal (5) Rannvá Jacobsen (3)
Sólfríða Pattinson (1)
Útvísingar: 3x2min.
Pætur Albinus
Fyrri hálvleikur gekk ógvuliga
javnt á, og speglaðist hetta eis
ini aftur í hálvleiksstøðuni, sum
gjørdist 10-10. Í seinna hálvleiki
var tað heldur óvæntað StÍF,
sum sat á dystinum og leingi
sá út til at strandakvinnur
skuldu fáa stig við sær norður
um fjørðin.
Seint
í
dystinum
fekk
Rebekka Justinussen hjá StÍF
reytt kort, og tá ið venjarin í
sama viðfangi eisini fekk út
vísing fyri at brúka seg, varð
ein vend skapt. VB vendi dyst
inum, vann tepur 24-23 og
heldur tískil eina góða støðu í
FM-stríðnum, har tær – hóast
at hava leikt ein dyst færri –
ligga ájavnt við Stjørnuna á 2.
plássi.
albinus@sosialurin.fo
VB: Gurið Mortensen (10)
Rannvá Johannessen (5) Bára
K. Mortensen (3) Natasha
Ivanovski (2) Laila Jespersen
(2) Una Egilsdóttir (1) Helga
Kjærbo (1)
Útvísingar: 2x2min.
StÍF: Fríðrún Danielsen (8)
Birna Tummasardóttir (5)
Rebekka Justinussen (4)
Oddrún Danielsen (3) Birita
Poulsen (2) Irena Dam (1)
Útvísingar: 5x2min.
Reytt kort: Rebekka
Justinussen
VB vann gysara
Hónbóltur Kvinnurnar úr Vági
gjørdu tað óneyðuga spennandi,
men við teprum 24-23-heimasigri
á StÍF liggur VB framvegis
væl fyri í FM-stríðnum
Neistin hugnaði
sær til stórsigur
Hóndbóltur Leygardagin staðfestu Neistakvinnur
sína støðu sum oddalið í Sunset-kappingini. Málini komu
allastaðni frá, tá ið tær bláu veruliga gjørdu av við Tjaldur.
Heili 43-17 vunnu tær, eftir at hálvleiksstøðan var 23-11
Pætur Albinus
Stjørnan hevði tørv á báðum
stigunum fyri at halda fast í
veruligu FM-vónini, tá ið tær
vóru á vitjan í Vestmanna
sunnudagin. Hóast heimaliðið
kom betur frá byrjan, so
var tað Stjørnan, ið setti
dagsskránna.
Við
Simonu
Petersen á odda, sum skeyt
átta
mál,
vendi
Stjørnan
dystinum til sín fyrimun stutt
undan
hálvleikssteðginum.
Hálvleiksstøðan var 14-11 til
Stjørnuna.
VÍF: Agnas Olsen (5) Elisa
Leo (5) Liljan Djurhuus (5)
Jóhanna Gunlaugsdóttir
(2) Annika Poulsen (2) Halla
Durhuus (1)
Útvísingar: 3x2min.
Stjørnan: Simona Petersen (8)
Corina Demetrea (5) Lovisa
Lassen (4) Una Olsen (3) Bára
S. Klakstein (2) Judit Hansen
(1)
Útvísingar: 4x2min.
albinus@sosialurin.fo
Stjørnan
hongur í
VÍF - Stjørnan: 20-23 (11-14)
Hónbóltur VÍF byrjaði dystin
betur, men við Simonu Petersen
á odda vendi Stjørnan dystinum
og vann dystin 23-20. Tær liggja
framvegis á deildum 2. plássi