mánadagur 9. januar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Dysturin var ikki eitt korter
gamal, tá Wayne Rooney hevði
lagt Manchester United á odda og
Vincent Kompany fingið beinleiðis
reytt kort. Málið hjá Wayne Rooney
var eitt av teimum flottu, tá hann
stútaði eitt Valencia innlegg í tvør
stongina og inn.
Minuttir seinni fekk Manchester
City miðverjin og liðskiparin, Vicent
Kompany, beinleiðis reytt kort fyri
eina takkling móti Nani. Reyða
kortið tóktist ikki nerva heimaliðið
so nógv fyrstu løtuna, men tá
ein hálvur tímin var leiktur økti
Danny Welbeck til 2-0. Tá so Wayne
Rooney økti til 3-0 upp á brotsspark
fimm minuttir fyri hálvleik mundu
Manchester United vóna at teir
megnaðu at heva 6-1 tapinum fyrr
í hesum kappingarárinum.
Roberto Mancini gjørdi tvær
verjukendar útskiftingar í hálv
leikinum og tað riggaði. Seinni
hálvleikur var bara tríggjar min
uttir gamal, tá Alexandar Kolarov
minkaði um munin við beinleiðis
frísparki. Tjúgu minuttir inn í
seinna hálvleik kom av álvara
spenningur í, tá Sergio Aguero
var fyrstur á ein retur, sum danin
í Manchester United málinum,
Anders Lindegaard, helst skuldi
havt hildið.
Manchester City var um reppið
at javna í evstu løtu, tá Anders
Lindegaard ikki megnaði at halda
einum frísparki frá Alexandar
Kolarov. Tá dómarin bríkslaði fyri
seinastu ferð vísti bæði viðhalds
fólk hjá Manchester United og
Manchester City sína virðing fyri
avrikunum hjá sínum monnum.
Um vikuskiftið gjørdist greitt, at
37-ára gamli Paul Scholes verður ein
partur av hópinum hjá Manchester
United komandi kappingarár. Hann
kom á vøllin tá ein hálvur tími var
eftir.
trondur@sosialurin.fo
Lutakastið til
1/16-finalurnar:
Brighton/Wrexham - Newcastle
Sunderland - Middlesbrough
Dagenham & Redbridge - Southampton
Hull - Crawley
MK Dons/QPR - Chelsea
West Bromwich - Norwich
Blackpool - Sheffield Wed.
Arsenal/Leeds - Aston Villa
Stevenage - Notts County
Watford - Tottenham
Liverpool - Manchester Utd.
Derby - Stoke
Everton - Fulham
Macclesfield/Bolton - Swansea
Sheffield Utd. - Birmingham/Wolves
United vann
FA Cup
Fótbóltur Eitt reytt kort til Manchetser City, Paul Scholes
aftur í Manchester United og fimm mál. Tað var hvat
dysturin millum Manchester City og Manchester United í
triðja umfari av FA Cup hevði at bjóða upp á leygardagin
Enn eru ikki allir dystirnir í FA
Cup avgreiddir, men stórfeløg
sum Tottenham, Chelsea, Man
chester United og Liverpool hava
longu leikt seg víðari. Eitt nú
møtast hesi tvey síðst nevndu í
enn einum stórdysti
Liverpool fleyg víðari
Á pappírinum hevði Liverpool
eina yvirkomiliga uppgávu, tá ið
teir møttu Oldham úr triðbestu
deildini. Tað fór tó eitt sús
ígjøgnum áskoðarafejøldina, tá
ið Robbie Simpson eftir hálvum
tíma við einum langskoti sendi
Oldham framum 1-0.
Tað tók tá Liverpool bara tveir
minuttir at koma í gongd, tá ið
Craig Bellamy heldur heppið
javnaði til 1-1. Beint fyri hálvleik
sendi Steven Gerrard Liverpool
á sigurskós við brotsparksmáli,
áðrenn Jonjo Shelvey, Andy
Carroll og Stewart Downing í
seinna hálvleiki staðfestu ein
tryggan 5-1-sigur til Liverpool.
Chelsea spældi við eldin
Chelsea vann í gjár 4-0 í FA Cup á
Portsmout, men tað var ikki fyrr
enn seint í dystinum, at Chelsea
hálaði sigurin í land.
Portsmouth,
sum
liggur
nummar 17 í næstbestu deildini,
helt 0-0 til í byrjanina av hálvleiki,
tá ið Juan Mata sendi Chelsea á
odda 1-0. Hetta var støðan fram
til fimm minuttir fyri leiklok,
tá ið Ramires skeyt tvey mál og
Frank Lampard eitt.
Smærri feløg við
Smærri feløg sum Dagenham
&
Redbridge,
Stevenage
og
Crawley Town eru framvegis
við í kappingini. Síðsta nevnda,
sum spælir í fjórðbestu deildini,
megnaði heima at vinna 1-0 á
Bristol City úr næstbestu deild
ini.
Enn ein stórdystur í væntu
37-ára gamli Poul Scholes gjørdi
sera óvæntað comeback fyri United
í sigrinum á Manchester City