mánadagur 9. januar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. januar 2012 · Nr. 4
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Wrexham spælir í fimtbestu deild
ini, meðan Brighton er í næstbestu
deildini í Onglandi. Póllendingurin
er sonur Robert Cieslewicz, sum
síðst í 90'inum og fyrst í nýggju
øldini spældi í Føroyum.
Heimaliðið kom á odda stutt
eftir hálvleik, tá Jake Froster-
Caskey skoraði. Eitt lítið korter
seinni javnaði Andrian Cieslewicz
fyri Wrexham, tá skotið hjá honum
tók í ein verjuleikara og snýtti mál
verjan í Brighton málinum.
– Tá vit komu afturum, so hugs
aðu vit sjálvandi at hetta kundi
blíva torført móti einum liði, ið
spælir so væl sum Brighton ger.
Men tá tú hevur leikarar sum
Adrian Cieslewicz á liðnum, so ber
alt til, sigur Andy Morell, leikandi
venjari hjá Wrexham, við BBC í
dag.
Javnleikurin merkir, at tað
skal ein umdystur til fyri at finna
vinnaran av uppgerðini. Tann
dysturin verður á heimavøllinum
hjá Wrexham. Tað kemur væl við
hjá felagnum, tí tað hevur verið í
fíggjarligum trupulleikum og hevur
brúk fyri hvørjum oyra, ið tað kann
fáa fatur á. Nakað sum Andy Morell
eisini vísur á í samrøðuni.
Andrian Cieslewicz er 21-ára
gamal og kann spæla á flestu fram
rættaðu plássinum. Hann er serliga
kendur fyri sín skjótleika. Hann
hevur eins og eldri beiggin, Lukasz
Cieslewicz, sum spælir í B36 og
gjørdist ársins leikari í føroyskum
fótbólti í 2011, víst áhuga fyri at um
boða Føroyar.
Hann spældi eins og Christian R.
Mouritsen við Manchester City sum
yngri. Á summri 2009 skifti hann til
Wrexham. Pápi Andrian Cieslewicz
er Robert Cieslewicz, sum sambært
faroesoccer.com, spældi í føroyum
frá 1999 til 2004 har hann umboðaði
ÍF, VB og Sumba.
trondur@sosialurin.fo
Cieslewicz
bjargaði
Wrexham
Fótbóltur Adrian Cieslewicz tryggjaði í gjár felagi
sínum, Wrexham, ein umdyst móti Brighton
FA Cup
Adrian Cieslewicz, vinstrumegin, ið er yngri bróður B36 áleyparan og ársins
leikara í Vodafonedeildini 2011, Lukasz Cieslewicz, skoraði útjavnandi
málið fyri felag sítt Wrexham í FA Cup dystinum móti Brighton
Tróndur Arge
Nú hevur 23-ára gamli mið
vallarin tikið av møguleikanum
at royndarvenja við TB, skrivar
heimasíðan hjá felagnum.
Miðvallarin úr Gana hevur
fyri kortum royndarvant í
Aalborg við AaB, men tað
bleiv ikki til nakran sáttmála.
Heimasíðan hjá TB veit millum
annað at siga, at einsamalli
lansdysturin hjá Samuel Ayew
Yeboah var móti Tanzania í
2009.
Heimasíðan hjá TB veit eisini
at siga, at seks leikarar hava í
seinastuni longt sáttmálan við
aldursforsetan. Teir eru Ivan
Stojkovic, Dmitrije Jankovic,
Bojan Timic, Petur Mortensen,
Hugin Albinus og Ragnar
Joensen.
Higartil hava næstan allir
leikararnir frá í fjør skrivað
sáttmála fyri komandi kapp
ingarár. TB vann seg í seinasta
umfari í fjør upp á annað pláss
ið í 1.deild og flutti sostatt upp í
bestu deildina.
trondur@sosialurin.fo
Ganiskur lands
liðsleikari til TB
Fótbóltur Samuel Ayew Yeboah
hevur spælt ein A-landsdyst fyri Gana
í 2009, men tað hevur gingið illa
við at finna sær eitt felag í Evropa
Eitt skifti royndarvandi
Samuel Ayew Yeboah við
danska felagnum AaB,
har tað ikki eydnaðist
honum at fáa sáttmála
Pætur Albinus
Svenski Roland Nilsson, sum í
summar loysti Ståle Solbakken
av sum venjari í FCK, er ikki
longur at finna í felagnum. FCK
sendi í morgun eitt tíðinda
skriv, har teir boðaðu frá upp
søgnini, og var orsøkin tann, at
venjarin ikki var komin við nóg
góðum úrslitum.
Inntil nýggjur venjari verð
ur settur, verður tað ítróttar
stjórin í felagnum, Carsten V.
Jensen, ið fer at røkja venjara
starvið.
FCK-venjarin
fingið sekkin
Roland Nilsson